fríggjadagur 16. mars 2012síða 55
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 33 · 16. mars 2012
15
VIKUSKIFTI
norðanfyri. Í fyrsta umfari kann hetta
tykjast natúrligt. Men um hugt verður
nærri eftir, so sæst, at rennurnar eru
smalastar úti á landgrunninum, og
síðani breiðkast inn ímóti landi. Á landi
vita vit, at smáir løkir so líðandi vaksa
til breiðar áir, so hvørt tær nærkast
sjónum. Er tað, vit síggja á botninum
norðanfyri, leivdir av stríðum
streymum uttan av landgrunninum og
inn ímóti landi? Kann hugsast, at talan
er um smeltivatn av stórum ísnøgdum
norðarlaga á landgrunninum undir
seinastu ístíð? Vit vita tað ikki, so hetta
eru enn bert leysar gitingar.
Nýggj botnkort,
men ikki sjókort
Hesi nýggju botnkortini, sum higar
til bert hava verið nýtt í teldusimu
leringunum av streymi og aldum á
Náttúruvísindadeildini, koma út í
næstum sum partur av nýggjari skipan,
sum er ætlað til bátar og skip, ið felagið
Munin mennir. Eisini verða innsavnaðu
dáturnar partur av grundarlagnum
undir nýggjum botnkortum, sum
Jarðfeingi er í ferð við at framleiða
til nýggja atlasið, ið NÁM eftir ætlan
gevur út í 2013.
Talan er kortini ikki um nýggj
sjókort! Fram til seinasta ársskiftið
hevði Farvandsvæsenset í Danmark
einkarættin til at gera sjókort í øllum
ríkinum. Hesin stovnurin varð endaliga
avtikin um ársskiftið, og einkarætturin
til at gera sjókort liggur nú hjá Kort
og Matrikelstyrelsen í Danmark. Hetta
merkir, at botnkortini, sum føroyskir
stovnar framleiða, løgfrøðiliga ikki
eru til at sigla eftir. Tó skal nevnast, at
Landsverk ger mátingar av dýpinum til
viðlíkahald av sjókortum í havnum og
innsiglingum.
Innsavnaðu dáturnar
Tað er Havstovan, sum hevur savnað
inn og góðskutryggjað dýpdarmáting
arnar eftir slóðini hjá rannsóknar
skipinum Magnusi Heinasyni síðani
1999 og hevur latið tey til Náttúru
vísindadeildina. Eisini eru líknandi
mátingar eftir slóðini hjá vaktar- og
bjargingarskipinum Tjaldrinum í ár
2000 og mátingar hjá Landsverki inni
á firðunum. Hetta eru alt mátingar, sum
eru gjørdar við vanligum einstrálu-
ekkoloddi.
Í savninum á Náttúruvísindadeildini
eru eisini dýpir frá sonevndum 3D
seismiskum kanningunum eystur av
Munkagrunninum og í Hetlandsrennuni.
Hetta eru sera neyvar mátingar, sum
eru tøkar fyri hvørjar 10 m í kannaðu
økjunum, sum Jarðfeingi hevur lagt til
rættis til hetta serliga endamálið.
Tøku mátingarnar hjá Landsverki
eru í stóran mun frá 1980-árunum, tá ið
Landsverk, ella Landsverkfrøðingurin,
ið stovnurin kallaðist tá, hevði bát
siglandi aftur og fram í firðunum við
10-20 m ímillum slóðirnar. Í nøkrum
støðum, serliga í havnarløgum og har
sum stórar útbyggingar hava verið, eru
slóðirnar enn tættari. Landsverk hevur
fyrr givið hesar mátingarnar út í máli
borðskortum, og tey eru eisini at síggja
á korttænastusíðuni www.kortal.fo.
Framtíðar botnkort
Í dag eru ekkolodd, sum hava fleiri
strálur og kunnu gera munandi neyv
ari mátingar. Fyri nøkrum árum síð
ani útvegaði Landsverk sær eitt av
hesum fleirstráluekkoloddunum.
Tólið hjá teimum hevur 240 strálur
og mátar neyvt í einari breiðari slóð
undir bátinum. Nýggju mátingarnar
eru so mikið neyvar, at burturblivnar
súkklur og annað burturkast, sum
liggur á botninum, síggjast á nýggju
kortunum. Útgerðin hjá Landsverki er
serliga ætlað til innaru leiðirnar og er
best egnað til dýpir grynri enn 70 m. Á
hesum dýpinum er mátaða slóðin heilar
245 m breið.
Í nýggja rannsóknarskipinum, sum
væntandi verður farið undir at byggja
í næstum til Havstovuna, er lagt upp
til, at slík útgerð ætlað til djúpan
sjógv verður ísett. Tað verður byrjanin
til næsta ættarlið av há-neyvum
botnkortum fyri føroyska sjóøkið.
Dømi um botnkort, sum er framleitt á Náttúruvísindadeildini í
sambandi við teldusimuleringar av sjóvarfalsrákinum
Dømi um uppmáting við fleirstráluekkoloddi, sum Landsverk hevur
gjørt av farmaskipinum Ólavi Gregersen, sum sakk í 1984 og liggur
á botninum við Flesjarnar í Tangafirði. Mynd: www.landsverk.fo
University of the faroe islands
mynd: landsverk.fo