fríggjadagur 16. mars 2012síða 47
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 33 · 16. mars 2012
7
VIKUSKIFTI
Hvat er tað besta við starvinum?
Tað er nógv gott við starvinum. Tað, at selja
ferðir til Íslands, Føroyar og Danmark á nógvum
ymiskum marknaðum, við Norrønu, sum er einasta
ferðafólkaskipið á hesi leiðini, er ótrúliga spennandi.
Hvat saknar tú mest í gerandisdegnum?
Eg haldi ikki, at eg sakni nakað serligt í
gerandisdegnum. Eg burdi og vildi fegin
sæð meira til vinir og familju til dagligt, men
tað kann eg bara sjálv gera nakað við.
Hvat ger tú i frítíðini?
Eg brúki frítíðina saman við nærmastu familjuni
og mínum góðu vinkonum. Mær dámar væl
at ferðast, so tað geri eg sjávlandi eisini.
Hvar dámar tær best at ferðast?
Bæðir suður og norð, til frítíðardeplar og til stórbýir,
tað veldst um hvør árstíðin er, og hvørjum eg ferðist
saman við. Tað at koyra umborð á Norrøna og
byrja ferðina við at sigla til annaðhvørt Íslands ella
Danmark saman við familjuni er tó mín favorittur,
eg haldi tað er fantastist bara at verða saman, eta
góðan mat, lesa eina bók og sløkkja telefonina.
Hvat er tað besta,
tú fær at eta?
Mær dámar
ótrúliga væl fisk
og fiskaúrdráttir.
Annars dámar
mær »næstan«
allan mat. Faktist
elski eg at eta
Hvat er besti filmur tú hevur sæð?
Eg má siga akkurát sum er, eg havi
ongan »favoritt« film.
Hvør árstíðin er hin besta?
Várið er avgjørt besta og vakrasta árstíðin. Her hugsi
eg serliga um føroyska várið, sum er ótrúliga vakurt.
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpi?
Fyrst og fremst føroyskum sendingum og dokumentar
á serliga DR, men mær dámar eisini væl at hyggja
eftir enskum og skandinaviskum krimi serium.
Hvussu er títt
sinnalag?
Tað kunnu onnur
døma um
Fylgir tú væl við í samfelagsviðurskiftunum?
Ja, eg haldi eg fylgi rímiliga væl við
Um tú ikki búði í Føroyum,
hvar hevði tú so vilja búð?
Onkustaðni niðri í Evropa í einum stórbýi,
kanska London, París ella Amsterdam.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Ein sum liggur á náttborðinum beint nú er
ein roman sum eitur »Blomsternes hemmelig
sporg«, av Vanessa Diffenbaugh
Tá eg tíðliga, heilt tíðliga á
morgni fari til arbeiðis, til gongu,
altíð í myrkri og sum oftast í
illveðri, er lítið annað at hugsa
um enn at skunda sær, áðrenn
næsta ælið herjar á.
Men so ein morgun, tað var
fyrst í februar, lortaveður sum
vant, hoyrdist fuglur láta og
syngja í trøunum við ringvegin.
Tað var fløvandi. Ikki nakar
várboði, várið kemur ikki enn á
sinni, men kortini boð um onkra
jaliga broyting.
Fuglin hava eg hoyrt næstan
hvønn morgun síðani. Havi eisini
sæð hann eina ferð uppi millum
greinarnar. Síðani eru fleiri fuglar
komnir at syngja við sínum nevi.
Nú láta fuglar ikki fyri at gera
lívið lættari hjá okkum, sum
skunda undan hvirlunum millum
ælini.
Fuglasangur er deyðshóttanir
og paringarkall. Allir fuglar,
sum syngja, eru ófrættafuglar,
feigdarfuglar. Teir bjóða øðrum
fuglum av.
Tí fuglar láta og syngja fyri at
ávara og styggja aðrar steggjar.
Og teir láta og syngja fyri at
fáa ein annan fugl av hinum
kyninum at para seg við og fáa
ungar saman við. So sangurin av
fuglanevi livir so leingi lív er.
Hesir smáu songfuglarnir
hava ein ótrúligan seigan
lívsvilja. Teir lata hvørki myrkur
ella óveður kúga seg ella syfta seg
av greinini.
Har uppi í naknu greinunum,
fingradansinum í hvassa
vindinum, sita teir bara og láta.
Eina ferð, eg var í
Keypmannahavn, og sum vant
búði skitnu megin høvuðsjarn
breytarstøðina, sat ein lítil
fuglur uppi yvir durunum hjá
narkomanunum og hinum
neyðardýrunum, Hann sang og
sang. Hvønn morgun og hvønn
dag, sat hann har einsamallur
og sang. Og sangur hansara
hoyrdist væl í øllum meldrinum
av bilum og bussum og bláum
McCloudýlum og skeivum og
fullum uttangarðsfólki.
Eftir at eg byrjaði at skriva
hesa fuglafrøðiligu pinku
phdritgerð, havi eg lisið, at
vísindafólk hava kannað og
prógvað, at fuglar láta ella syngja
øðrvísi í býum enn í skóginum.
Teir syngja harðari og tí eisini
snjallari í býnum. Ikki bara allur
gangurin í býnum, men eisini
byggingin, tey høgu húsini, fáa
fuglin at skrúva upp.
Nógv hava fuglasang sum
ringitóna, hart frá, í býnum.
Eg havi annars hitt einasta
føroying, sum er eldri enn fýra ár,
og sum ikki eigur fartelefon.
Stóð og bíðaði í einum buss
skýli í Havn, ikki eftir Godot,
hann kemur ongantíð, men eftir
leið eitt ella trý, minnist ikki hvør
tað var. Hetta var ein av hasum
lorta døgunum fyri jól í fjør.
Tá eg kom í skýlið, sat har ein
ung genta, 14,15 ella 16 ár, giti eg.
Tannáringurin var ikki úr
einum heimi, har tey tosa pent
um flatskattin og skattað inngjald
og pápa teirra.
Tað sást á klæðunum, á krops
málinum, ja, á øllum brøgdum.
Vit bíðaðu leingi, vit bæði,
har vóru ikki onnur. Ikki tí at
bussurin var seinkaður, men tí
vit komu hagar millum tveir
bussar, og nógv nærri tí, sum
júst var farin. Hon skultraði sær í
sínum bíliga dýnujakka, sum var
vaskaður nakrar ferðir ov ofta og
tí ikki hevði nakran lit, sum til
bar at seta navn á.
Eina ferð, nú spyr hon: “kanst
tú siga mær, hvat klokkan er?”
Eg fór í lumman eftir
telefonini: »hon er sjey minuttir
yvir hálvgum fýra.«
Løtu seinni kom bussurin.
Hatta var so ein søgulig
hending. Einasti føroyingur,
sum ikki hevur fartelefon, ja, og
heldur einki ur. Sig so tað, ein
gráan gerandisdag í krapaevju.
Tað hoyrdi eg ongan fugl
syngja um.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Henny á Líknargøtu
lagt til rættis: Leo Poulsen
Brúki frítíðina
saman við nærm-
astu familjuni
Tað sigur Henny á Líknargøtu, sølu- og
marknaðarleiðari á Smyril Line. Henni dámar
at ferðast bæði suður og norð, og heldur, at
várið er avgjørt besta og vakrasta árstíðin. Og
stendur sjónvarp á skránni, er tað føroyskar
sendingar og dokumentarar, hon hyggur at
Songfuglar
kúra ikki
mynd: Álvur Haraldsen