mánadagur 19. mars 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. mars 2012 · Nr. 34
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Pætur Albinus
Tað var í heyst í fjør, at smærru
havnafeløgini, FC Hoyvík og FF
Giza, tóku samráðingar upp um
eina samanlegging, og seinni í vet
ur í fjør komu tey ásamt um at sam
starva og síðani seinni eftirmeta,
um ein samanlegging skal gerast.
FF
Giza,
sum
er
sprottið
burturúr gamla felagnum NÍF, er
eitt ungt felag, sum í fjør hevði fýra
manslið og eitt kvinnulið meldað til
landskappingina. Fremsta manslið
felagsins tryggjaði sær uppflyting
til triðbestu deildina, og somuleiðis
sum gamla Bóltfelagið Fram, FC
Hoyvík, flutti niður úr 1. deild í 2.
deild, valdu feløgini at samstarva.
Samstarv styrkir
Tað er júst hetta við at feløgini
í einari samantvinning kunnu
styrkjast sum eitt felag, ið hevur
vigað nógv undir samráðingunum
hjá feløgunum báðum.
- Vit hildu hetta ljóðaði spenn
andi av fleiri orsøkum, m.a. tí at
ein við hesum kundi leggja tvey
lítil feløg saman og blíva til eitt
sindur størri felag. Bæði fyri fáa
meira slagmegi mótvegis eitt nú
Tórshavnar Kommunu um ein
nýggjan vøll, men eisini fyri styrk
ja um leiðsluna í feløgunum. Tá
hugsi eg serliga um nevndina, har
ábyrgdin kann leggjast á fleiri
herðar, sigur formaðurin í FF Giza,
Andrass Thomsen, og leggur aftur
at:
Aftrat hesum, so hevur FC Hoy
vík heimavøll í Gundadali og hevur
eitt fínt hús har. Vit mettu, at vit við
hesum kundi komu standa sterkari,
um vit høvdu eitt fast stað ístaðin
fyri at leiga frá AB, sigur hann.
Fyribils kallar felagið seg Giza/
Hoyvík og eru virkandi formenn
inir Andras Thomsen úr FF Giza
og Fróði Danielsen úr FC Hoyvík.
Feløgini eru framvegis ikki alment
samanløgd.
- Endalig avgerð um saman
legging ella ikki skal takast aftaná
kappingarárið 2013. Men vit ætla
okkum longu aftaná kappingarárið
í ár at endurskoða samstarvið, og
vit vóna, at alt hevur gingið so
væl, at vit kunnu leggja feløgini
endaliga saman, sigur Andrass
Thomsen.
Um støðan verður tann, at
feløgini leggja saman, fara feløgini
eisini at umrøða, um nýtt navn og
búmerki skal finnast til felagið.
Riggar væl
Samtyktirnar í móðurfeløgunum
eru framvegis ikki broyttar, men til
tøk eru longu sett í verk mótvegis
einari framtíðar samanlegging.
- Bæði feløgini hava so eitt um
boð í einari felagsnevnd, ið tekur
sær av øllum, ið hevur við sam
starvið millum feløgini at gera.
Hetta hevur rigga sera væl, og
tryggjar hetta eisini, at einki kann
vera gjørt, uttan at bæði feløgini
eru samd um hetta, vísir Andrass
Thomsen á.
Ítróttarliga gongur eisini væl
hjá felagnum, sum skal luttaka í
FC Hoyvík og FF Giza
Samstarv skal styr
Fótbóltur FC Hoyvík og FF Giza hava gjørt avtalu um
samstarv og ein endurskoðan eftir hetta kappingarárið
skal avgera, um feløgini endaliga skulu leggjast saman