mánadagur 19. mars 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. mars 2012 · Nr. 34
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
At høllin í Sørvági ikki er stór,
bleiv helst undirstrikað meira enn
nakrantíð undan finaludystinum
í gjárkvøldið, tá mesta umrøðan
snúði seg um, hvussu nógvir áskoð
arar sluppu inn og ikki. Men um
høllin er í minna lagi, so bilar spæl
inum hjá SÍ einki, tí í stødd og vavi
var tað næstan tað einast, ið var at
síggja í dystinum ímóti Mjølni.
Klaksvíkingar komu í finalunar
burtur úr mestsum ongum, tá teir
millum annað í Sørvági vunnu á SÍ,
men í gjárkvøldið var ikki nógv at
síggja til tað spælið, ið mundi liggja
sum grund. Tvørturímóti var tað SÍ,
við framúrskarandi Nicola Kapric á
odda, ið sat á tí heila frá byrjan til
enda.
Alt tað fyrsta settið var SÍ á
odda og vann rímiliga lætt, og
tað sama sá tað út til at gerast í
øðrum setti, tá SÍ var á odda 18-5,
men so steðgaði upp. Mjølnir tók
av, men fekk ikki gjørt tær stóru
skreytirnar, tí munurin var longu
blivin ov stórur. Sama var í triðja
setti, at SÍ fór langt framum og tók
bæði sigurin og mótið frá Mjølni.
Dysturin í Sørvági gjørdist
ongantíð spennandi, tí til tað spældi
SÍ alt ov væl og Mjølnir ov illa. Her
var onkuntíð í longum løtum stórur
munur á liðunum, so Mjølnir fær
sítt at síggja til undir venjing hesa
vikuna, skal finalan vendast til
egnan fyrimun. Í gjárkvøldið sá ikki
út til, at Mjølnir hevur tað, sum skal
til, men skjótt kann skifta.
Mest sannlíkt er tó, at hetta
mundi vera næstsíðsti mansdyst
urin hetta kappingarárið, tí SÍ hevur
so góða styrki og breidd, at stórur
møguleiki er fyri, at liðið stendur
sum greipuvinnari leygardagin á
Eiði.
hilmarjan@sosialurin.fo
SÍ-Mjølnir 3 - 0 (25-20, 25-16, 25-14):
SÍ í stórum stíli
Mansflogbóltur SÍ var klárt betra liðið í Sørvági í
gjárkvøldið, tá Mjølnir vitjaði, og nógv skal vera øðrvísi
leygardagin, skal SÍ ikki longu tá standa sum greipuvinnari
Hilmar Jan Hansen
– Eg má siga, at eg hevði væntað
meira av Mjølni og ein tættari
dyst. Hetta líktist nógv steypa
finaluni, so tað var stórur munur
á liðunum, sigur Jón Joensen úr
SÍ.
– Tað gekk væl hjá okkum,
og vit fingu nógvar blokkar og
álopið koyrdi væl. Hinvegin
høvdu teir ringa móttøku og
fingu ikki spælið hjá sær at
koyra.
Hóast
greiða
sigurin,
so
sigur Jón, at okkurt allíkavæl
er, sum kann rættast og betrast
til leygardagin, tá liðini hittast
aftur á Eiði:
– Ja, sjálvt um vit vunnu 3-0,
so var okkurt, ið kundi verið
betri, og tað skulu vit so gera
okkurt við. Men eg haldi, at vit
sum heild spæla betur saman
sum eitt lið, og bæði móttøkur og
álop hjá okkum eru betri, sigur
hann.
– Mjølnir hevur stórar roynd
ir, tí talan hevur verið um sama
liðið í fleiri ár. Men eg vil siga, at
vit kanska eru blivnir tað betri,
heldur enn at teir eru blivnir
veikari.
hilmarjan@sosialurin.fo
Væntaði
meira
Hilmar Jan Hansen
– Sálarligi munurin var tann
størsti í kvøld, haldi eg. Tað var
tungt at spæla, tí vit vóru alla
tíðina langt aftanfyri, og tað
er sálarliga slítandi, sigur Jón
Syderbø úr Mjølni.
– Vit gjørdu fleiri feilir enn
SÍ, tí vit fingu ikki móttøkuna
at rigga og fingu av tí sama
einki álop heldur. Vit mugu
arbeiða við hesum ta komandi
vikuna, so vit eru klárir aftur til
leygardagin.
Samstundis ásannar Jón, at
FM-finalurnar tíbetur eru best
av trimum, so teir hava vónina
enn:
– Bara tað, at vit komu í
finaluna, er eitt sindur óvæntað,
men nú tá vit eru her, so fara
vit heldur eftir gullinum enn
silvurinum,
sigur
hann
og
undirstrikar,
at
nógv
kann
henda.
– SÍ hevur ein nokk so góðan
útlending og nokk so breiðan
bonk og góða rutinu. Vit hava
ikki
somu
breiddina,
men
nógvar royndir, og vit hava víst
í síðstuni, at tá vit spæla væl, so
steðgar eingin okkum.
hilmarjan@sosialurin.fo
Fleiri
feilir