Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mars 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 19. mars 2012 · Nr. 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Sunset Deildin kvinnur nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 Neistin 22 697 518 179 38 2 Stjørnan 21 552 490 62 30 3 VB 21 535 487 48 28 4 Kyndil 22 589 550 39 21 5 VÍF 21 513 560 -47 15 6 StÍF 21 491 537 -46 14 7 Tjaldur 22 492 727 -235 4 Pætur Albinus Eftir at hava stríðst fyri lív­ inum størsta partin av kapp­ ingarárinum, hava tær lokalu genturnar úr StÍF vunnið tríggjar av seinastu fimm dyst­ unum. Sunnudagin vunnu tær á heima­vølli tepran 21-20-sigur ímóti Kyndli. Havnargenturnar vóru annars á odda 9-7 í hálv­ leikinum og 12-8 stutt eftir hálv­leikin, men eina løtu mið­ skeiðis í seinna hálvleiki kom StÍF væl við aftur og vóru tær eisini stinnari í sjálva endanum av dystinum, har tær megnaðu at koppa dystin til sín fyrimun og vunnu við einum máli, nevniliga 21-20. Við sigrinum hótta tær nú VÍF við at taka 5. plássið frá teimum, meðan Kyndil fram­ vegis liggur í onga­manna­landi á fjórða plássi. StÍF – Kyndil 21-20 (7-9) StÍF: Rebekka Justinussen (10) Fríðrún Danielsen (6) Birita Poulsen (3) Jóhanna í Króki (1) Oddrún Danielsen (1) Útvísingar: 5 x 2min. Kyndil: Ásleyg Súnadóttir (6) Anja Heinadóttir (5) Guðrið G. Eystberg (5) Randi S. Wardum (2) Jórun S. Ludvig (1) Súsanna Petersen (1) Útvísingar: 1 x 2min. albinus@sosialurin.fo StÍF vinnur aftur Hondbóltur Kvinnurnar hjá StÍF hava havt tað trupult í ár, men seinastu tíðina hava tær trivið í fleiri og fleiri sigrar. Sunnudagin vunnu tær 21-20 ímóti Kyndli Pætur Albinus Tað hevur ikki verið nógv at fegn­ ast um hjá kvinnunum úr VÍF, sum í síðstu viku vunnu sín fyrsta sig­ ur í tveir mánaðir. Sunnudagin hittu tær oddaliðið Neistan, og megn­aðu tær eisini leingi at spæla fult upp við greiða oddaliðið. Tær settu álopini væl upp og spældu seg ígjøgnum, somuleiðis sum tær í verj­uni høvdu gott tak um og eitt nú mans­vardu Neista-stórskjúttan, Barbaru Brauer. Hjá Neistanum var tað serliga spælskiparin Bára Hansen, ið bant spælið væl saman og leikti ein sera góðan dyst. Fyrri hálvleikur var sera javnur, men var tað VÍF, sum hevði munin í hálvleikinum, og sluppu tær til hálvleiks á odda 14-13. Góð løta avgjørdi Í seinna hálvleiki helt javna gongd­ in áfram, men leingi sá út til, at VÍF framvegis hevði munin. Tær vóru á odda 20-18, men við støðuna 22-22 tipti Neistin fullkomiliga í verjuni og steðgaði hetta av álvara einum annars væl koyrandi VÍF-liði. Eitt skifti upp á sjey minuttir ímóti dystarenda vann Neistin heili 7-0, og tá hevði oddaliðið úr deildini eftir tógvið stríð loksins rist tær arg­andi vestmannagenturnar av sær. Neistin rør framvegis sín egna sjógv ovast á stigatalvuni, meðan VÍF – hóast gott spæl – aftur vendir rygg til eitt tap, sum hevur verið at kalla gerandiskostur seinastu tveir mán­aðirnar. Neistin – VÍF 33-26 (14-15) Neistin: Nicoleta R. Hansen (8) Barbara Brauer (7) Annika Thomsen (5) Jacklin Durhuus (5) Marjun Danberg (4) Bára Hansen (3) Birita Wardum (1) Útvísingar: 2 x 2min. VÍF: Liljan Djurhuus (8) Simona Iacob (6) Agnas Olsen (4) Torgunn Johansen (3) Linda Davidsen (2) Tóra Seloy (1) Jóhanna Gunlaugsdóttir (1) Útvísingar: 3 x 2min. albinus@sosialurin.fo Pætur Albinus Tær úr VB avgjørdu í grundini dystin í Runavík alt fyri eitt og loyvdu ikki Tjaldur at spæla við fyrstu løtuna. Eftir fyrstu 10 min­ utt­ir­nar var VB nevniliga á odda heili 7-0, og tá gjørdist ov tungt at koma aftur hjá runavíkingum, sum hava havt tað trupult í ár. VB spældi við einari álops­kend­ ari verju og hepaðist tað væl. Hálv­ leiksstøðan var 16-10 til VB. Veteranurin á odda Í seinna hálvleiki helt leiðslan sær og Tjaldur megnaði ongantíð at hótta VB. Serliga var tað veteran­ urin hjá VB, stórspælandi Gurið K. Mortensen, sum gjørdi av við Tjaldur og skeyt fleiri enn helvt­ina av málunum, VB fekk – nevn­iliga 16 av málunum í trygga 30-24-sigr­ inum. Seinasta korterið av dyst­ inum lat VB-venjarin, Kári Horn, allar tær ungu á liðnum at sleppa at royna seg. Við sigrinum heldur VB fram­ vegis lív í FM-vónini og er tvey stig aftanfyri Stjørnuna, meðan Tjaldur við enn einum tapi bara má stað­ festa, at tað er einsligt í botn­inum. Tjaldur – VB 24-30 (10-16) Tjaldur: Adina Petrea (9) Heidi Sevdal (5) Alina Olaru (3) Sólfríða Pattinson (2) Rannvá Jacobsen (2) Ansy Sevdal (2) Barbara Nygaard (1) Útvísingar: 4 x 2min. VB: Gurið K. Mortensen (16) Helga E. Kjærbo (5) Rannvá Johannessen (3) Natasha Ivanovski (2) Bjarta Hergeirsdóttir (1) Útvísingar: 4 x 2min. albinus@sosialurin.fo VB heldur lív í FM-vónini Hondbóltur Hóast Stjørnan er tvey stig frammanfyri VB og liggur betur fyri í mun til FM-finaluna, so ger VB alt fyri at hanga í. Sunnudagin vunnu tær 30-24 á Tjaldur Neistin risti VÍF av sær Hondbóltur Tað var seinasta løtan av dystinum, sum bjargaði oddaliðnum Neistanum ímóti einum vælspælandi og hóttandi VÍF-liði. VÍF hevði fyri tað mesta munin, men Neistin vann at enda 33-26 Mynd: Álvur Haraldsen