fríggjadagur 16. mars 2012síða 49
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 33 · 16. mars 2012
9
VIKUSKIFTI
Amsterdam var ein vakur býur við
fryntligum og fyrikomandi fólki og
nógvum støðum, ið skuldu síggjast og
upplivast.
Sonja gjørdi av at verða verandi í
Hollandi hjá eldru systrini í eitt hálvt
ár. Men so bleiv ikki.
Amor rakar
Eitt ár frammanundan hevði ein annar
unglingi hinumegin jarðarknøttin gjørt
av fara somu leið, sum Sonja. Tað var
hin 24 ára gamli René Ramkhelawan
úr táverandi hollendska hjálandinum,
Surinam, sum tað tá æt Hollendska
Guyana. Hann var ný útbúgvin typo
grafur. Orsakað av arbeiðsloysi í
Surinam, hevði hann gjørt av at fara
og royna eydnuna í hollendska høvuðs
staðnum.
Ferðin úr Surinam á landnyrðings
endanum av Suður Amerika til
Amsterdam var drúgv. Umleið tríggjar
vikur við ferðamannaskipi. Á vegnum
varð lagt inn í Madeira, Lissabon og
í Onglandi. Men tá hann umsíðir var
komin til Amsterdam, treivst eisini
René væl.
Ein dagin, nakað áðrenn Sonja
skuldi heim, hittust tey bæði. Tey
blivu góð beinan vegin. So mikið góð,
at Sonja gjørdi av ikki at fara heim til
Føroya, sum ætlað. Ferðin til Føroya
bleiv útsett næstan tvey ár.
– Men eg hevði lovað at koma
heim aftur. Tí mátti eg fara heim. Eg
fór heim til Føroya tvey ár seinni. Eg
minnist hendan túrin til Føroya sum
ein ræðuligan illveðurstúr, greiðir
Sonja frá.
Hon helt jól í Føroyum í 1966 og
fór beina leið aftur til stóra kærleikan
í Hollandi í januar 1967.
Gleðin er avgerandi
Tað var sjálvsagt ein undarlig kensla
fyri familjuna heima í Føroyum.
Dóttirin, sum fór at ferðast, kom ikki
heim aftur fyrr enn tvey ár eftir, at hon
fór avstað. Harafturat hevði hon boðað
frá, at nú var hon bert komin til Føroya
at vitja.
– Mamma helt tað vera keðiligt.
Hon hevði sjálvsagt helst vilja havt
meg heima. Men hon segði, at um eg
var glað og eydnusom, so var alt í lagi.
So var hon eisini glað. Og eg haldi, at
hon hevði rætt í hesum, sigur Sonja og
hyggur kærleiksfult yvir á René, sum
hevur sett seg í sofuna eitt sindur burtur
frá, fyri ikki at órógva samrøðuna.
Føtur undir egið borð
Komin aftur til Amsterdam fór Sonja
veruliga í gongd við at seta føtur undir
egið borð sum hollendskur statsborgari
og íbúgvi í Amsterdam.
Tað var skjótt, so funnu hon og René
hugnaligan og fjálgan bústað. René
hevði gott arbeiði sum typografur á
eini prentsmiðju, ið tókst við at prenta
roknskapir og annað líknandi fyri
bankaheimin. Sonja arbeiddi eisini eina
tíð. Men á grækarismessu 1968 kom elsti
sonurin, Harold, í verðina. Og summ
arið sama árið giftust tey bæði. Sonja
var nú ikki longur Sonja Andersen úr
Lopra, men Sonja Ramkhelawan, gift
og búsitandi í Amsterdam.
– Sum tað eisini sæst á myndini, so
kom René og heintaði meg til brúdleypið
við einari bukett í hondini. Vit høvdu
tað veruliga deiligt. Men vit hava ofta
flent eftir hasum eplakassanum, sum
stendur har til høgru við hurðina, at
hann skuldi vera við á einari av okkara
brúdleypsmyndum, flennir Sonja og
Sonja fór í 1965 til Amsterdam at ferðast.
Nú 47 ár seinni er hon í sama stað
Nú er tað ommudótturin, sum er ættleidd úr Kina, ið fer
við mestu tíðini og skapar gleðina í lívinum.