Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-16, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2012síða 50

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 33 · 16. mars 2012 10 VIKUSKIFTI greiðir frá, at har var ein eplahandlari beint við síðuna av. Í september 1971 gjørdust Sonja og René aftur foreldur, tá tey fingu yngra sonin Orlando. Sonja valdi at vera heima meðan dreingirnir vóru smáir. Men tá teir vóru farnir í skúla, fór hon at arbeiða við børnum í einum serligum hollendskum slag av frítíðarskúla. Har arbeiðir hon enn nakrar tímar um dagin, hóast hon nú er vorðin 68 ára gomul. Føroyar fána Sonja hevði nú fingið sítt egna lív við ábyrgd fyri egnari familju í Hollandi. Men sjálvsagt skuldu for­ eldur og systkin í Føroyum eiga lut í gleðini. Tí fóru Sonja og René til Føroya at vitja í 1970, eftir at tey høvdu fingið elsta sonin. Tey vóru ógvuliga væl mót­ tikin og René, sum er familjukærur, fekk gott samband við alla familjuna. Tey gjørdu tveir túrar afturat. Ein eitt sindur seinni og síðani ein í 1979. Men síð­ani 1979 hevur Sonja ikki verið í Føroyum. – Eg tori ikki at flúgva og tað er so longi at ferðast við báti til Føroya. So tað er mín skyld, at vit ikki hava verið í Føroyum so leingi, sigur Sonja. Tískil er myndin av Føroyum sum samfelag fánað nógv burtur. Hon kann ikki veruliga ímynda sær, hvussu Før­ oyar eru sum samfelag í dag. – Føroyar eru helst nógv broyttar. Eg kann ikki ordiliga hugsa mær, hvussu tað er har nú. Sjálvandi havi eg sæð myndir og hoyrt eitt sindur. Tá eg var í Havn seinast, endaði Havnin í Gunda­dali. Eg havi hoyrt, at tað nú er ein heilur býur uttanfyri. Tað kann eg ikki ordiliga hugsa mær, sigur Sonja. Varðveitt sambondini Kortini hevur hon ikki heilt mist sam­ bandið við Føroyar. – Eg kenni meg framvegis sum før­ oy­ing. Eg var jú fødd í Føroyum og var vaksin, tá eg fór hagani. So tað gloymir man ikki. Systkini í Føroyum hava øll hesi mongu árini verið bindiliðið til Føroyar. Øll uttan tvær tær elstu systrarnar hava verið í Amsterdam og vitja Sonju. Og harumframt hevur hon øll árini tosað regluliga í telefon við systkinini í Føroyum. Helst er hetta orsøkin til, at Sonja framvegis tosar flótandi føroyskt. Tó heldur hon sjálv, at man gloymir ikki sítt móður­mál, hóast uppvøksturin heima í Lopra var tvímæltur við eini mammu, ið tosaði Føroyskt og einum pápa, ið tosaði norskt. – Tað at pápi tosaði norskt, var ikki nakað, ið vit hugsaðu um. Soleiðis átti tað bara at vera. Vit svaraðu honum aftur á føroyskum, men hann tosaði altíð norskt. Men fyri okkum var tað púra natúrligt, sigur Sonja. Sonja vil fegin venda aftur til at tosa um, hvussu nógv systkinini hava vitjað hana. – Eg eri nokk so kedd um, at tann elsta systurin, Mary, ikki náddi at koma at vitja. Tí eg veit, at hon ætlaði sær at koma í summar. Men hon doyði nú í jan­uar, staðfestir Sonja. Samstundis greiðir Sonja frá, at hon er ógvuliga fegin um, at mammu henn­ ara untist at koma á vitjan. – Hon kom og vitjaði okkum sum 80 ára gomul. Hetta var eitt ár áðrenn hon doyði. Hon var farin fyri fyrstu ferð í lívinum í eitt flogfar. Hon fór til Íslands at vitja systur mína, Astrid Johannu, og tey komu síðani víðari úr Íslandi við flogfari. Mamma helt tað vera deiligt her í Amsterdam, sigur Sonja við einum væl nøgdum og glaðum smíli á varr­unum. Líkist pápa Meðan Sonja situr og greiðir frá síni lívssøgu í Hollandi og sínum sam­ bondum til familjuna í Føroyum, kemur henni til hugs, at kanska hon líkist pápa sínum rættiliga nógv. – Kanska hetta minnir eitt sindur um pabba, sigur hon og flennur smæðin. – Pappa kom kom úr Norra at seta hvalastøðina upp í Lopra. Hann skuldi eisini fara avstað aftur. Men so møtti hann mammu mínari og bleiv verandi, sigur hon við einum smíli. Tó eru søgurnar hjá teimum báð­ um ikki heilt eins. Tí pápi Sonju var til­ komin maður, tá hann kom til Føroya, og hann hevði konu og børn í Noreg. Men kortini var tað eisini Amor, ið rakti hann, og hann fór ikki avstað aftur. Hann giftist uppaftur í Lopra og fekk tíggju børn við Augustu, ið var væl yngri enn hann. Sonja, sum varð fødd í 1944, var tann yngsta. Og tá hon kom í verðina, var pápin 72 ára gamal. Kina upp í leikin Og so kemur Sonja líka í tankar um eitt afturat. Ommudótturin er úr Kina. – Tað er kanska eitt sindur stuttligt. Eg komi úr Føroyum, pápi mín var úr Norra, René er úr Surinam. Og nú hava vit fingið eitt so fantastiskt ommu og abbabarn. Ommudótturin er ættleidd úr Kina. Og hon hevur nakað so ótrúliga nógv at siga í lívinum hjá okkum. Sonja heldur tað vera nokk so stutt­ligt, at teirra lítla familja hevur so ymiskan uppruna. Men kortini eru tey ikki ymisk. Tey eru ein eind saman. Og týdn­ingurin av ommudótturini er heilt eyð­sýndur. Tað er hon, ið kemur fram um alt í løtuni. – Vit hava ommudótturina nógv, tí hon er ikki komin í barnagarð enn. Men vit hugna okkum saman við henni her í íbúðini og taka hana altíð við okkum út at ganga túrar. Tí vit eru altíð úti og ganga, tá vit hava møguleika, og tað er so hugnaligt at hava hana við, greiðir Sonja frá. Eydnusamt lív Sonja hevur veruliga verið glað. Hóast hon byrjaði eina heilt nýggja tilveru í einum fremmandum landi, so hevur henni ongantíð longst heim aftur. – Nei, tað kann eg ikki siga, at mær hevur longst aftur til Føroya. Tað hevur kenst heilt natúrligt at vera her. Tað gekk alt væl. Og tá alt gongur væl, so kenn­ist tað natúrligt. – Men sjálvsagt, so hevði eg eisini systur mína her. Vit sóust ofta, so eg hevði hóast alt onkran her heimanífrá. Eg rokni við, at tað er eitt sindur øðr­ vísi, tá tú hevur onkran heimanífrá tætt uppá, hóast tú ert burtur. Eg veit ikki. Men í øllum førum, so havi eg trivist væl her, og eg kann ikki siga, at mær hevur longst heim aftur til Føroya, stað­ festir Sonja. Tó doyði systurin Lilly av krabba í 1992. Men Sonja kann kortini gleðast um døtur Lilly, ið framvegis búgva í Amsterdam. – Vit síggjast nógv og tosa nógv saman. So eg havi eisini mína familju her. Tað er eyðsæð, at Sonju hevur trivist ógvuliga væl í hollendska høvuðs­ staðnum. Men tað er týðuligt, at býurin sjálvur eigur ikki alla æruna av hesum. Tað merkist á øllum øllum brøgdum, at tað er kærleikin til René, teir tveir synirnar og familjulívið annars, ið eru orsøkin. Tað var tann sjarmerandi René úr Surinam, ið var orsøkin til, at Sonja ikki kom heim aftur av ferð síni til Amsterdam í 1965. Her er hann á veg at heinta hana til brúdleypið. Sonja og René líta aftur á góð minni frá einum eydnuríkum lívi.