fríggjadagur 16. mars 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 16. mars 2012 · Nr. 33
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
l-neyðugur og al-tvørligur
kjak
til
“framleiðsluvirðið”
(søluvirðið) minus “rávøru
nýtsluna”. Øll henda virði
søkingin verður nýtt til at
samsýna framleiðslu-faktor
unum, sum eru arbeiðsmegi
og kapitalur.
Hetta
merkir
at
øll
virðisøkingin fer til løn til
arbeiðsfólkið og vinning til
kapital-ánararnar. Hendan
inntøka (løn og vinningur)
skapar
grundarlagið
fyri
“eftirspurninginum”. “Eftir
spurningurin” skapar har
næst grundarlag fyri “út
boðnum” av framleiddum
(virðisøktum)
vørum
og
tænastum. Við hesum sam
anhangum hava vit sostatt
útleitt einfalda myndilin við
“ævigu” ringrásini:
Sí mynd 2
Hesin myndil av búskap
inum bendir á eina sjálv
forsterkandi gongd, bæði tá
talan er um búskaparligar
uppgangstíðir
og
niður
gangstíðir.
Minkar
eftir
spurningurin, minkar útboðið
tilsvarandi við arbeiðsloysi
sum
avleiðing,
inntøkan
minkar eisini, og hon ávirkar
eftirspurningin
niðureftir,
hetta ávirkar aftur útboðið
niðureftir, o.s.fr. Øvugt tá
eftirspurningurin
veksur.
Ringt er at halda seg til eina
javna gongd “á miðjuni”. Á
síni ferð uppeftir verður
búskaparvøksturin
tískil
sveiggjandi og óstøðugur.
Bundinskapurin til
framhaldandi vøkstur
Vit kunnu nú taka samanum
í
frágreiðingini
um,
hví
búskapurin ikki kann vera
annað enn ein “ólekjandi
vø k s tu r - n a r ko m a n u r ”
og týdningin av hesum í
longdini.
Givið
er
at
“útboðið”
vegna tøkni-menningina og
tí harvið íbirta framleidnis-
vøkstrinum má vaksa, møgu
liga
stigvaksandi
(ekspo
nentielt) vegna stigvaksandi
tøkni-menning.
Veksur
útboðið ikki, verður ein
støðugt vaksandi partur av
arbeiðsmegini arbeiðsleysur.
Hesum fylgja nógvir trupul
leikar við, og neyvan nakað
samfelag ella fólk tolir hetta
í longdini.
Umframt
tøkni-menn
ing er hesin vøksturin í “út
boði” treytaður av einum
tilsvarandi vøkstri í inn
tøku og í eftirspurningi. Ein
slíkur vøkstur í inntøku og
eftirspurningi merkir tað
sama sum vøkstur í materi
ellum livistøði.
Ein vøkstur upp á 3%
um árið í miðal merkir trí
falding eftir 37 árum og
fimmfalding eftir 54 árum.
Tað er helst vøkstur av
hesi støddini vit tosa um,
og
sum
tøkni-menningin
helst gevur grundarlag fyri.
Vit skulu bara megna at
fylgja við í slíkum vøkstri í
eftirspurningi, og harvið í
materiellum livistøði. Gera vit
ikki tað, verður ikki nóg mikið
at gera hjá eini arbeiðsmegi,
ið má gerast meira og meira
effektiv.
Einki bendir á at hesin
vøkstur ger okkum í ríku
londunum lukkuligari. Men
verða vit ikki ólukkuligari
uttan - við ófriði og møgu
ligum kollveltingum?
Bundinskapurin
til framhaldandi
samfelags-umbroyting
Tað er týdningarmikið at
skilja at ein slíkur fram
leidnis- og búskapar-vøkstur
ikki hendir í einum tómrúmi.
Bert hin minsti vøksturin
í framleidni merkir eina
nokkso stóra samfelagsliga
umbroyting.
Hendan
umbroytingar-
tilgongin kann byrja við at
framleidnis-vøkstur í eini
vinnugrein ger nøkur ar
beiðsleys í hesi vinnugrein.
Hetta
hendir
um
eftir
spurnar-vøksturin
eftir
framleiðsluni í hesi vinnu
grein ikki svarar til fram
leidnis-vøksturin í vinnu
greinini.
Hesi
fólk
skulu
so
verða “tikin upp” av øðrum
vinnugreinum,
ið
hava
eftirspurnar-vøkstur
eftir
teirra
framleiðslu.
Slíkur
eftirspurnar-vøkstur
er,
sum longu ávíst, treytaður
av tí realinntøku-vøkstri,
ið stendst av framleidnis-
vøkstri. Framleidnis-vøkstur
“týnir” sostatt ikki bara ar
beiðspláss. Gjøgnum sína
inntøku- og prís-ávirkan og
eisini uppfinningar-ávirkan
(uppfinning
av
nýggjum
vørur og framleiðsluhættum)
skapar framleidnis-vøkstur
eisini
nýggj
arbeiðspláss.
Higartil hevur hann til
samans skapt nógv fleiri
arbeiðspláss enn hann hevur
“týnt”.
Í einum lítlum útjaðaraøki
sum Føroyar kann fram
leidnis-vøkstur
kortini
“týna” fleiri arbeiðspláss enn
hann skapar. Givið er nevni
liga ikki at tey ný-skaptu
arbeiðsplássini
koma
at
liggja í Føroyum!
Sí mynd 1
Innibyrgd í karrusel
ið melur við
vaksandi ferð
Hevur umbroytingin, sum
víst í mynd 1, verið stór í
farnum árum, so verður hon
tað ikki minni í komandi
árum.
Mynd 1 er ófullfíggjað á
tann hátt at hon er avmarkað
til umbroytta vinnugreina-
býtið, meðan umbroytingin
fevnir um so ómetaliga nógv
annað. Trupulleikin er nú
at umbroytingin sýnist at
ganga skjótari og skjótari,
og at tað meira og meira
eru
menniskju
ið
skulu
“umbroytast” (skulu umstilla
seg, læra meira, skapa meira,
o.s.fr.) og ikki bara “deyðir”
lutir. Ábendingar eru um at
umbroytingin í størri mun
“stressar” fólk og darvar
sálarligu ella sinnisligu lívs
dygdini hjá nógvum. Vit
hava ábendingar um hetta í
heilsulagslýsingum av vaks
andi
strongd,
tunglyndi,
“útbrenning”,
og
øðrum
heilsubrekum, m.a. hjá skúla
ungdómi og lærarum.
Í myndatalu eru vit rikin
inn í eina karrusell sum bara
meldur skjótari og skjótari, og
sum vit ikki sleppa av uttan
at smildra okkum sundur.
Týðuligt er at tað eru sterkar
ótemjandi kreftir, og ikki vit
sjálvi, ið hesi stýra gongdini.
Gongdin er materialistisk út í
odd og egg og út um øll mørk.
Er slík materialisma ikki
ósunn, ómenniskjanslig og
moral-oyðandi, og í andsøgn
við andligan vøkstur? Ein
trupulleiki er at tíðin vit hava
tøka “materialistiska njóting”
er avmarkað og undir trýsti,
og at hetta minkar um “tíðar-
dygdina”.
Kann
gongdin
halda fram, ella renna vit
okkum móti “múrinum” (t.d.
marki fyri dálking, orku) fyrr
ella seinni? Eg spyrji bara,
men felli ongan dóm.
Búskapurin er sostatt
at líkna við eitt skrýmsl,
ið ger herverk, um tað ikki
alla tíðina verður mettað
við “vøkstri”. Ikki so løgið at
búskaparfrøði eisini gongur
undir heitinum “the dismal
science “ ella dapra vísindin.
Mynd 1 niðanfyri sýnir vinnugreina-umbroytingina í Føroyum seinastu 200 árini..
Mynd 1. Vinnugreinabýtið 1801-2001 mált sum prosentparturin av arbeiðsmegini í einstøku
vinnugreinunum árini 1801-2001. Myndin sýnir umbroytingin í tíðarskeiðinum. Vit síggja
hvussu arbeiðspláss í landbúnaðinum eru minkað burtur í onki, hvussu fiskivinna hevur tikið
yvir, og hvussu seinni nýggjar vinnur hava tikið yvir frá fiskivinnuni. Hetta er ein umbroyting
sum er drivin fram av framleidnis-vøkstri. Kelda: Magni Laksáfoss.
I