Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-16, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2012síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Fríggjadagur 16. mars 2012 · Nr. 33 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Mynd: Álvur Haraldsen Hilmar Jan Hansen Hvør í sínum lagi vóru B36 og EB/ Streymur í fjør sannførandi vinnarar av ávikavist landskappingini og steypakappingini, og sum siður eru, verða tað tí hesi bæði, sum skulu spæla árliga stórsteypadystin, sum Lions Club í Føroyum og Fót­ bóltssambandið skipa fyri. Dysturin verður á ovara vølli í Gundadali í morgin klokkan 16. Hetta er bara aðru ferð, at B36 spælir stórsteypadyst, men í tí fyrsta, sum var í 2007 ímóti HB, vann B36 eftir brotssparkskapping. NSÍ vann á EB/Streymi í 2008, HB vann á EB/Streymi í 2009 og á Víkingi í 2010, áðrenn EB/Streymur í fjør vann á HB. EB/Streymur er so­statt partur av hesum dysti fyri fjórðu ferð. Atgongumerkjaprísurin er tær vanligu 80 krónurnar, men fólk eru vælkomin at lata meira, tí ágóðin av dystinum fer til eitt væl­ gerandi endamál, sum hesa ferð er eitt sokallað Litegait-hjálpi­tól til fysioterapideildina á Lands­ sjúkra­húsinum. Tólið lættir um venjingina hjá teimum umleið 150 apopleksi-sjúklingunum, sum koma á Landssjúkrahúsið um árið, umframt øðrum, ið tørva venjing av gongu­lagnum. hilmarjan@sosialurin.fo Fyrsta brakið í morgin Fótbóltur Føroyameistararnir úr B36 og steypavinnararnir úr EB/Streymi spæla í morgin ársins stórsteypadyst, sum er fyrsti almenni fótbóltsdysturin hetta kappingarárið Hilmar Jan Hansen Eitt sindur av virksemið var í gjár­ kvøldið, áðrenn flytingar­vindeygað læt aftur á midnátt, men talan var eftir øllum at døma ikki um stór­vegis skifti ella óvæntaðar broytingar. Sum tað hevði ljóðað í nakrar dagar, endaði tað við, at Andras Gango skifti frá NSÍ til KÍ, sum harvið fær kapping um mál­mans­ plássið, tí Gunnar á Steig er jú har frammanundan. Andras Gango hevur síðstu tvey árini vart málið hjá NSÍ, sum nú satsar upp á sín egna Kristian Joensen. NSÍ styrkti sær annars um hópin við tveimum ungum havnar­ monnum, Óla Arge og Pál Mohr Joensen, sum felagið leigar frá HB. Báðir spældu í gjárkvøldið við NSÍ, sum í venjingardysti vann 1-0 á B68. Og sum tað síðsta, fekk EB/ Streymur undirskriftirnar frá Sorin Anghel og Arnbjørn T. Hansen, ið so­statt halda fram í Sunda­lagnum. hilmarjan@sosialurin.fo Gango til KÍ Fótbóltsglaðir føroyingar kunnu nú gleða seg til fyrst í komandi viku, tá árliga fótbóltsblaðið hjá Sosialinum kemur á gøtuna. Í komandi viku kemur væl umtókta fótbóltsblaðið Fótbólts 2012 á gøtuna. Hetta er fjúrtandi árið á rað, at Sosialurin gevur út serliga fótbóltsblaðið, sum við trivaligari upptakt hitar upp til kappingarárið, sum stendur fyri durum. Sum vant er umrøða av øllum liðunum í Effodeildini, umframt hópar og aðrar hentar upplýsingar. Allir liðskipararnir verða spurdir, hvør teir vænta gerst FM-vinnari, ársins leikari, niðurflytari o.s.fr., eins og dómararnir eru í kikar­ anum. Kvinnufótbólturin er held­ ur ikki gloymdur og fær sítt pláss í blaðnum. Fótbóltsblaðið kemur á gøt­una saman við Vikublaðnum mána­ dagin. albinus@sosialurin.fo Nú kemur Fótbóltur 2012 liðumrøður Hóparnir liðskiparar dómarar dystarskráin 2012