mánadagur 19. mars 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 19. mars 2012 · Nr. 34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Rólant Waag Dam
Stórsteypadystur. Tað er ikki hiss
ini heitið til ein dyst. Liðini, ið dyst
ast skulu, eru heldur ikki hvør sum
helst. Meistararnir í móti steypa
vinnarunum. Í so máta er uppleggið
til dystin gott. Heimasíðan hjá B36
skrivar eisini, at stórsteypadysturin
»markerar byrjanina til eitt nýtt
kappingarár«. Tað er ein ávísur
sannleiki í hesum, men, tíverri, er
dysturin ikki meira enn ein væl-
meintur venjingardystur, har yvir
skotið fer til vælgerandi endamál.
Bragdligir meistarar
Sjálvur dysturin var tvíbýttur.
Meistararnir B36 áttu fyrra hálvleik
og steypavinnararnir EB/Streymur
seinna. Tað var tíðliga, at B36 setti
seg
á
miðvøllin.
EB/Streymur
hevði tríggjar menn sentralt, Gert
Hansen, Sorin Anghel og Niels
Paula Danielsen, men tað var ikki
nóg mikið til at koppa Inga Højsted
og Klæminti Matras.
Samstundis spældi liðfelagarnir
hjá Inga og Klæminti skjótt og
væl, umframt at teir vóru raskir
at pressa sundalagsmenn soleiðis,
at tað sjáldan eydnaðist hesum at
flyta bóltin sína millum meiri enn
tríggjar ferðir, áðrenn teir aftur
vórðu tiknir av ræði.
Hetta gav B36 fleiri fínar møgu
leikar, men tað gav bara av at býta
einaferð. Í samband við hornaspark
var Símun Joensen maðurin, sum
setti bóltin í netið.
1-0 var eisini hálvleiksstøðan. Í
bygdaskýlinum í steðginum ásann
aðu flestu sundalagsfólkini, at B36
var munandi betra liðið fyrstu trý
korterini. Samstundis mintu tey
eisini hvønn annan á, at tað fór at
verða øðrvísi, tá Pauli G. Hansen
og Levi Hanssen eru við aftur, og
at Pætur Dam Jacobsen sjálvandi
skuldi verið settur inn at fáa skil á
miðvøllin.
Hinumegin vøllin skiftust tey
um at geva hvørjum øðrum herða
klapp. Tað kundu tey eisini saktans.
Meistararnir spældu, ítróttarligu
støðuna
tikið
til
eftirtektar,
meistarliga. Hetta enn tá uttan
at menn sum Jákup á Borg, Súni
Olsen og Atli Danielsen høvdu
verið á vøllinum. Eisini Símun
Hansen byrjaði á beinkinum og
Heini í Skorini, sum hevur meitt
sær hondina, var als ikki við.
Kletturin á miðvøllinum
Seinni hálvleikur var ikki nógvar
minuttir gamal, tá viðhaldsfólkini
hjá teimum hvítu máttu gevast
við klappa hvønn annan á ryggin,
og fjeppararnir í bygdaskýlinum
byrjaðu at gníggja sær um hend
urnar. Pætur Dam Jacobsen var
komin á vøllin og hann setti seg á
miðvøllin. Við honum á odda vann
EB/Streymur seg ikki einans inn
í aftur dystin, men í síðsta enda
vunnu teir eisini dystin.
Pætur spældi ein ógvuliga sen
tralan leiklut á liðnum hjá EB/
Streymi í fjør, og hevur hann ment
seg til at vera leiðarin á miðvøll
inum, sum EB/Streymur onkurs
vegna hevur saknað síðani Ronnie
Samuelsen gavst í 2007.
Við honum trinu menn, sum
higartil høvdu verið lutfalsliga
ósjónligur, í karakter. Hans Pauli
Samuelsen javnaði eftir langt og
frálíkt EB/Streyma-álop. Arnbjørn
Hansen syrgdi fyri, at Høgni
Eysturoy varð vístur av vøllinum
umleið eitt korter fyri leiklok, tá
hann dróg inn í vøllin við bóltinum,
inn fyri Høgna Eysturoy og síðani
fór um koll. Gløkt álopsspæl, frí
spark og útvísing til Høgna. Og í
yvirtíðini var Arnbjørn aftur fram
við. Úr spískum setti vandamikli
kollfirðingurin fótin á innlegg,
sum hann onkursvegna fekk stýrt
í netið.
Fótbóltsárið byrjað
Málið hjá Arnbjørn var so at siga
seinasta sparkið í dystinum. Løtu
seinni kundi ein bygdarmaður
hansara, Marni Djurhuus, lyfta
steypið frá Lions og Fótbóltssam
bandinum upp um høvd. Og hóast
bæði steyp og medaljur, so var løtan
á ovara vølli í Gundadali ikki meiri
hátíðarlig ella festlig enn onkur
tilvildarligur stevnudystur. Men
fótbóltsárið er við hesum byrjað og
tað er at fegnast um. Tað sama eru
innkomnu krónurnar, sum Lions
letur til vælgerandi endamál.
rolant@sosialurin.fo
STÓRSTEYPADYSTUR
B36 – EB/Streymur 1-2 (1-0)
Tvíbýttur dystur um stórsteyp
Fótbóltur B36 spældu sum teir meistararnir, teir eru, inn til Pætur Dam Jacobsen kom á vøllin fyri
EB/Streym. Hann vann slagið um miðvøllin, sum í síðsta enda tryggjaði EB/Streymi sigurin
Miðvallarstríð
Miðvallarstríðsmenninir Sorin Anghel og Símun Hansen kappast
um bóltin. B36 vann fyrra hálvleik og EB/Streymur seinna
Myndir: Sofus D. Johannesen