Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-16, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2012síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. mars 2012 · Nr. 33 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Hilmar Jan Hansen Í mun til undanfarin ár, tá ein møguligur triði og av­ger­andi finalu­dystur er spældur á heima­ vølli, hevur Flog­bólts­sam­bandið nú um­skipað finalurnar, so tað liðið, sum er á odda, tá lands­kapp­ingin í Eik-liguni endar, hevur heimadyst í fyrsta finaludystinum, meðan restin so skal spælast á uttan­ veltaðum vølli. Hjá kvinnunum endaði Mjølnir við 26 stigum og Fleyr við 25, og tí hevur Mjølnir heimavøll í fyrstu FM-finaluni ímóti Fleyr, sum verður spæld í Badmintonhøllini í Klaksvík sunnudagin klokkan 14.15. Og hjá monnum vann SÍ lands­ kappingina við 14 stigum og Mjølnir fekk 11 stig, so fyrsta FM-finalan har verður spæld í Sørvági sunnu­ kvøldið klokkan 18.30. Síðani gongur ein lítil vika, til onnur finalan verður spæld leygar­ dagin 24. mars, og tá skulu bæði kvinnur og menn til Eiðis, sum Flog­bóltssambandið hevur valt til uttanveltaðan vøll aftur í ár. Er neyðugt við einari triðju finalu, verður hon spæld dagin eftir, sunnu­dagin 25. mars, somuleiðis á Eiði. hilmarjan@sosialurin.fo FM-finalurnar í flogbólti Flogbóltur Sunnudagin verða fyrstu FM- finalurnar í Eik-liguni hjá bæði kvinnum og monnum spældar í ávikavist Klaksvík og Sørvági Pætur Albinus Fyrri hálvleikur var javnur og skiftust liðini um at hava leiðsluna, og endaði tað við, at StÍF slapp til hálvleiks við teprari 13-12-leiðslu. Verjur og mál­verjar spældu væl, og syrgdi tað fyri, at fá mál komu, men tað var serliga Rebekka Justinussen, sum við sínum seks málum í fyrra hálvleiki syrgdi fyri, at StÍF var á odda í hálv­leikinum. Liljan Djurhuus skeyt somuleiðis seks mál í fyrra hálvleiki og helt við mál­ skjóting síni VÍF væl inni í dyst­inum. StÍF helt teprari leiðslu størsta partin av seinna hálv­ leiki, men tíggju minuttir fyri leiklok legði VÍF seg á odda og megnaði at binda um í verju­ part­inum. Frá at hava verið á odda 19-18 loyvdi VÍF bara StÍF eitt mál hesa seinastu løtuna, og meðan tær sjálvar skutu trý mál, vann VÍF 22-19. Hetta var fyrstu sigurin hjá VÍF í tveir mánaðir, tá ið tær 18. januar vunnu ímóti júst StÍF. Við sigrinum lyftir VÍF seg nú trý stig frá StÍF, og eru tær á triðaftasta plássi frammanfyri StÍF, sum er á næstaftasta plássi. VÍF – StÍF 22-19 (12-13) VÍF: Liljan Djurhuus (10) Tóra Seloy (6) Simona Iacob (3) Linda Davidsen (2) Agnas Olsen (1) Útvísingar: 2 x 2min. StÍF: Rebekka Justinussen (8) Fríðrún Danielsen (4) Irena S. Dam (2) Birna T. Johannesen (2) Jóhanna í Króki (1) Birita Poulsen (1) Ásgerð Káradóttir (1) Útvísingar: 1 x 2min. Menninir hjá VÍF vunnu miku­ kvøldið 30-25 á StÍF. Hetta var teirra fimti sigur á rað og liggja teir framvegis best fyri í mun til at fylgja við KÍF í FM-final­ una. Tað skal meiri enn ein góð byrjan til at gera enda á VÍF. Tað prógvaðu teir væl koyrandi vestmenningarnir, tá ið teir – hóast teir vóru aftanfyri 2-6 – vendu dystinum og vunnu at enda trygt. Hálvleiksstøðan var 15-14 til VÍF. Eitt máls leiðslan helt sær til miðjan seinna hálvleik, tá ið VÍF á fyrsta sinni av álvara streyk avstað og kom á odda 24-19. Eitt væleydnað time-out hjá StÍF lyfti teir upp aftur á 24-22, men teir fingu ongantíð veruligt samband við VÍF, sum vann dystin 30-25. Við sigrinum hjá VÍF held­ur sama søgan fram. Teir noyða H71 at vinna teir báðar mangl­ andi dystirnar, um teir skulu gera sær nakað far um at fylgja við, meðan StÍF við tapinum fram­vegis er á næstaftasta plássi – tó við sama stigatali sum Team Klaksvík, sum tó hev­ur innanhýsis- og mál­ munin. albinus@sosialurin.fo VÍF – StÍF 30-25 (15-14) VÍF: Agnar Joensen (8) Holgar Durhuus (6) Regin Joensen (4) Sámal Joensen (3) Andrias Eriksen (3) Sámal J. Djurhuus (3) Rói Lamhauge (1) Bjarti Hansen (1) Jákup A. Joensen (1) Útvísingar: 3 x 2min. StÍF: Allan Norðberg (6) Marius Joensen (4) Leivur Justinussen (3) Jón Rasmussen (3) Jógvan G. Joensen (3) Pætur Joensen (2) Fríði R. Djurhuus (1) Høgni Jensen (1) Remus Petrea (1) Jørmund Joensen (1) Útvísingar: 2 x 2min. Vestmenningar buldra víðari Fyrsti VÍF-sigur í tveir mánaðir Hondbóltur Eftir at bara hava fingið eitt stig í seinastu seks royndunum, fingu kvinnurnar hjá VÍF tvey tiltrongd stig eftir 22-19-sigur á StÍF mikukvøldið. Stórsteypadystur 17/03 16.00 B36 - EB/Streymur Eik-ligan kvinnur 18/03 14.15 Mjølnir - Fleyr (FM-finala) Eik-ligan menn 18/03 18.30 SÍ - Mjølnir (FM-finala) Sunset-kappingin 18/03 14.30 Neistin - VÍF 18/03 15.00 Tjaldur - VB 18/03 16.00 StÍF - Kyndil Atlantic Airways-kappingin 17/03 18.00 KÍF - Team Klaksvík 18/03 15.00 StÍF - Kyndil 18/03 16.00 Neistin - VÍF 19/03 19.00 H71 - Team Klaksvík Dystir um vikuskiftið: Mynd: Álvur Haraldsen