fríggjadagur 16. mars 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 16. mars 2012 · Nr. 33
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Tá høvuðsreglan
gjørdist forðingin
H
ugburður
Reformurin
snýr
seg um hugburð mótvegis
samfelagnum,
mótvegis
okkara
medmenniskjum,
ja, reformurin snýr seg um
okkara hugburð mótvegis
persónum, ið hava øðrvísi
avbjóðingar.
Verður hugt efitr skipanini,
soleiðis sum hon er sett saman
í dag, verður hon bygd upp á
eina læknaváttan, ið sigur, hvat
persónurin ikki kann gera.
Hetta er ótrúliga niðrandi,
tí atlit verður ikki tikið til
persónin.
Fyri at siga tað bart út, so
er politiski boðskapurin púra
greiður: so leingi sum persónar
við serligum avbjóðingum fáa
pengar, eiga tey at at vera
nøgd. Høvuðsboðskapurin í
gomlu skipanini er, at tað er
synd í teimum við serligum av
bjóðingum, tí tey eru ikki egnað
at ráða yvir sær sjálvum.
Vilji
Tað er eingini ivi, at ætlanini
handan gomlu skipanina var
góð, men tíverri er tað nú
einaferð soleiðis, at vælvildin
speglast ikki aftur í praktiska
arbeiðnum. Tað finnast tí
verri dømir um persónar,
sum eru í tí almennu skip
anini, ið royna at koma á
arbeiðsmarknaðin, men har
skipanin ikki loyvir tí.
Niðanfyri er eitt dømi um
ein persón, ið er undir end
urbúgving, sum ynskir at
sleppa á arbeiðsmarknaðin,
men
har
Almannastovan
grundgevur fyri, hví persón
urin ikki sleppur á arbeiðs
+marknaðin.
Tað er júst høvuðsreglan,
hesin
niðrandi
hugburður,
ið almannaskipanin er bygd
á, sum samgongan roynir at
broyta.
Arbeiðsfremjandi
tiltøk
Vit skulu byggja okkara al
mannaverk upp á ta høvuðs
reglu, at tá ið fólk eru undir
almennari skipan, skulu vit
eggja teimum at arbeiða. Vit
skulu stremba eftir, at fólk
við øðrvísi avbjóðingum ikki
verða læst fast í skipanini,
men
harafturímóti
virða
frælsið hjá einstaka borg
aranum. Vit skulu víkja frá
javnaðarhugsjónini, har øll
eru líka, tí vit eru ikki líka,
men vit eru øll harafturímóti
líka týdningarmikil fyri sam
felagið.
“Arbeiðið við at fremja rúm
liga arbeiðsmarknaðin snýr
seg…um hugburð”
…har
høvuðsreglan
ikki
forðar, men stimbrar.
Hanus
Samró
Løgtingslimur fyri
Fólkaflokkin
Kvinnuligir
føroyskir
politikarar
útinna ikki
sína uppgávu!
RÓI
EGHOLM
Hví skulu kvinnur velja
kvinnulig umboð á ting?
Síðuleypandi við javn-
støðu og maktjavnvág, so
má roknast við, at ein av
høvuðsorsøkunum fyri at
kvinnur skulu velja kvinnur
á ting verða, at kvinnur
betur umboða virðini, sum
liggja kvinnuni næst.
Fyri at røkta hesa upp
gávu, so eiga kvinniligu
umboðini á tingi eisini
at samskifta við hendan
veljaraskaran, soleiðis at
veljarin kennir seg aftur í
løgtingsarbeiðinum.
Tað hevur tíverri eydn
ast mannligu politikarum
at fáa okkara kvinnuligu
politikararnar, at láta við
steggjanevi.
Eg trúgvi, at stórur
partur av Føroya kvinnum
stinga fingranar djúpt inn
í oyrini, tá tær hoyra um
Makrel, fiskiloyvir, fiski
dagar, burðadyggan fiski
skap o.l.
Hetta er eisini reint
steggjagvakk. Ikki soleiðis
at skilja, at kvinnan ikki
skilir, men kvinnan hevur
ikki fyri vana at fyrihalda
seg sjólívið, sæð út frá
tekniska/fyrisitingarliga
sjónahorninum.
Kvinnuligu
politikar
arnir áttu at upplýst før
oysku kvinnuni, við heilt
vanligum orðum og setn
ingum, hvat førdi fiski
vinnu politikkurin hevur
at merkja fyri tær og fyri
restina av Tjóðini.
Heldur enn at betra
um skúlaviðurskiftini hjá
okkara børnum, byggja nýtt
heim til okkara sálarligu
sjúku, taka betur hond um
okkara eldru og óhjálptu,
geva einligum forsyrgjarum
betri umstøður, ja í heila
tikið at bøta um okkara
bleytu virðir, so velur Sam
gongan at geva útvaldum
føroyingum
og
útlend
ingum uml. 1 mia kr um
árið, væl at merkja hvørt
ár, heldur enn at taka hesar
inntøkur í Landskassan.
Vit kundu eisini nevnt
nøkur av harðaru virð
unum, so sum tørvin at
útbyggja samferðslukervið
við tunnlum osfr.
Hetta skriv er sjálvandi
provokerandi, men veru
leikin er, at kvinnur duga
betur at virðismeta hesi
virðir, sum eru alneyðug
fyri, at ein tjóð, er ein væl
virkandi og virðilig tjóð.
Eg vil heita á kvinnu
ligu politikararnar um at
fara undir tað møtimikla
arbeiði at samskifta við
føroysku kvinnurnar um
hetta evnið, soleiðis at tær
kenna seg aftur í førda
landspolitikkinum.
Hví skulu kvinnur velja
kvinnur á ting, um kvinnu
ligu umboðini ikki verja
áhugamálini hjá kvinnum?
Um fólk fara at hanga
seg í, at hetta er eitt man
sjovonistiskt skriv, so havi
eg ikki megnað at framlagt
greiða boðskapin, og so taki
eg skrallið av tí.
Í dag var stóri arbeiðsreformurin lagdur fyri Løgtingið. Í millum
lógartekstin og almennu viðmerkingarnar, ið eru ótrúliga drúgvar, var
tað serliga ein setningur, ímillum hundraðtals orðingar, sum vakti ans:
“Arbeiðið við at fremja rúmliga arbeiðsmarknaðin snýr seg… um hugburð”
Nú hevur núverandi sam
gonga koyrt sína ójavnu
flatskattaskipan
gjøgnum
og gevur fleiri hundrað
tals milliónir til tey ríku í
skattalætta, sum jú verður
fíggjað við okkara pensjón
skipan, sum borgarin eigur.
Hetta fer sjálvsagt at koma
aftur um brekku, sum so
AFTUR tey eldri og vit øll
koma at merkja seinni, tá ið
rokningin av flatskattinum
skal gjaldast!
Framvegis hava vit nógv
eldri, sum hava ringt við at
fáa endaranir at røkka saman.
Nógvar eru byrðarnar, sum
oljurokning, el og umframt
vanliga húsarhaldið.
Men, serliga er kring
varpsgjaldið ein sera stór
byrða hjá okkara eldru.
Núverandi samgonga kemur
neyvan við nøkrum uppskoti
um at leggja kringvarpsgjald
ið yvir skattin, sum jú er tað
rætta.
Í vikuni komu fleiri ting
mál á skrá, men ikki eitt
orð um eina betri skipan
fyri kringvarpsgjaldið, sum
serliga rakar tey eldru, les
andi, støk, tímalønt og barn
afamiljurnar.
Ein skipan kundi kanska
verið, at tey sum høvdu hug
at hyggja KVF, kundi so gold
ið fyri tað. Hinvegin, at geva
fleiri milliónir til tey ríku og
eitt nú gloyma at javnað til
tey eldru og aðrar láginn
tøkubólkar er jú er ein beist
agerð.
So her er upplagdur møgu
leiki eisini hjá andstøðuting
fólkum at koma á banan og at
leggja eitt ítøkiligt uppskot,
sum hevur til endamáls at
avtaka
kringvarpsgjaldið.
Tíðin er til tað enn, tí mær
vitandi er Løgtingið ikki far
ið í summarfrí enn. Hinvegin
er tíðin eisini farin frá kring
varpsgjaldinum. So er skal
ein onnur skipan til sum er
meira javnsett.
Heldur tykist núverandi
politiski boðskapurin hjá
samgonguni at vera, at vit
SKULU hava eitt stættasam
felag.
Tey eldru er ein stórur
bólkur í okkara samfelag,
sum núverandi samgonga
gloymir - men gevur skatta
lætta til tey ríku og til sín
sjálvan. Men her er einki til
tey eldru hjá núverandi sam
gongu, sum jú hava bygd alt
samfelagið upp.
Men andstøðan tykist eitt
nú meira vera upptikin av at
at yvirtaka okkara rættar
skipan. Jú, alt gott um tað,
men hvat við teimun sum
bukka undir av núverandi
flatskattaskipan.
T. d. tey eldru og teirra
fíggjarligu byrðar, sum eitt
nú
kringvarspgjaldið
er.
Raðfestið orkuna, hvussu
fólk hava tað og avleiðingar
er longu stórar - í hesum
stættarlandi!
Ein gongd leið - hevði verið
eitt ítøkiligt tinguppskot um,
at avtikið kringvarpsgjaldið
og funnið eina meira javn
setta skipan.
Kringvarpsgjald ein byrða
Levi mørk
Býráðslimur fyri
Javnaðarflokkin í
Tórshavnar kommunu