Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mars 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. mars 2012 · Nr. 34 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Yngru føroyameistararnir Flogbóltur Fríggjakvøldið og leygardagin vóru FM-finalurnar hjá teimum yngru liðunum spældar í ítróttarhøllini í Trongisvági, har taraflex-gólvið var lagt á Hilmar Jan Hansen Seinnu árini hevur ítróttarhøllini í Trongisvági ofta verið miðdepilin, tá avgerandi dystir skulu spælast í yngru deildunum í flogbólti, og so var eisini um vikuskiftið. Serliga taraflex-gólvið hjá Flog­ bólts­sambandinum, ið er altjóða viðurkent, var lagt á í høllini í Trongis­vági, og so varð annars spælt av lívsins kreftum. Longu fríggjakvøldið vóru final­urnar hjá kvinnu- og mans­ unglingum avgreiddar, tí onkrir spælarar eisini skuldu spæla FM- final­ur í Eik-liguni, og so vóru ann­ ars finalurnar hjá 14 og 16 ára gomlu gentunum og dreingjunum spældar leygardagin. Endin var, at TB, Fleyr og SÍ vunnu hvør síni tvey meistaraheiti. Sum vant, vórðu besti spælarar kosnir á báðum liðum í finalunum. Hjá kvinnuunglingunum vann TB 3-0 á Fleyr, og settúrslitini vóru 25-18, 25-18 og 25-22. Besti spælari hjá TB var Rannvá Berg í Heiðinum og hjá Fleyr var tað Eyð G. Magnusen. Og hjá mansunglingunum var finalan eisini millum TB og Fleyr, og her vann TB 3-2 í einum sera spennandi fimmsettara, har sett­ úrslitini vóru 21-25, 25-19, 25-21, 19-25 og 15-11. Bestu spælarar vóru Poul Ingason úr TB og Bjarki Enni úr Fleyr. Í deildini gentur 16 ár vann Fleyr 3-1 á ÍF, og settúrslitini vóru 25-17, 25-16, 13-25 og 25-17. Her vóru bestu spælarar Eva W. Nagata úr Fleyr og Hanna Poulsen úr ÍF. Og hjá dreingjum 16 ár vann SÍ í finaluni 3-1 á Ternuni, við sett­ úrslitunum 22-25, 25-16, 25-21 og 25- 22. Bestu spælarar vóru John Olivar Edvardson úr SÍ og Johannus Hansen og Ternuni. Hjá gentum 14 ár vann Fleyr 3-0 á Drátti, og settúrslitini vóru 25-19, 25-22 og 25-23. Bestu spælarar vóru Magnhild Jacobsen úr Fleyr og Barbara Poulsen úr Drátti. Og í deildini dreingir 14 ár vann SÍ 3-0 á TB við settúrslitunum 25- 10, 25-16 og 25-23. Her vóru bestu spælarar Teitur Andersson úr SÍ og Andreas Jacobsen úr TB. hilmarjan@sosialurin.fo Kvinnuunglingar: TB Gentur 16 ár: Fleyr Gentur 14 ár: Fleyr Mansunglingar: TB Dreingir 16 ár: SÍ Dreingir 14 ár: SÍ