Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-16, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2012síða 46

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 33 · 16. mars 2012 6 VIKUSKIFTI Bind uppá heimið TIPS FRÁ innu inna@sosialurin.fo Ferm Living hevur seinastu tíðina fingið nógva upp­merksemi fyri bundnu krakkirnar – men tey binda eisini íløt til blómur og annað. Perfekt at seta á borðið, tá ið tað er bindiklubbur. Stellið er frá asa-selection.com Andrea Williamson er úr Hetlandi og bindur bæði siðbundnar og øðrvísi lutir. Eitt, ið hevur verið nógv at sæð, eru hennara bundnu veggjaklokkur. Hon vil gera veggklokkuna bleyta. Pútur, sum síggja út sum russiskar dukkur, ger hon eisini. Far inn á heimasíðuna www. andreawilliamson.co.uk fyri at síggja ella bíleggja hennara list. Á etsy.com kann einhvør selja og keypa hondgjørda list. Ein, ið ger sera vøkur ting, er BiscuitScout. Bundna lampan og betrekkið til lenistólin eru nøkur dømi um, hvat er at síggja inni á www.etsy.com/shop/biscuitscout Lat tað verða sagt – tað er neyvan nøkur tjóð í heiminum, sum dugir so væl at binda sum føroyingar. Men onnur duga serstakliga væl at nýta hugflogið, tá tey binda. Handarbeiðsrákið, ið er í løtuni, ger at nógv stuttligt bundið er at síggja í bløðum og á messum Mittens of Mora eitur mynstrið, ið prýðir hesi vøkru bretti. Brettini koma frá Mrs Murphy. HKliving bindur gólvteppi. Hetta er 180x200 cm og kostar umleið 3000 kr.