fríggjadagur 16. mars 2012síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 33 · 16. mars 2012
8
VIKUSKIFTI
Lívssøga
John Johannessen
johndocu@gmail.com
– Tað bleiv heilt øðrvísi enn meiningin
var. Meiningin var at fara heim aftur
til Føroya, men tað bleiv ikki soleiðis,
staðfestir Sonja við einum smíli.
Sonja Ramkhelawan, sum hon nú
eitur, situr í hugnaligu stovu síni í íbúðini
miðskeiðis í Amsterdam og greiðir liv
andi frá á reinum suðuroyarmáli. Tað
hoyrist næstan ikki, at tað eru heili 33
ár síðani, at hon seinast setti fótin á
føroyska jørð og 47 ár síðani, at hon
flutti úr Føroyum. Bert av og á hoyrist
sermerkta hollendska dialektin og bert
einstakar ferðir er neyðugt at trilva eftir
røttu føroysku orðunum.
– Eg eri vaksin upp sum tann
yngsta í einari stórari familju í Lopra.
Tað var deiligt har heima hjá okkum.
Tað var strævið, men heilt stuttligt og
hugnaligt heima hjá okkum. Eg tókst
fyri tað mesta við at hjálpa mammu
mínari. Eg var eisini í Havnini eitt
tíðarskeið, men fór so suður aftur at
hjálpa mammu mínari. Og so var tað
eitt árið, at systur mín vildi hava meg
at koma at ferðast.
Tað er týðuligt, at Sonja vil leggja
dent á, at hon hevði tað gott heima í
Lopra, sum yngst av systkinunum, og
at tað var tilvildin, ið gjørdi, at ævintýr
ferðin til evropeiska stórbýin gjørdist
ein lívsferð.
At vitja systur í húsbáti
Lilly, sum var ein av mongu eldru systr
um Sonju, hevði hitt ein hollendskan
sjómann í Føroyum og var flutt til
Amsterdam saman við honum. Á jólum
í 1965 vóru hon og maðurin í Lopra
og ferðaðust. Lilly gjørdi av at bjóða
lítlusystur at koma við teimum aftur
til Hollands at vitja. Tann unga Sonja
tók av tilboðnum, um at sleppa út at
síggja verðina.
– Lilly helt tað vera stuttligt, um eg
vildi koma ein túr við teimum. Hetta
var í januar, í sama mánaði sum eg
fylti 21 ár. Vit fóru við Drotningini til
Danmarkar. Eg minnist, at tað var púra
stilli á allari ferðini. Síðani koyrdu vit
víðari til Hollands. Tað var um náttina,
at vit komu til Amsterdam, so eg sá ikki
so nógv av býnum. Men tað gjørdi eg
sjálvandi dagin eftir. Og eg má siga, at
tað føldist heilt natúrligt fyri meg at
vera her, greiðir Sonja frá.
Tó var tað sjálvsagt stórur munur á
Lopra og Amsterdam. Og í 1965 var ikki
so vanligt, at ungar gentur fóru langt
burtur at ferðast. Men hóast hon var
langt burtur frá trygga bygdarlívinum
í Lopra, so kendi hon seg á ongan hátt
fremmanda ella einsamalla. Tó minnist
Sonja tað sum nakað sermerkt, at tey
búleikaðust umborð á einum húsbáti, ið
lá og fleyt í einari av mongu kanalunum
í býnum.
– Um eg hugsi aftur, so má eg siga,
at eg føldi meg heilt skjótt heima. Tað
var ikki so fremmant fyri meg her. Tó
var tað heilt fremmant, at systur mín
búði umborð á einum báti. Men tað
vandi eg meg heilt skjótt við. Tað var
heilt skjótt, so var tað heilt natúrligt
fyri meg. Ja, sum at búgva í einum van
ligum húsum, heldur Sonja.
Heima í Lopra hildu tey tað vera
eitt sindur undarligt at búgva umborð
á einum báti. Men tey vistu, at hetta
var natúrligur bústaðarháttur har um
leiðir.
Í 1965 fór 21 ára gamla Sonja Andersen úr Lopra til Amsterdam at ferðast.
Men tað, ið skuldi vera ein upplivingarík og spennandi feria fyri eina unga
bygdargentu úr Føroyum, bleiv nakað heilt annað. Í Amsterdam hitti hon sín
stóra kærleika úr Surinam. Nú 47 ár seinni er Sonja framvegis í Amsterdam
Ungdóms-
túrurin bleiv
ein lívsferð
Sonja og René giftust í Amsterdam 30. august í 1968. Hetta var
hálvt fjóðra ár eftir, at hon fór til Hollands at ferðast.