fríggjadagur 16. mars 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Fríggjadagur 16. mars 2012 · Nr. 33
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
90-ára føðingardagskonsert hjá GHM
Í samband við at 90 ár eru liðin síðani Harmoniorkestrið
GHM varð stovnað, hevur orkestrið føðingardagskonsert
í Læraraskúlahøllini leygardagin 17.3.2012 kl 16.00.
Konsertin er ókeypis.
Á konsertini leygardagin stjórnar Jens Knudsen
Harmoniorkestrinum GHM, sum telur einar 60
spælarar. Skráin fevnir m.a. um musical- og
filmstónleik og nýggjari føroyskan tónleik. Á skránni
verða eisini fleiri solistar, m.a. spælir Angelika
Nielsen á violin saman við orkestrinum filmslagið
Schindler’s List. Tvey nýggj stykki, sum Magnus
Johannesen og Atli K. Petersen hava gjørt, verða
frumframførd. Til júst hesa konsertina verður
“Kongagøtu-orkestrið” eisini at hoyra. “Kongagøtu-
orkestrið” verður mannað við eini 20 núverandi og
fyrrverandi GHM-spælarum, ið spældu í Kongagøtu.
SKrá
»Kongagøtu-orkestrið« hjá GHM spælir 3 løg
GHM spælir síðani hesi løg:
High lights from Chess
B. Ulvaeus & B. Andersson, arr. Johan de Meij
A Prayer for Peace
John Williams
Schindler’s list
John Williams
solistur Angelika Nielsen, violin
á Trygga Grund
Magnus Johannesen
rhapsody for Euphonium
James Curnow
solistur Maibritt Finsdóttir Andreasen
Oregon
Jacob de Haan
Abide with me
William Henry Monk
The Carnival of Venice
Julius Benedict, arr. Jean-Baptiste Arban
solistur Maria Wang Reinert, trombone
Stev
Atli K. Petersen
Gabriel’s Obo
Ennio Morricone, arr. Robert Longfield
solistur Kári Bæk, obo
Hvat er tað?
Atli K. Petersen
apríl
Vinnarin av Sudoku-kappingini í februar
gjørdist G. Hentze, í Svanga, Tórshavn