Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-16, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2012síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 33 · 16. mars 2012 14 VIKUSKIFTI Botndátur frá ymsum keldum hava í nøkur ár verið nýttar til at fram­leiða botnkortini, sum eru ein grunn­leggj­ andi partur av arbeið­inum á Náttúru­ vísindadeildini á Fróðskaparsetrinum við at teldusimulera sjóvarfalsrákið og alduviðurskiftini á landgrunninum. Hesi kortini geva áhugaverda og nýggja vitan um havbotnin kring oyggj­ar­nar, sum í nøkrum førum víkja frá skúlalærdóminum, men sum eisini kunnu verða við til at lúka altjóða áset­ ingar um navngevan á hav­botn­inum. Guttagrynnan er ein ryggur Nýggju kortini eru í mongum førum munandi neyvari enn tey vanligu sjó­kort­ini. Eitt dømi er eitt stórt øki vestanfyri, ið er nevnt Guttagrynnan. At talan ikki er um eina stóra, næstan runda grynnu, sum gomlu kortini vísa, er ikki nøkur nýggjheit fyri útróðrar­ menn, sum royna á leiðunum. Heldur er talan um tveir ryggir. Annar gongur vestur úr Trøllhøvda og út í hin ryggin, sum liggur í ein norður-suður. Dýpið á leiðini er um 80 m, og stinga ryggirnir einar 15-30 m upp úr botninum. Fleiri hava ivaleyst hoyrt fiskimenn tosa um, at teir hava roynt norðuri ella vesturi í kantinum. Við nýggju kort­unum er ikki trupult at ímynda sær, hvaðani navnið kemur. Næstan all­an vegin vesturi frá Skeivabanka og eystur á Fugloyarbanka reisir ein rygg­ur seg upp til einar 30 m, áðrenn farið verður út av landgrunninum og niður í djúphavið. Endurnýtsla av gomlu fiskimiðunum Á nýggju kortunum eru nógvir kneysar og grynnur. Nógvir av teimum eru – ella rættari vóru – navngivnir við nøvnum á fiskimiðum. Fyrr vóru fiskimiðini og ikki minst ýtini til miðini at rokna sum vinnuloynidómar. Nakað av hesari vitan er fest á blað í miðabókum. Summ­ar eru enn loyniligar, aðrar eru í varð­veitslu hjá teimum avvarðandi, meðan nakrar fáar eru útgivnar. Í dag finst neyvan útróðrarbátur, sum ikki er útgjørdur við GPS og aðrari há­tøkn­iligari navigatiónsútgerð, har miðini eru longd og breidd í einum plottara. Tørvurin at navngeva miðini er ikki longur tann sami. Hóast nakrar miðabøkur eru varðveittar, so kann kortini verða trupult at finna mið­ini, tí oftani er torført at siga, hvar ýtini eru, og er hesin partur av okkara útróðrar­ mentan tí í ferð við at hvørva. Í ST skipanini er ein bólkur, The UN Group of Experts on Geopgraphical Names, sum hevur til endamáls at stimbra til at brúka neyvari og eintýðug staðar­nøvn. Seinastu árini er áheitanin víðkað til eisini at umfata havbotnin, serliga nú ið nútímans tøkni ger tað møguligt at kortleggja havbotnin eins væl og lendi á landi. Nýggju kortini gera tað møguligt at vera við til at fylgja kom­andi altjóða ásetingum og sam­stundis varðveita og brúka ein part av gomlu útróðrarmentanini. Nýggj hugsan um seinastu ístíðina? Eisini sæst ymiskt í hesum nýggju kort­unum, sum ikki heilt sampakkar við okkara vanligu fatan av, hvussu oyggjarnar eru skaptar ígjøgnum tíðir­ nar. Undir seinastu ístíð halda vit, at ein stórur partur av landinum var fjaldur undir tjúkkum ísi, sum spak­uliga flutti seg út ígjøgnum dalar og sund og út á sjógv. At so hevur verið, í øllum førum í eina tíð, er einki at ivast í. Tað eru fleiri tekin um tað kring landið. Millum tey sjónligastu prógv­ini eru ísskúraðu hellurnar oman fyri Múlavík á Eiði og beint niðan fyri lands­vegin oman fyri Kvívík. At ísurin er komin suður ígjøgnum Sundalagið og er farin eystureftir báðumegin Nóls­oynna, er helst einki at ivast í. Tað vísa grynn­ urnar, sum stinga seg eystur úr báðum endunum á Nólsoynni. Norðanfyri eru týðiligar rennur, sum liggja sum framhald av sundunum Nýggj botnkort vísa, at havbotnurin manga staðni er øðrvísi enn gomlu kortini hava givið okkum eina fatan av – eitt nú er Guttagrynnan ein ryggur, og kanska mugu vit broyta hugsan um seinastu ístíð. Nýggju kortini er úrslit av áralangari dátuinnsavnan við m.ø. rannsóknarskipinum Magnusi Heinasyni Kennir tú botnin? VITAN & vísindi Í hesi greinarøð, sum er í 10 pørtum, skriva vísindafólk á Fróðskaparsetri Føroya um evni, tey granska í. Hesaferð skrivar Knud Simonsen. Knud Simonsen Dr. Scient., lektari í havfrøði Náttúruvísindadeildin Rannsóknarskipið Magnus Heinason við bryggju. Stórur partur av dátugrundarlagnum undir nýggju botnkortunum er innsavnaður við hesum skipinum. Vaktar og bjargingarskipið Tjaldrið. Dýpdarmátingar eftir slóðini hjá Tjaldinum í ár 2000 er partur av grundarlagnum undir nýggju botnkortunum. mynd: fve.fo