Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-16, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2012síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 33 · 16. mars 2012 4 VIKUSKIFTI mynd: Høgni Heinesen / heinesenmyndir Samrøða Dorit Hansen post@sosialurin.fo Uppi undir loftinum skríður ein dreki, á gólvinum spæla tvær stórar kettur, og í kjallaranum niðri undir okkum sita hálvliðnir sjónleikarar og bíða eftir at fáa hár av tibetanskum lambsskinni. Vit sita inni í glasstovuni hjá rit­ høvundanum Rakel Helmsdal og tosa um ævintýr og føroyska fólka- skúlan. Rakel hevur í vetur havt fleiri skúla- og barnagarðssýningar við dukku­leikinum »Revurin við silki­turri­ klæð­inum«. Hon hevur sjálv skrivað leikritið og gjørt leikarnar, og við tveim­um hondum og einum fóti stýrir hon allari sýningini. – Børn elska góðar søgur, tey eiga at sleppa at njóta tær, uttan at vit petta tær sundur ella vísa teimum træðrirnar í dukkunum, sigur Rakel, sum ikki loyvir smáu børnunum afturum leik­ tjøldini, tá hon sýnir fram. Hon vil ikki stjala upplivingina frá teimum og heldur, at eisini í skúlanum áttu børn at fingið loyvi at liva seg inn í nýggjar veru­leikar. Kúllaligir dreingir hvørva í dukkuleiki Dukkuleikurin hjá Rakel hevur serliga verið sýndur fyri yngri børnum, men størri børn hava eisini sæð leikin og verið hugtikin av honum. – Tá eg setti leikin upp í Miðvági fyri barnagarðsbørnum, vóru nakrir størri dreingir í skúlanum, har sýningin skuldi vera. Teir blivu við at ganga uppi í, meðan eg setti upp, og órógvaðu fak­ tiskt eitt sindur. Men so segði eg við teir, at teir kundu sleppa at hyggja, um teir ikki pilkaðu við nakað. – Og teir vóru púra burtur í dukk­ unum og leikpallinum, teir spurdu og spurdu, og tá barnagarðsbørnini komu, vildu teir eisini sleppa at sita og hyggja. Ein av dreingjunum segði við meg aftaná, at tá hann fór at vera stórur, fór hann eisini at vera dukkuleikstjóri, greiðir Rakel flennandi frá. Seinni segði ein vaskikona henni, at hesir dreingirnir vóru tiltiknir fyri ikki at duga at sita stillir til nakað sum helst. Í læru hjá marionett­ makara í Prag Tá Rakel í 2010 fekk íverksetarastuðul frá Mentanargrunni Landsins, fór hon námsferð til Prag. Hon hevði leingi droymt um at stovna egið marionett­ leikhús, og Prag er heimsins marionett- høvuðsstaður. – Eg vildi hava eitt leikhús, har eg fekk gjørt alt sjálv, men allar tær dukkurnar, sum eg hevði sæð, bæði í bók­um og á netinum, vóru dukkur, sum vóru stýrdar av tveimum hondum. Og skalt tú brúka báðar hendurnar til eina dukku, er ikki lætt at hava fleiri dukkur á pallinum. Men í Prag fann hon út av, at í Eystur­evropa er tað siðvenja við ein­ hands­dukkum. Og hon fann eisini ein marionettmakara, sum sjálvur hevði havt eitt einmans marionettleikhús í fleiri ár. – Eg keypti reyða revin í Prag og fekk nógv góð ráð um, hvussu eg kundi gera dukkur og leikhús. Síðani fór eg heim aftur og gjørdi allar hinar dukkurnar í leikinum, greiðir Rakel frá. Oyðimarkagongd og ein nunna uttan rútmu Ein skuldi trúð, at ein genta, sum elskar at lesa og skriva, hevur havt eitt perlu­ lív í skúlanum, men so var ikki, sigur Rakel Helmsdal. – Mín egna skúlagongd var ein oyði­ markagongd. Tað, sum eg dugdi, hevði einki virði. Man skuldi duga tingini uttanat, og tað var ikki nakað pluss at hava eitt gott hugflog. Henni dámdi væl at lesa, men hon las bara danskt. Alt tað føroyska var gamalt og fremmant, og tað, sum var týtt, var tungt og stirvið. Stílevni sum »Mín summarferia« og »Mín jólaferia« vaktu heldur onga skrivigleði. Millum góðu lærararnar minnist Rakel nunnuna Systur Jaqueline í Sankta Frans Skúla, sum hon hevði í sangi. Nunnan hevði ongan rútmusans, men hon dugdi væl at fortelja. – Hon dugdi so ótrúliga væl at endur­siga søgur, sum hon hevði lisið. Tímarnir hjá henni eru millum bestu løturnar, sum eg minnist úr skúlanum, sigur føroyski rithøvundurin. Pápabeiggin við pappírs Shakespeare Tað, sum Rakel ikki fekk í skúlanum, fekk hon við hús. Pápin las søgur fyri henni og eggjaði henni at skriva. Og mamman hevði givið yrkingasøvn út og víst, at skriving var ein møgulig yrkis­leið. – Sum smágenta tók mamma mín meg við til dukkuleik hjá Ragnheiður Skipper og hennara Silkeborg Dukke­ teater, sum ferðaðist í Føroyum fleiri ferðir. – Ragnheiður og mamma vóru barn­ dómsvinkonur, og eg helt leikirnar vera fantastiska hugtakandi. Møguliga var hetta fyrsti spírin til marionettdreymin, sigur Rakel. Ella kanska var tað pápa­ beiggin, sum sáddi fyrsta spíran. Hann var prestur og hevði eitt flott pappírs­ dukkuleikhús heima við hús. – Hann klippti millum annað dukkur til leikin Hamlet eftir Shakespeare, síðani tók hann leikin uppá ljóðband, har øll í familjuni lósu ymiskar leiklutir inn. Og so spældi hann leikin við pappírs­dukkunum, meðan ljóðbandið koyrdi aftanfyri. Børn læra við at spæla og skapa Dóttir Rakel gongur í Frískúlanum í Havn. Har er ein helt øðrvísi undirvísing enn tann, Rakel kennir frá sínum egna barn­dómi og frá skúlagongdini hjá elsta soninum. – Elsti sonurin hevði tað lætt í fólka­ skúlanum, men fekk frið, tí hann lærdi skjótt. Av tí sama lærdi hann ikki at arbeiða og fekk eitt sjokk, tá hann kom í Hoydalar. Í Frískúlanum fáa øll børn avbjóðingar, tí hvørt einstakt barn fær síni egnu skúlating. Tey verða alla tíðina ment eitt petti longur, enn har tey eru. Og tey verða eggjað til sjálvi at skapa. Tá tey til dømis gera bókaummæli, skriva tey ikki bara um bókina, men gera eisini eina sjálvvalda verkætlan út frá bókini, skapa onkran lut, gera tekningar, og onkur hevur enntá gjørt kvæði. At gera læringina ítøkiliga er ein aðaltáttur í skúlanum. Hetta hálvárið hava tey havt havið sum tema, og tí verða lutir og hugtøk úr sjónum drigin inn í allar lærugreinar. – Tey skapa og spæla – og læra av tí sama nógv meira enn onnur børn, heldur Rakel. Lítisvirdi, men lívs- neyðugi kreativiteturin Sambært føroyska rithøvundanum, kann fólkaskúlin læra nógv av Frískúlanum. Frískúlin er øðrvísi skipaður, men eisini uttan tær stóru kollveltingarnar ber til at lata upp fyri størri kreativiteti og menn­ing í fólkaskúlanum. – Vit skulu fortelja tær góðu søgur­ nar, ikki bara greina tær og petta tær sundur. Og vit skulu loyva børnunum at fortelja teirra egnu søgur. Børn hava eitt innara ríkidømi, sum skúlin kann draga fram heldur enn køva, tí kreativiteturin er lívsneyðugur fyri bæði læringina og lívið, staðfestir Rakel Helmsdal Ketturnar á gólvinum eru sovnaðar, við køksborðið situr dóttirin og roknar saman við pápanum, og uttanfyri stóru vindeyguni í glasstovuni er lítli urta­ garð­urin nú horvin í kvøldar­myrkr­ inum. Í morgin verður aftur ein vanligur skúladagur hjá børnum í Føroyum, og um vikuskiftið fara marionett leikarnir í Karevalla Marionett-Teatrinum á pall í Sjónleikahúsinum í Havn. Skúlin eigur at lata upp fyri nógv størri kreativiteti, sigur rithøvundurin Rakel Helmsdal, sum heldur sína egnu skúlagongd verða eina oyðimarkargongd. Hetta vikuskiftið sýnir hon dukkuleikin »Revurin við silkiturriklæðinum« í Sjónleikarahúsinum í Havn Børn elska góðar søgur