Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mars 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 19. mars 2012 · Nr. 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Landsstýrið avhøvdar línuskipaflotan Felagið Línuskip Fyrst tók landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum kvotuna á Flemish Cap, sum línu­flot­in hevur søgulig rætt­indi uppá, og gav hesa kvot­una til flaka­ skipini, ið framm­an­undan hava nóg mikið og klára seg væl uttan hesa kvotuna. Nú er sami landsstýrismaður, við vælsignilsi frá restini av landsstýrinum, í ferð við at býta makrelkvotuna soleiðis, at tey skipini, sum eru ringast fyri, onki fáa, meðan teir fáu eigararnir av nótaflotanum, ið bókstaviliga sæð svimja í kvotum og inntøkum, fáa so at siga alla hesa nývunnu kvotuna. Talan er enntá um eina kvotu, sum í stóran mun er vorðin til upp á bekostning av botnfiskinum, sum línu­ skip­ini og útróðrabátanir skulu liva av. Makrelurin – í so stórum nøgdum sum seinnu árini – er uttan iva ein av høvuðsorsøkunum til, at so lítið yngul kemur undan, tí hetta er partur av føðini hjá hesum stovni. Millum annað tí eru botnfiskastovnarnir so illa fyri í løtuni. Neyðugt er at geva Húka­ flotanum møguleika fyri, at gagnnýta kvotuna, uttan at vit skulu fiska hana sjálvir, og eru tað fleiri møguleikar fyri hesum, um politiski vilj­ in er tilstaðar. Við handfaringini av toska­kvotuni á Flemish Cap, og tað sum liggur í kort­ unum í sambandi við makrel­ kvotuna, er landsstýrið í ferð við at taka lívið av bæði línu- og útróðarflotanum. Hetta hóast bæði lands­stýris­mað- ur­in í fiskivinnumálum – og enn tá løgmaður – á fiski­ vinnufundi á Tofum í februar høgt og heilagt lovaðu, at býtingin av makrelkvotuni skuldi koma allari føroyskari fiskivinnu til góðar. Makrelkvotan er ásett, men enn er hon ikki býtt mill­ um skipini. Hóast vit hava fing­ið greiðar ábendingar um, at onki verður í okkara part, vilja vit staðiliga heita á landsstýrismannin í fiski­ vinnumálum og løgmann um virka ímóti at geva línu­ flotanum mønustingin. Hetta kunnu tit báðir og restin av landsstýrinum forða fyri, um tit geva okkum ein minni part av kvotuni, eins og bæði rækjuskip, djúpvatnstrolarar, partrolarar og ísfiskatrolarar annars, fáa. Sostatt er tað bert húkaflotin, sum onki fær. Hetta er botnórættvíst, tí tað ikki minst húkaflotanum fyri at takka, at Føroyar er vorðið eitt vælferðarsamfelag. Eitt tað mest groteska í handfaringini av makrel­ kvotuni er, at tað ikki so mikið sum ber hjá línuskipunum og útróðrarbátunum at útvega sær eitt sindur bíligari agn. Ístaðin mugu vit keypa dýr­ an makrel úr Hollandi til agn. Hetta er himmalrópandi illa fyriskipað av politisku skip­anini og vísir van­ virðingina fyri okkum sum skipabólkum. Tit hava møguleika fyri at broyta hesi órættvísu viður­ skiftini, og tað krevja vit av tykkum sum politikarar. Við at geva húkaflotanum somu rættindi, sum restin av flotanum, kunnu tit bjarga hundraðtals arbeiðsplássum og tryggja fíggjarliga grund­ ar­lagið hjá øllum teimum familjum, ið annars verða raktar av tykkara politikki. Eitt rættvísari býti hev­ ur lítla og onga ávirkan á raksturin hjá eitt nú nóta­ skipunum, sum eru sera væl fyri fíggjarliga – júst orsakað av stórum og góðum kvotum – men hevur avgerðandi týdning fyri okkara flota og manningar tess. Vegna Felagið Línuskip Hálvdan Gudmundsen, formaður Óli Matras Lassen, næstformaður Kristmund Johannesen Tommy Sivertsen Haldan Haldansen Hvat bagir fiskivinnuni, og er tað nakað grøðandi, sárini hennara? Thormund Johannesen Skipsførari og Skipsverkfrøðingur M.Sc. Fyri stuttum er gjørd “Um­sit­ ingarætlan fyri toska-, hýsu- og upsastovnarnar í før­ oyskum sjóøki”, at nýta sum grundarlag fyri framhaldandi fiskivinnupolitikki. Læs uppritið, og má ásanna, at setningurin, um, gjøg­num eina tillagingar­ skip­an, at náa eini lang­tíðar­ veiðureglu, sum skal tryggja eina lívfrøðiliga og búskapar­ liga burðardygga fiskivinnu, er bæði skilagóður og alneyð­ ugur. Setningurin nevnir fyrst lívfrøðiliga og síðani bú­skapar­liga, men tað búskaparliga kundi eins væl verið strikað, tí uppritið, frá enda í annan, viðgerð ein­ ans hvussu vit náa tí lív­ frøðiligu burðardygdini. Tað búskaparliga verður ikki tikið uppá tungu. Um tann lívfrøðiliga burð­ardygdin er endamálið í sjálvum sær, var skilabest heilt at halda uppat at fiska, tí náttúran skipar seg óivað best sjálv, uttan okkara uppí­ blanding. Vit vita tó øll, hóast rit­høv­ undarnir til uppritið sýnast at hava gloymt tað, at tað er av búskaparligum ávum, at vit fiska, og tí skal tað búskaparliga koma í fyrstu røð, og síðani tað lívfrøðiliga, sum ein neyðturvilig treyt fyri framhaldandi, at kunna fiska búskaparliga burðar­dygt. Onkur vil meina, at um vit fiska lívfrøðiliga burð­ar­dygt, fáa vit størst møguliga mongd upp úr sjó­ num, og harvið røkka vit tí búskaparliga málinum. Hettar er ein stór mis­ skilj­ing, tí málið er ikki størst møgulig mongd, sum í eini fiskikapping. Málið harafturímóti er, at vit fiska tað loyvdu mongdina so bíliga sum til ber, fyri at fáa størst møguligt búskaparligt avkast. Og her er tað, at okkara fiskidagaskipan hevur spælt so logandi fallitt. Allar tær mongu reguleringar og avmarkingar, fyri í fyrsta umfari at náa tí lívfrøðiligu burðardygdini, mótvirka tí búskaparliga, og darva og pína vinnuna, so hon hevur ligið mest sum í andaleypi øll árini, fiskidagaskipanin hevur verið í gildi. Vit eiga at venda byttuni á høvdið, og seta tað búskapar­ liga fyrst, og síðani taka atlit at tí lívfrøðiliga, fyri at lang­ tíðartryggja tað búskapar­ liga, men altíð á ein slíkan hátt, at tað skaðar ikki tað bú­skaparliga. Útgangsstøði skal tí vera, at allar avmarkingar, so sum í dagatali, stongdum leið­um, skipastøddum, motor­stødd­ um, skipabólkum, reiðskapi og so framvegis, skulu av­ tak­ast. Loyvt skal verða at fiska altíð, allastaðni, við øllum skipum og við øllum reiðskapi, óavmarkað. Tó skulu fýra treytir upp­ fyllast: • Tað skal ikki fiskast meira enn ásett mongd úr hvørjum stovni sær • Ungfiskur skal ikki fiskast • Gýtingarfiskur skal ikki fiskast • Útblaking er ikki loyvd Tryggjast skal, at ásettu treytir verða fylgdar, men tað skal gerast við eftirliti og revsing fyri brot, og ikki við tekniskum reguleringum, tí vinnan skal hava fullkomiliga fríar teymar, bara hon held­ ur ásettu treytir, tí bert á tann hátt maksimera vit búskaparliga avkastið. Utopi, heldur onkur. Kanska, men hettar eigur í hvussu so er at vera út­ gangs­støði, tí, við at tryggja vinnuni so fríar teymar og so víðar ræsur sum til ber, geva vit henni bestu for­ treytir fyri størst møgu­lig­ um búskaparligum av­kasti. Treyðugt so, onkur av­mark­ ing má gerast, til tess at taka serlig atlit, men lat tað vera und­antakið, heldur enn regl­ una. Ein treyt, fyri at kunna gera hettar, er, at vit sleppa fiskidagaskipanini, og fara yvir til eina kvotaskipan. Tað munagóða eftirlit, ið krevst, meti eg, kostar ein evarska lítlan brotpart av tí, fiskidagaskipanin hevur kostað okkum í mistum inntøkum. Á henda hátt gagnnýta vit fiskastovnarnar fræg­ ast, og fiskivinnan fær bæði búskaparligar og tekn­ iskar fortreytir fyri endur­ nýggjan. Við grova mismuninum, sum landsstýrið ger í sambandi við býtið av kvotum, eru landsins kosnu politikarar við at taka lívið at tí mest arbeiðsskapandi partinum av føroyskari fiskivinnu, nevniliga húkaflotanum.