fríggjadagur 16. mars 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. mars 2012 · Nr. 33
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Hví búskaparvøkstur er al
F
rágreiðingin gerst ein
faldari, tá vit skilja
týdningin
av
tøkni
og tøkni-menning. Tað er
fyrst og fremst tann støð
ugt endurmennandi tøkn
in, ið styðjar upp undir ein
framhaldandi vøkstur í bú
skapinum.
Hendan
tøkni-menning
byrjaði tá miðaldar hugs
ingarháttur avoldaðist og
avloystist av einum heilt
nýggjum hugsingarhátti, ið
var so vorðin, at við honum
slapst ikki undan framhald
andi tøkni-menning.
Í verki verður tøkni-menn
ing nýtt til at styðja upp
undir effektivitets-vøkstur í
framleiðsluni – at somu ella
færri fólk kunnu framleiða
støðugt meira. Hetta merkir
framhaldandi vøkstur í út
boðnum av vørum og tæn
astum. Hesin framhaldandi
vøkstur í útboði av vørum
og tænastum má hava sítt
tilsvar í einum framhaldandi
vøkstri í eftirspurninginum
eftir vørum og tænastum.
Hesin framhaldandi eftir
spurnar-vøkstur
merkir
framhaldandi
vøkstur
í
materiellum livistøði.
Sakin er sostatt einføld.
Uttan framhaldandi vøkstur
í materiellum livistøði verður
ikki nóg mikið at gera hjá
arbeiðsmegini.
Hetta stutta svarið skal
verða dýpt eitt sindur við
at lýsa týdningin av tøkni-
menning
fyri
búskapin,
og við at lýsa kjarnuna í
klassiskari-nýklassiskari
eins væl og í keynesianskari
búskaparfrøði.
Klassiska
búskaparfrøðin
Klassiska-nýklassiska
bú
skaparfrøðin snýr seg um
marknaðir og marknaðar-
mekanismur.
Við
øktum
arbeiðsbýti og við øktari
specialisering vaksa fram
marknaðir fyri øll møgulig
sløg av vørum og tænastum.
Harvið gerast keyp og søla –
eftirspurningur og útboð og
prísir á óteljandi marknaðum
týðandi fyribrigdi. Broytiligir
prísir kunnu altíð skapa
javnvág millum útboð og
eftirspurning. Harvið verður
marknaðurin í teoriini “frí
aður frá” ovur-útboði ella
ovur-eftirspurningi.
Klassiska-nýklassiska
búskaparfrøðin leggur mestu
áherðsluna á “útboðið” heldur
enn á “eftirspurningin”, og
grundgevur tað við at “út
boð” skapar sín egna “eftir
spurning”. Hinvegin verður
ongin dentur lagdur á tøkn
ina. Sjálvt um faðirin at
klassisku
búskaparfrøðini,
Adam Smith, eitt skifti hevði
skrivstovufelagsskap saman
við tøkniliga uppfinnaranum
James Watt, so leggur Adam
Smith merkiliga lítlan dent
á sambandið millum tøkni-
menning og búskaparfrøði.
Tískil hevur Adam Smith
onga frágreiðing um tað
neyðturviliga í framhaldandi
búskaparvøkstri.
Tøkni-menning
og búskapur
Í dag sýnist ongin vanlig
makt at kunna steðga fram
haldandi
tøkni-menning.
Heldur blívur ein og hvør
nýggj uppfinning ein eggjan
og eitt grundarlag til uppaftur
fleiri uppfinningar, og til
nýggjar uppfinningar sum
samansetingar av kendum
uppfinningum. Vøksturin í
tøkniligari nýskapan gerst
tí umleið eksponentiellur.
Hann minnir um vøksturin
av einum kapitali sum veksur
við rentu og rentus rentu.
Tað gongur tískil skjótari
og skjótari – tann tøkniliga
menningin accelererar. Tá
ið vit hava vant okkum til
at brúka eina nýggja upp
finning í verki, kunnu vit
vanliga ikki vera hana fyri
uttan. Framtíðin sær tískil
ómøgulig út uttan tøkni og
framhaldandi tøkni-menn
ing. Hetta hevur sjálvsagt
nógv at siga búskaparliga.
Tøkni
og
búskapur
hanga saman á tann hátt,
at nýtslan av tøkni ger tað
møguligt at hækka virðis
økingin pr. arbeiðstíma –
færri fólk kunnu framleiða
tað sama, ella somu fólk
kunnu
framleiða
meira.
Virðisøkingin pr. arbeiðstíma
verður nevnd produktivitetur
ella framleidni. Vøksturin í
framleidni ger tað møguligt
at rinda arbeiðsfólkinum
tilsvarandi hægri realløn.
Vøksturin í framleidni merk
ir eisini at tað ber til at
framleiða vørur og tænastur
ódýrari, og harvið - um
neyðugt ella skilagott - at
lækka realprísin á framleiddu
vørunum og tænastunum.
Fyri prísviðkvæmar (prís-
elastiskar) vørur og tænastur
merkir príslækking vøkstur
í søluinntøkum eins væl og
eftirspurdari
framleiðslu.
Vøkstur í realløn merkir
vaksandi søluinntøkur frá
inntøkuviðkvomum
(inn
tøku-elastiskum) vørum og
tænastum, og økta eftir
spurda framleiðslu av hesum
vørum.
Undir kappingar-umstøð
um eru vinnuvirki noydd
at nýta mest framkomnu
tøknina fyri at yvirliva og
varðveita
arbeiðsplássini.
Kappingin ger tað neyðugt
at framleidnið veksur – tí
tað veksur hjá kappingar
neytunum.
Framleidnis-
vøkstur er neyðugur til tess
at varðveita kappingarføri
í kostnaði, vørumenning og
keypi av arbeiðsmegi - harvið
vinning í framleiðslu og sølu
av vørum og tænastum.
Búskapar-vøkstur stavar
frá framleidnis-vøkstri og
vøkstri í arbeiðsvirkni (“be
skæftigelse”). Búskaparvøkst
ur í % ≈ framleidnis-vøkstur
í % + arbeiðsvirknis-vøkstur
í %.
Klassiska-nýklassiska
búskaparfrøðin
Vøkstur í framleidni snýr
seg um effektivitets-vøkstur
í “útboðnum“ av vørum og
tænastum. Tað er hetta “út
boðið”, sum klassiska-ný
klassiska
búskaparfrøðin
leggur
størsta
dentin
á.
Hendan
búskaparfrøðin
pástendur enntá at
“út
boð
(av
arbeiðsmegi
og
framleiðslu)
skapar
sín
egna
eftirspurning”.
Er
hetta seinasta 100% rætt,
so er arbeiðsloysi bert ein
bráðfeingis vansi, um skjótt
kann
verða
loystur
um
marknaðar-mekanismurnar
frítt sleppa at virka og
seta eitt lønarstøði, ið frí
ar marknaðin fyri undir-
eftirspurningi eftir arbeiðs
megi.
Útbjóðararnir (framleið
ararnir) á marknaðunum
hugsa fyrst og fremst um
egnan vinning. Hinvegin,
tá ið teir standa í eini kapp
ingarstøðu í mun til hvønn
annan, koma teir óavvitandi,
men á mest effektiva hátt
at fremja áhugamálini hjá
sínum viðskiftafólkum og
hjá samfelagnum sum heild.
Hetta er megin-uppáhaldið
í klassiska-nýklassiska bú
skapar-ástøðinum um tað
“ósjónligu tillagandi hond
ina”
hjá
frælsu
markn
aðarkreftunum.
Tilmælið frá klassisku-
nýklassiku búskaparfrøðini
er tískil at hitt almenna
gevur marknaðunum óav
markað frælsi til at virka
uttan inntriv, men at hitt
almenna samstundis stendur
til reiðar við uppílegging
til tess at tryggja óspilta
kapping á øllum marknaðum.
Nógv bendir á at kapping
gevur bestu umstøður fyri
framleidnis-vøkstri.
Keynesianska
búskaparfrøðin
Higartil hava vit staðfest
týdningin av tøknini fyri
“útboðið”.
Mótsett
klassiska-ný
klassiska ástøðinum leggur
keynesianisman
høvuðs
dentin á “eftirspurningin”.
Ov lítil eftirspurningur eftir
vørum og tænastum skap
ar arbeiðsloysi, og ov stórur
eftirspurningur
“yvirupp
hitar” búskapin. Keynesian
isman avvísir staðiliga at
“útboð
skapar
sín
egna
eftirspurning” og partvíst
eisini neoklassiska uppá
haldið um “ósjónligu hond
ina”
Mótsett
klassiskum-
nýklassiskum ástøði mælir
keynesianisman til inntriv
fyri at halda eftirspurningin
á einum støði, ið tryggjar
fult arbeiðsvirkni. Hvussu
hetta verður gjørt, hvussu
eftirspurningurin
verður
stýrdur, hevur minni at siga
fyri
keynesianarar.
Bara
hetta verður gjørt.
Til dømis síggja keynesi
anarar burtur frá at eftir
spurningurin eisini kann
verða hildin á einum hósk
andi støði við at vinnan
framleiðir
eitt
hóskandi
útboð av prísviðkvæmum og
inntøkuviðkvæmum vørum
og tænastum, og at hetta atlit
kann rættvísgera almenn
inntriv, ið ávirka útboðið. Eitt
slíkt útboð fanst ikki undir
kreppuni í byrjan av 1930-
unum, men tað kom seinni,
og tað var við til at leiða lond
úr táverandi heimskreppu.
Ringrásin við
eftirspurningi,
útboði og inntøku
Higartil hava vit staðfest
týdningin av bæði “eftir
spurningi” og “útboði”.
“Útboðið” verður framleitt
í eini virðisøkingar-tilgongd,
har “virðisøkingin” svarar
Ólavur
Christiansen
búskaparfrøðingur,
Ph.D., lektari: Hví
búskaparvøkstur er al-
neyðugur og al-tvørligur
Svarið er einfalt. Uttan henda vøkstur gerast viðurskiftini tvørlig við hóparbeiðsloysi og halli á almennu
kassunum. “Populert” kunnu vit tískil siga at búskapurin er ein “ólekjandi vøkstur-narkomanur”.
Fatan av hesum “vøkstur-bundinskapi” er grundleggjandi fyri at skilja búskaparfrøði. Lærubøkur í búskaparfrøði
áttu at byrja við hesi staðfesting í 1. kapitli, og goymt marknaðar-mekanismurnar til eitt seinni kapitul.
“eftirspurningur” => “útboð” => “Inntøka” => “eftirspurningur”, o.s.fr., sí
myndina niðanfyri:
Eftirspurningur
Útboð (virðisøking)
Inntøka
Mynd 2