Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-16, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2012síða 45

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 33 · 16. mars 2012 5 VIKUSKIFTI – Børn læra við at spæla og skapa, sigur rithøvundurin Rakel Helmsdal, sum nú eisini er marionettleikstjóri. Í vetur hevur hon ferðast kring landið við leikinum »Revurin við silkiturriklæðinum.« Sýningar hava verið í skúlum og barnagarðum, og um vikuskiftið verður leikurin sýndur í Sjónleikahúsinum í Havn. Karavella Marionett-Teatur Navnið hjá leikhúsinum, Karavella Marionett-Teatur, stavar frá einari hurð í Prag. Hurðin var stongd, men aðrar hurðar lótu seg upp fyri Rakel Helmsdal, og stutt eftir gjørdist føroyska Karavella Marionett-Teatur veruleiki. Ein karavell er eitt tvey- ella trýmastra seglskip, sum er serliga lætt at stýra og siglur skjótt. Karavella Marionett- Teatur er eitt einkvinnuleikhús, sum eftir ætlan skal ferðast kring landið við einum nýggjum leiki á hvørjum ári. Í ár hevur Karavella Marionett-Teatur havt 13 marionett leikarar. Ein marionett er ein dukka, sum verður stýrd við træðrum, og marionettsjónleikur er gomul siðvenja, sum kann førast heilt aftur til 2000 f.Kr. Revurin við silkiturriklæðinum Leikurin Revurin við silkiturriklæðinum er bygdur á klassiska ævintýrið hjá Charles Perrault um Køttin í styvlunum. Hendan útgávan av søguni snýr seg um seymikonudóttrina Elisu, sum júst hevur mist mammu sína. Ein revur bjóðar seg til at hjálpa henni, um hann fær tað kærasta, hon eigur: silkiturriklæðið hjá mammuni. Revurin bæði lýgur, lumpar og hóttir, men kortini er hann hetjan í leikinum. Pápi Rakel, Ole Jakob Nielsen, hevur smíðað leikhúsið, Hedvig Westerlund-Kapnas hevur leikstjórnað, Árni Baldvinsson hevur bygt pinkuljósskipanina, og Kjartan Nolsøe Jespersen hevur verið ljóð og ljóstøkningur. Leikurin var frumframsýndur á Ólavsøku 2011, og seinastu sýningarnar verða hendan mánaðin. Um vikuskifti verður leikurin sýndur í Snikkarastovu í Sjónleikarahúsinum (inngongd í kjallaranum). Sýningarnar vera leygardagin og sunnudagin báðar dagar klokkan 15 og 17.