mánadagur 19. mars 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 19. mars 2012 · Nr. 34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
FC Hoyvík og FF Giza
kja nýggja felagið
triðbestu deildini hetta kapping
arárið. Meirilutin av leikarahópi
num er úr gamla FF Giza, men eisini
fleiri eru úr gamla FC Hoyvík um
framt at nakrir nýggir leikarar eru
komnir til.
- Ítróttarliga sær tað gott út, og
talið av leikarum veksur næstan
fyri hvørja viku. Vegna plásstrot
á vøllinum í Tórshavn, so hava vit
ikki møguleika fyri at hava fleiri lið,
men vit kundi lættliga havt eitt ella
tvey lið aftrat, um vit høvdu betri
umstøður til tess, sigur Andrass
Thomsen.
Samstarvsfelagið hevur longu
sett sær eitt mál fyri kappingarárið,
sum stendur fyri durum.
- Vit hava sett okkum sum mál
setning fyri 2. deild, at vit skulu
enda í ovaru helvtini av kappingini,
og so ætla vit okkum sjálvandi at
enda frammanfyri Undrið FF. Í
lægru deildinum kann tað vera eitt
sindur torført at meta um styrkina
á hinum liðunum áðrenn kappingin
byrjar, men vit fara sjálvandi altíð
á vøllin fyri at vinna, og fara eftir
at enda so ovarliga sum tilber. Um
hetta er nokk til uppflyting til 1.
deild, tað má tíðin bara vísa, sigur
Andrass Thomsen og peikar á, at
liðið eisini ætlar at gera seg gald
andi í steypakappingini.
- Í Løgmanssteypinum spæla vit
ímóti MB í fyrsta umfari. Vit ætla
okkum at vinna hendan dystin,
og um vit vinna hendan dystin, so
møta vit AB í næstan umfarin. Tá
talan er um steypakappingar, tá
kann alt henda, og vinna vit MB, so
fara vit sjálvandi eisini á vøllin fyri
at vinna ímóti AB
Vilja hava egnan vøll
Fyri nøkrum árum síðani skifti bólt
felagið Fram navn til FC Hoyvík.
Æltanin var, at teir skuldu fáa
egnan vøll í Hoyvík, men hetta dróg
út og við keðiligum venjingartíðum
og soltnum leikaratilfeingi máttu
teir kýta seg fyri at hanga í.
- Við kappingarenda í fjør stóðu
vit við eitt vegamót, har vit sóu
hvagar leiðin bar, og tí settu vit
okkum niður at tosa um hvussu
vit skipaðu okkum í framtíðini. Vit
vórðu fangaðir í lyftum um at slep
pa til Hoyvíkar at leika fótbólt, tá
ið vit í 2008 vunnu 2. deild og tískil
skiftu navn frá Fram til FC Hoyvík.
Tað er ikki nógv hent viðvíkjandi
vøllinum og flyting til Hoyvíkar,
hóast óteljandi fundir og sam
skifti við býráð og politikarar, sig
ur formaðurin í FC Hoyvík, Fróði
Danielsen, og peikar á, hvussu teir
við bara 30 leikarum stríddust og
megnaðu at yvirliva í trý ár í næst
bestu deildini.
Andrass Thomsen tekur undir
við, at tørvur er á egnum vølli í
Hoyvík.
- Vit vóna, at ein vøllur kemur í
Hoyvík skjótt. Vit skulu á fund við
Tórshavnar Kommunu í næstum
um hetta, og aftaná tann fundin
vita vit allarhelst meira um, hvussu
alt hetta verður, sigur Andrass
Thomsen.
Stórfelag
Tað er ikki uttan grund, at teir
ynskja sær egnan vøll. Giza/Hoyvík
telist nevniliga millum størstu
feløgini í landinum, um vit bara
hyggja at vaksnamannafótbólti. Til
komandi kappingarár hevur felagið
tilmeldað eitt lið í 2. deild, trý í 3.
deild og tvey í 2. deild hjá kvinnum.
Tað er bara eitt annað felag, ið hev
ur so nógv feløg tilmeldað í vaksna
mannadeildini, og tað er Víkingur.
Giza/Hoyvík vísir á, at ein nýggj
ur vøllur skapar umstøður fyri at
birta lív í ungdómsarbeiðið.
albinus@sosialurin.fo
Andrass Thomsen (FF Giza) og Fróði Danielsen (FC Hoyvík) eru høvuðsmenninir handan samantvinningini av feløgunum báðum