mánadagur 19. mars 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 19. mars 2012 · Nr. 34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Mjølnir-Fleyr 3-2 (25-27, 25-19, 25-18, 24-26, 15-8)
Bleiv sum væntað
Hilmar Jan Hansen
FM-finalan hjá kvinnunum er
ein endurtøka av henni í fjør, tá
Mjølnir vann eftir tveimum dystum
á Eiði. Nú var fyrsti dysturin í
Badmintonhøllini í Klaksvík, og
liðini løgdu út við einum braki
av einum fimmsettara, har tað í
tveimum av settunum varð farið
útum 25 bóltar, áðrenn avgerðin
fall.
Fleyr legði bragdliga fyri og
vann fyrsta sett, men í øðrum og
triðja setti var Mjølnir betra liðið.
Tó var ein keðilig hending fyrst í
øðrum setti, tá Sóley M. Petersen
koykti sær fótin og noyddist at
vera áskoðari restina av dystinum.
Fyrstu bóltarnir eftir hetta vóru
kanska eitt sindur nervøsir, men
so tóktist tað, sum Fleyr fekk lagt
hetta aftur um bak.
Í fjórða setti var spennandi nokk
so leingi, tí liðini fylgdust, men tá
Mjølnir ímóti endanm fór avstað,
sá tað út til at gerast avgerðin í
dystinum. Men hóast Mjølnir var á
odda 22-17 og 24-22, megnaði Fleyr at
reisa seg og enda við at taka settið,
so nú stóð á jøvnum í settum, 2-2.
Fleyr sá út til at vilja halda fram
frá góðu vendini í fimta setti og
legði seg á odda, men nú var tað
hinvegin Mjølnir, ið kom afturíaftur
og fekk smoygt sær framum og
hildið leiðsluna. Við einari øgiliga
røð av góðum servum endaði tað
við, at Lena í Buð mestsum servaði
Mjølnir á mál, og so var fyrsti
sigurin í FM-finaluni komin til
høldar.
Onkursvegna
minnir
hetta
um í fjør, at Mjølnir vinnur fyrstu
finaluna í einum spennandi dysti
ímóti Fleyr, men nú fæst so at
síggja, um Fleyr hevur vunnið sær
sálarligu styrkina til at svara aftur,
tá annar dysturin verður spældur á
Eiði leygardagin.
hilmarrjan@sosialurin.fo
Mugu flyta trýstið
Mjølnir munin
í fimmsettara
Kvinnuflogbóltur Finalan millum Mjølnir og Fleyr var
bæði góð og undirhaldandi, og fimm sett skuldu til, áðrenn
Mjølnir hevði vunnið og tikið fyrsta stikkið í finaluni
Hilmar Jan Hansen
– Vit eru nummar tvey og verða
ikki verri enn tað. Tí eigur
trýstið ikki at liggja á okkum,
men á Mjølni, so tað vóni eg ger
seg galdandi leygardagin, sigur
liðskiparin hjá Fleyr, Rakul
Dalsgaard-Jakobsen.
– Tað hevur ferð eftir ferð
víst seg, at vit spæla best, tá vit
ikki kenna, at nakað trýst liggur
á okkum. Vit hava havt eitt fínt
kappingarár, sum vit kunnu vera
nøgdar við, so tí skulu vit ikki
hugsa so nógv um at vinna, men
bara spæla okkara spæl.
Ofta
verður
sagt
um
kvinnurnar hjá Fleyr, at tær
ikki megna sálarliga at spæla
teir stóru dystirnar, har nakað
stendur upp á spæl, men Rakul
heldur, at tær duga betur og
betur at taka tær støðurnar.
– Nú er skjótari hjá okkum
at koma upp úr aldudalinum,
enn tað hevur verið. Vit eru
tilvitaðar um tað, og vit vita,
at tá vit fara niður, so rýkur
kommunikatiónin á liðnum, og
tað hava vit ikki ráð til, sigur
hon.
– Í gjár vóru tað serliga
annað og triðja sett, har tað ikki
gekk væl hjá okkum, og kanska
kløkkaði tað okkum eisini, at
vit mistu ein spælara við skaða.
Men avloysarin gjørdi tað fínt,
so eg haldi ikki, at tað hevði
so nógv at siga fyri endaliga
úrslitið.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
– Dysturin ímóti Fleyr bleiv
akkurát so javnur og spennandi,
sum eg hevði væntað, enntá við
fimm settum, sigur liðskiparin
hjá Mjølni, Eina Kalsø.
– Eitt sindur sjáldsamt var tað
kanska, at vit vóru frammanfyri
í øllum settunum, enntá fimm
stig í tí eina, men taptu allíkavæl
tvey av teimum.
Eina
læt
væl
at
servutrýstinum hjá Mjølni, men
heldur, at tað eisini kan vera
størri, umframt at tær í Mjølni
mugu vera klárar til tey lobbini,
tær í Fleyr koma við av og á.
– Sum heild haldi eg, at tað sá
gott út hjá okkum, og eg haldi,
at vit upp á ein máta hava fleiri
streingir at spæla uppá. Liðini
eru annars kanska ikki ólík, tí
bæði hava gott álop og høgan
blokk, sigur hon.
– Tað sálarliga ger eisini sítt,
og eg haldi, at tær siga tað eisini
sjálvar, at tá tað stendur á, fer
psykan hjá teimum. Vit líkasum
tora betur at vinna, meðan tær
ikki hava roynt tað. Eg haldi, at
vit eru bestar, tá tað stendur eitt
sindur á.
hilmarjan@sosialurin.fo