fríggjadagur 16. mars 2012síða 51
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 33 · 16. mars 2012
11
VIKUSKIFTI
Wolfgang Priklopil var ikki einsamallur um at burturflyta
Nataschu Kampusch og at fjala hana í meiri enn 3000
samdøgur. Tað heldur í hvussu er pápi hennara
Pápin dregur
Nataschu Kampusch
í rættin at siga
sannleikan
burturflyting
Árni Joensen
arni@sosialurn.fo
Pápin, Ludwig Koch, er so sannførdur
um, at Wolfgang Priklopil var ikki
einsamallur um burturflytingina, at
hann vil hava dóttur sína í rættin at
greiða frá sannleikanum. Tað skal hon
gera sum vitni og skal svørja eið at siga
sannleikan.
Ludwig Koch er vísur í, at Wolfgang
Priklopil var ikki tann einasti, sum visti,
hvat veruliga hendi, tá Natascha bleiv
tikin og burturflutt. Tí hevur hann
nú gjørt av at krevja vinmannin hjá
Priklopil, Ernst H., fyri ein dómstól í
Wien. Tí sum pápi vil hann hava endur
gjald fyri líðing og pínu.
– Í rættinum fær Natascha
Kampusch høvi til at siga sína hugsan
um málið sum heild. Eftir okkara tykki
visti Ernst H. um tað, sum vinmaðurin
hevði gjørt, og okkara áskoðan er tí, at
hann er samsekur í teimum líðingum,
sum vardi samfull átta ár fyri Nataschu
og hennara næstu, sigur ein av teimum
trimum samførarunum hjá Ludwig
Koch við Wien-blaðið ÖSTERREICH.
Ikki um pengar
Ígjøgnum sínar sakførarar krevur
Ludwig Koch 30.000 evrur í endurgjaldi
og 5.000 evrur til sakarmálskostnaðin.
Í endurgjaldshøpi er talan ikki um tey
stóru tølini, og Ludwig Koch hevur
eisini sagt, at málið snýr seg ikki um
pengar.
– Tann, sum heldur, at eg geri hetta
fyri at fáa pengar burturúr, er ikki heilt
rættsiktaður. Í mínari verð snýr tað seg
um sannleikan. Eg vil hava hetta mál
kannað og lýst til fulnar, so vit kunnu
leggja hetta til viks, og soleiðis at dóttur
mín kann fáa frið í sinnið, sigur Ludwig
Koch við ÖSTERREICH.
Spurdur, um vinmaðurin hjá Wolf
gang Priklopil var samsekur í burtur
flytingini, svarar Ludwig Koch, at
tað er ikki hansara uppgáva at svara
tí spurninginum. Hann væntar at fáa
svarið í rættinum, tí tá skal Ernst H.
siga sannleikan. Og tað skal Natascha
eisini, leggur hann afturat.
– Men hvat hendir, um Natascha
sýtir fyri at vitna?
– Tað áliggur einum pápa at taka
ábyrgd á seg – eisini teimum, sum ikki
síggja so nógv til síni børn. Eg geri
hetta av kærleika til dóttir mína, so vit
kunnu fáa frið, sigur Ludwig Koch við
ÖSTERREICH.
Lítið samband
Natascha Kampusch var 10 ára gomul,
tá hon bleiv burturflutt á veg í skúla
beint uttan fyri Wien í 1998. Ikki
fyrr enn átta ár seinni eydnaðist tað
henni at flýggja úr kjallaranum, sum
hevði verið hennara fongsul øll árini.
Nakrar tímar eftir, at hon var flýdd, tók
Wolfgang Priklopil lívið av sær.
Natascha Kampusch hevur alla
tíðina sagt, at Wolfgang Priklopil var
einsamallur um burturflytingina, og at
eingin annar visti, hvar hon var. Men
hon hvur ikki sannført pápa sín um
tað. Tey bæði hava ikki serliga nógv
samband við hvørt annað, og tað er
ivaleyst ein orsøk til, at hann nú dregur
hana í rættin at siga sannleikan.
Ætlandi byrjar rættarmálið síðst í
juni 2012.
(Kelda: ÖSTERREICH)
Tann 10 ára gamla Natascha Kampusch varð burturflutt um morgunin tann 2.
mars í 1998 á veg í skúla. Ikki fyrr enn tann 23. august í 2006 eydnaðist tað henni
at flýggja. Síðani hevur hon skrivað bókina »3096 dagar« um tíðina sum fangi.
Millum tey mongu, sum eysturríkska
løgreglan avhoyrdi aftan á burtur
flytingina, var Wolfgang Priklopil,
men hann bleiv tó ikki tikin. Tá
Natascha Kampusch var flýdd,
tók Priklopil lívið av sær.
myndir: polfoto