Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. mars 2012 · Nr. 33 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Hugskot um sam­ halds­fast fram­hald av Føroya samferðslukervi Tunlar N ú útbygging av sam­ferðslukerv­ in­um í Føroyum í tøk­u­m tíma aftur er havdur á lofti á lokalum fundum, í almennum orðaskifti í fjøl­ miðlum og brátt eisini er væntandi aftur á tingborð, er tað hjá leikmanni at koma sum ketta úr høvdatrogi at taka til teldupennin; men málið hevur eyðsýndan áhuga manna millum og hev­ur eisini verið havt nógv á orði í okkara heimi. Í útvarpinum herfyri var orðadráttur millum sun­n­an- og norðan­fólk um fígg­ing­ar­viður­skiftir í sam­ bandi við tunnilsætlanir. Orða­dráttur ber í sær ymsar áskoð­anir; men ein hugalig niður­støða, sum tað at enda varð borið við, var um eina samhaldsfasta gjaldsskipan hvílandi á at kalla øllum bileigaraherðum í landinum. Tí burtursæð frá í útoyggjum sum Svínoy, Nólsoy, Skúvoy, Mykinesi og enn eisini í Sandoynni eru neyvan bilar, sum ikki hava tørv á at koyra gjøgnum tunlar. Í øðrum londum sleppur bilur valla gjøgnum tunn­ il uttan tunnilsgjald, og hjá okkum hevði slík sam­ halds­føst skipan ikki bara verið eitt íkast til verandi fíggingarstøðu og til ætlanir beint fyri framman, men er ein fortreyt fyri, at okkara land samferðsluliga so við og við kann verða útbygt til fulnar. Tí tú kanst ikki vænta tær stórvegis samfelagsligar hugsjónir frá privatum íleggj­arum so sum bankum, tryggingarstovnum o. t., tí teirra natúrliga endamál er at fáa sum mest í egnan kassa, og teir eru tí bert áhugaðir í samferðslutiltøkum, ið bera slikar møguleikar í sær. Landskassin megnar ikki einsamallur at standa við endan til tess innan fyri rími­ligt áramál at fullføra til eitt full­gott samferðslukervi, uttan at so mong onnur átrok­andi samfelagsmál koma at liggja á láni. Tvey hugskot hava, mær vitandi, verið um at leggja byrðarnar á bileigarar: a. At leggja fast tunnilsgjald á allar bilar. b. At leggja serligt tunn­ils­ gjald sum eykakostnað om­an á bensin- og olju­ gjaldið. Hvørgin av hesum skipanum við føstum gjaldi hevði verið rættvís, tí mangir eru teir bilar, sum sjaldan eru í nýtslu, meðan aðrir koyra dúgliga, men fara sjaldan gjøgnum tunlar. Nei, tunnilsgjald, har tú fært fyri tað, sum tú rindar fyri, tað má vera rætta loys­ nin. Tunlar í Føroyum í dag: Bilaferðsla um samdøgrið 2009 sambært Landsverk: Hvannasundstunnilin - Árnfarðatunnilin 1080 Kunoyartunnilin 200 (bert ein meting, onki tal frá LV) Norðoyatunnilin 2000 Lorvíkstunnilin 2940 Norðskálatunnilin 3622 Kollfarðatunnilin 6300 Leynartunnilin 3400 Vágatunnilin 1600 Sandvikartunnilin 200 Hvalbiartunnilin 750 Hovstunnilin 1380 Sumbiartunnilin 340 Brúgvin um Streym 4200 Tilsamans bilaferðslur um samdøgrið í 2009 26.670 (Tunnlarnir í Kallasoynni eru ikki tiknir við, tí har er onki samband við størri øki) Rindaði tá í 2009 (seinasta yvirlitið há Landsverk) hvørt akfarið 10 kr. fyri hvørja tunn­ilsferð hevði upphæddin um samdøgrið verið 266.700 kr. – t. e. 97.345.500 kr. um árið. Dag­ført til viðurskiftini í dag við øktari bilamongd og ferðslu og við einari útgrein­ aðari gjaldsskipan, har størri bilar rinda væl meira enn teir smærru, kundi slíkt samhaldsfast gjald sostatt givið av sær meira enn 100 mió krónur um árið sum íkast í ein tunnilsgrunn til nýgerð og viðlíkahald av tunlum í Før­oyum – og munandi meira, tá undirsjóvartunnilin Streymoy-Eysturoy er vorðin veru­leiki. Tá ið hugsað verður um, hvat tað kostar at keypa, brúka og røkja bil, er nevnda tunnilsgjald fyri lítið og onki at rokna (bert triðingur av minstagjaldinum hjá vága­ fólki og norðingum í so mong ár!). Ein kubbaskipan, eins og nú á vestur- og norðurleið, ið ger mun á kostnaðinum alt eftir ynsktum túratali og við ársgjaldi gevur møguleika til óavmarkaða tunnilskoyring, kann ivaleyst gerast so laga­ lig, at t.d. bilar á langferð sleppa ígjøgnum fleiri tunl- ar við munandi avslátri. Á tunnilsskrivstovuni (Vág­a­ tunnulin og Norðoyatunnilin) varð mær sagt, at umsitingin av einari kubbaskipan til allar tunnlar og allar bilar í landinum hevði ikki havt nakran trupulleika við sær. Við einari slíkari sam­ halds­fastari gjaldsskipan, sum her er sett leysliga upp, høvdu útlitini til at kunna fremja eina fult nøktandi tunnilsætlan fyri allar Før­ oyar verið ólíka bjartari enn tey verandi. Ólavur Hátún Í dag var stóri arbeiðsreformurin lagdur fyri Løgtingið. Í millum lógartekstin og almennu viðmerkingarnar, ið eru ótrúliga drúgvar, var tað serliga ein setningur, ímillum hundraðtals orðingar, sum vakti ans: “Arbeiðið við at fremja rúmliga arbeiðsmarknaðin snýr seg… um hugburð” Bjørt Samuelsen Tingkvinna, Tjóðveldi Løgtingið viðgerð í løtuni okkara uppskot, um at seta á stovn ein orkugrunn, sum skal vera við til at fíggja royndarætlanir við varandi orku og orkusparing kring landið, og soleiðis skunda undir menningina av nýggj­ um orkuloysnum. Tankin er, at landið í fyrsta umfari tekur initia­ tiv­ið til orkugrunnin, men, at landsstýrið eggjar komm­ u­num og størri privatum fe­løgum at vera við. Her verður hugsað um fyritøkur við stórari samfelagsligari ábyrgd – tryggingarfeløg, bankar og stórfyritøkur. Land, kommunur og privat feløg kunnu saman leggja dygt fíggjarligt grundarlag undir orkugrunnin. Vilji Løgtingsins Við felagsuppskotinum til sam­tyktar í 2009 um at minka útlátið av CO2 mun­andi, varð ein góður polit­isk­ur vilji stað­fest­ur til at minka um olju­nýtsl­ una. Síðani eru stig tikin til at vaksa um streym­fram­ leiðsl­una úr vatni og vindi. Men, neyðugt er tó at taka fleiri og skjótari stig at royna alternativar orku­ veitingar og ikki minni, at finna effektivar hættir at spara orku. Samstundis mugu vit savna kreftirnar og vitanina um varandi orku. Landið hevur, sam­ an við kommununum og vinnuni, eina stóra ábyrgd at fáa samfelagið um­skipað til eitt lág- og grøn­orku­sam­ felag. Grunnurin skal millum annað vera við til at fíggja royndir við nýggjari grøn­ ari tøkni, orkusparandi roynd­ar­ætlanir á landi og um­borð á skipum, umframt verk­ætlanir at gera úrvald útjaðara­øki sjálvveitandi við reinari orku. Fyri grunn­in skal setast nevnd við fremstu serfrøði innan orku, at taka avgerðir um, hvørjar verkætlanir skila­ gott er at stuðla. Samfígging Við einum grunni, sum kann fíggja seriøsar verk­ ætlanir, sum eisini onnur samfeløg kunnu gagnnýta, fer tað eisini at verða mun­ andi lættari at fáa stuð­ ul og samfígging úr út­ lendskum grunnum. Tað finn­ast eftirhondini ein ør­grynna av útlendskum orku­fondum – privatir sum almennir. Vónandi ber til sum skjótast at finna breiða polit­iska undirtøku fyri at raðfesta orkugrunnin framm­ar­laga, og at til dømis 30 mió kr. verða settar í grunn­in árliga komandi árini, umframt tað, sum komm­unur og privat feløg vilja seta í. Allir partar í sam­fe­ lagnum eiga at vera við til at fáa gjørt land okkara sjálv­ veitandi við varandi orku. Kommunurnar taka í dag alla fíggjarligu ábyrgd­ina av at útbyggja streym­orku­ kervið. Millumkommunali felagsskapurin SEV, hevur ikki fíggjarliga orku at fíggja royndarverkætlanir í serligan mun. Tí má landið átak sær sín part, og vera við til at fáa sett ferð á ymiskar royndarverkætlanir, sum í longdini fara at tryggja bæði húsarhøldum og vinn­ uni reina og bíliga orku. Tað snýr seg um at fram­tíðartryggja okkum øll ímóti ræðandi skjótt vaksandi oljuprísum, og tað snýr seg um altjóða ábyrgd í mun til umhvørvið. Tí er tað ein skylda hjá øllum pørtum í samfelagnum, at lyfta uppgávuna. Orku­grunnur skal seta ferð á reina orku Nei, tunnilsgjald, har tú fært fyri tað, sum tú rindar fyri, tað má vera rætta loys­nin