mánadagur 19. mars 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. mars 2012 · Nr. 34
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Pætur Albinus
Tað var eitt skert Team Klaks
vík-lið, sum leygardagin var
á vitjan hjá oddaliðnum KÍF.
Zarko Pejovic er av persón
ligum orsøkum farin aftur til
heimlandið, men landsbróður
hansara, Filip Jojic, spældi
ein branddyst og fekk liðið at
gloyma fráveruna hjá Pejovic.
KÍF, sum eisini var nakað
skert uttan Gert og Arnbjørn
Hansen, ið spældu fótbólt
við EB/Streymi, hevði – hóast
stóra leiðslu – trupulleikar
viðat gera av við Team Klaks
vík. Stutt fyri hálvleik var KÍF
á odda 16-12, men eitt gott hál
hjá klaksvíkingum stutt fyri
hálvleik syrgdi fyri, at KÍF
bara var á odda 16-15 í hálvleik
inum.
Koppaðu dystinum
Team Klaksvík tók góðu gongd
ina við sær í seinna hálvleik og
vóru teir á odda bæði 21-20 og
26-24, men tá vaknaði KÍF og
megnaðu teir eftir ein javnan
dystarenda at koppa dystin
til sín fyrimun, soleiðis at teir
vunnu tepurt 31-30.
Filip Jojic var ein sannur
einmansherður hjá klaksvík
ingum og skeyt ikki færri enn
16 mál.
KÍF – Team Klaksvík
31-30 (16-15)
KÍF: Andrias Nielsen (9)
Nicklas Selvig (8) Hans Áki
Dal-Christiansen (4) Hans
Eli Sigurbjørnsson (2) Gert
Hansen (2) Niklas Reginsson
(1) Tony Weyhe (1) Ási Dam (1)
Rógvi Weyhe (1)
Útvísingar: 3 x 3min.
Team Klaksvík: Filip Jojic
(16) Sámal T. Olsen (5) Beinur
Heðinsson (3) Dánjal Kjærbo
(3) Hanus Norðberg (2) Jón
Jacobsen (1)
Útvísingar: 2 x 2min.
albinus@sosialurin.fo
Tepur
sigur til
oddaliðið
Hondbóltur Filip Jojic hjá
Team Klaksvík var við sínum 16
málum um at koppa oddaliðnum
KÍF, men kollfirðingar vunnu
at enda tepurt 31-30
Atlantic Airways Deildin menn
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 KÍF
21
584
472
112
38
2 VÍF
21
570
548
22
26
3 H71
18
488
474
14
22
4 Neistin
20
538
528
10
20
5 Team Klaksvík
19
515
561
-46
12
6 StÍF
20
478
534
-56
12
7 Kyndil
21
489
545
-56
10
Pætur Albinus
Tað hevur ikki verið nógv at fegn
ast um hjá Kyndli hetta kapp
ingarárið, og hava teir eisini ligið
rímiliga greitt á aftasta plássi.
Avgjørdi
stuðulsleikari
teirra,
Miroslav Vladkov, er skaddur og
var eiheldur við í útidystinum
ímóti StÍF sunnudagin, men ungu
kyndilsmenninir løgdu líka í og
vunnu dystin greitt. Eftir at hava
verið á odda 15-9 í hálvleikinum,
vunnu teir dystin 29-22 og hava
teir nú møguleikan at lyfta seg av
aftasta plássinum. Teir eru nú bara
tvey stig aftanfyri Team Klaksvík
og júst StÍF.
StÍF – Kyndil 22-29 (9-15)
StÍF: Marius Joensen (5) Pætur
Joensen (4) Jón Rasmussen
(3) Steinar Prestá (3) Leivur
Justinussen (3) Allan Norðberg
(2) Høgni Jensen (1) Jógvan G.
Joensen (1)
Útvísingar: 1 x 2min.
Kyndil: Ludvík Súnason (8) Julian
Johansen (7) Andrias Sólsker (5)
Hans Arni Thomsen (3) Frank
Askildsen (2) Rógvi D. Christiansen
(2) Kristoffur Kristoffersen (2)
Útvísingar: 1 x 2min.
albinus@sosialurin.fo
Pætur Albinus
Fyri at halda fast um fjarstøðuna
niður til H71, hevði VÍF næstan
ein sigur fyri neyðini, men neyvan
skuldi tað vera lætt ímóti Neist
anum, sum hóast alt ov nógvar
heilabløðingar kunnu bíta frá
sær. Og tað gjørdi Neistin henda
dagin. Teir løgdu seg alt fyri eitt á
odda ímóti VÍF, sum við einari sera
tunnari verju og ivasomum mál
mansavriki hevði tað trupult og
kom at renna aftaná allan dystin.
Komnir langt á odda gjørdist
verjan hjá Neistanum eisini nak
að sløk, og var hetta við til at lata
dyrnar upp fyri nógvum málum.
Neistin var á odda 19-17 í hálvleik
inum.
Meistaraspæl – ov seint
Málini skolaðu inn av øllum pláss
um tá ið Neistin setti eitt álop upp,
og er tað ikki ov nógv sagt, at talan
var um meistaraspæl, men ov seint
er hjá Neistanum. Ov nógv ábyrgd
hvíldi á herðunum hjá skjúttanum
Sámali Joensen hjá VÍF og var
liðavrikið ikki serliga gott, somu
leiðis sum tunna verjan púra av
gjørt tapti dystin.
Neistin var á odda allan dystin
á tamb og endaðu teir við at vinna
heili 43-33. Neistin hevur helst
longu spælt sær av við møguleikan
at røkka FM-finaluni, men tapið
kann hava nógv at siga fyri VÍF, ið
bara er fýra stig frammanfyri H71,
sum tó hevur spælt tríggjar dystir
færri. Hin fyrsta av hesum dyst
unum spæla teir í kvøld, tá ið Team
Klaksvík kemur á vitjan.
Neistin – VÍF 43-33 (19-17)
Neistin: Heini Hanusarson
(8) Finnur Hansson (8) Josef
Abrahamsen (7) Jákup Apol (6)
Andras Joensen (4) Jugoslav
Djumic (4) Teitur Magnusson (2)
Terji Mørk (2) Beinir í Ólavsstovu
(1)
Útvísingar: 5 x 2min.
VÍF: Agnar Joensen (6) Holgar
Durhuus (6) Sámal Joensen (4)
Bjarti Hansen (4) Joen P. Høgnesen
(3) Andrias Eriksen (3) Magnus á
Rógvi (3) Regin Joensen (1) Jákup
A. Joensen (1) Sámal J. Djurhuus (1)
Áki G. Olsen (1)
Útvísingar: 3 x 2min.
albinus@sosialurin.fo
So vann Kyndil
Hondbóltur Menninir hjá Kyndli høvdu tapt fimm
dystir á rað, áðrenn teir sunnudagin vunnu 29-22 á
StÍF og nú kunnu lyfta seg av aftasta plássi
Meistararnir
vundu burturúr VÍF
Hondbóltur Neistin vann heili 43-33 á VÍF og
hevur H71 nú møguleika at hála inn á VÍF í tætta
stríðnum um seinna FM-finaluplássið
Mynd: Álvur Haraldsen