mánadagur 19. mars 2012síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. mars 2012 · Nr. 34
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
- At dagføra hjúnabands
lógina er ein spurningur um
at tryggja okkara framtíð.
Tað staðfestu tey bæði
Marni Weihe og Guðrun í
Jákupsstovu, á flokstingi
num hjá Tjóðveldi um viku
skifti.
Sum sæst í hinari grein
ini, fingu tey undirtøku á
flokstinginum fyri, at Tjóð
veldi tekur greiða støðu til,
um hjúnabandslógin skal
broytast so at eisini sam
kynd kunnu giftast.
Sjálv duldu tey bæði úr
Unga Tjóðveldi ikki fyri,
at vilja hava flokkin til at
taka undir við, at hjúna
bandslógin verður broytt,
so at samkynd eisini kunnu
giftast.
- Í Føroyum skal rúm
vera fyri øllum!
- Ovurhonds fráflytingin
hóttir tilverugrundarlagið
hjá føroysku tjóðini og vit
halda, at ítøkilig stig eiga at
verða tikin fyri at gera før
oyska samfelagið rúmligari.
- Hvørki kynsligur sam
leiki, fíggjarligur førleiki
ella manglaður trivnaður
skal tvinga nakran at flyta
av landinum og tí er hetta
ein spurningur um okkara
framtíð, halda tey í Unga
Tjóðveldi.
Tey søgdu í hesum sam
bandi, at LGBT, sum er
felagið
hjá
samkyndum,
tvíkyndum og transpersón
um hevur upplýst, at kyns
ligur samleiki hevur fingið
2000 føroyingar at føla seg
noyddar at rýma av landi
num, tí føroyska samfelagið
er so trongskygd.
Tey undrast eisini at, at
Tjóðveldi, og aðrir flokkar,
ikki hava eina greiða støðu
til so grundleggjandi viður
skifti, sum tey, ið vit vanliga
kalla tey etisku virðini.
Tey halda eisini lítið um,
at ein politiskur flokkur
leggur sín politikk til rættis
eftir, hvat hann heldur at
veljaranum dámar í berari
ræðslu fyri at missa nakrar
atkvøður.
- Ein flokkur skal legg
ja politikkin til rættis eft
ir, hvussu hann vil skipa
samfelagið
og
tí
eigur
Tjóðveldi at gera veljar
anum greitt, hvørja støðu
hann hevur til hesi grund
leggjandi viðurskifti.
Tey løgdu kortini dent á,
at í hesum sambandi er ikki
talan um, at samkynd skulu
giftast í kirkju.
Tað varð eisini skoytt
upp í, at talan er ikki um at
loyva skrásettum parlagi, tí
tað er at geva einum sam-
felagsbólki serrættindi og
tað eru samkynd ikki áhuga
í.
Men tey vilja hava somu
rættindi sum onnur at
giftast og tí vilja tey hava
hjúnabandslógina broytta.
Áki Bertholdsen
Tjóðveldi skal nú taka eina
greiða støðu til, um hjúna
bandslógin skal dagførast,
soleiðis at samkynd eisini
kunnu giftast.
Tað varð samtykt á floks
tinginum hjá Tjóðveldi um
vikuskiftið.
Tað vóru tey bæði Tór
Marni Weihe og Guðrun í
Jákupsstovu úr Unga Tjóð
veldi, sum reistu spurningin.
Tey vístu á, at fyri løg
tingsvalið var hjúnabands
lógin eitt heitt kjakevni og tá
hevði Tjóðveldi eina greiða
støðu til málið.
Og tann støðan var, at
flokkurin
vildi
dagføra
hjúnabandslógina, soleiðis,
at tað ikki longur skal standa
í henni, at hjúnabandið er
ímillum mann og kvinnu,
men at hjúnabandið er ímill
um tvey fólk, uttan mun til
kyn.
Tey vístu eisini á, at Tjóð
veldi hevði boðað frá, at á
næsta flokstingi skuldi støða
takast til hetta málið, so at
flokkurin hevur eina felags
støðu til hjúnabandslógina,
heldur enn at hvørt tingfólk
tekur støðu eftir síni egnu
sannføring, soleiðis sum tað
er nú.
Og tey í Unga Tjóðveldi
lótu borðið fanga og tískil
reistu tey spurningin á floks
tinginum í Fámjin um viku
skiftið.
Í hesum sambandi vildu
tey hava flokstingið at sam
tykkja, at Tjóðveldi skal taka
eina greiða støðu til hjúna
bandslógina.
- Endamálið við at reisa
málið á flokstinginum er at
fáa flokkin at taka greiða
støðu til, at hjúnabandslógin
verður dagførd, so at hon
ásetir, at hjúnabandið er
ímillum tvey fólk ístaðin fyri
ímillum mann og kvinnu,
sum lógin nú ásetir, søgdu
tey bæði, Tór Marni Weihe og
Guðrun í Jákupsstovu.
Hin møguleikin er, at
flokkurin er tekur ta støðu,
at hjúnabandslógin skal ikki
broytast.
Fingu sin vilja
Niðurstøðan á flokstinginum
var, at Unga Tjóðveldi fingu
tað, tey komu eftir, tí meiri
lutin tók undir við, at flokk
urin skal taka støðu til málið.
Málið varð eisini bein
leiðis tikið upp í yvirlýsingini
frá flokstinginum.
Somuleiðis
samtykti
flokstingið
at
dagføra
stevnumið floksins og av
gjørt varð, at spurningurin
um hjúnabandslógina skal
takast upp í hesum samban
di við tí endamálið at fáa
eina greiða orðing um hjúna
bandslógina í stevnumiðini,
so at formligi politikkurin
hjá flokkinum er greiður á
hesum øki.
Men tað vóru verri enn so
øll, ið tóku undir við hesum.
Summi hildu, at hetta er ikki
ein spurningur, sum hoyrdi
heima í einum politiskum
flokki, tí í hesum máli skal
hvør taka støðu eftir egnari
sannføring.
Og onkur einstøk gjørdu
eisini púra greitt, at tekur vil
Tjóðveldi undir við at broyta
hjúnabandslógina til frama
fyri samkynd, meldaðu tey
seg úr flokkinum í somu løtu.
Onkur
einstøk
gjørdu eisini
púra greitt,
at tekur vil
Tjóðveldi
undir við at
broyta
hjúnabands
lógina til
frama fyri
samkynd,
meldaðu tey
seg úr
flokkinum í
somu løtu
Tjóðveldi greiða støðu
til samkynd hjúnalag
FLOKSTING Tjóðveldi skal nú taka eina felags støðu til um samkynd hjúnaløg skulu verða loyvd ella ikki
2000
føroyingar
rýmdir av
landinum
Hjúnabandslógin
Tey bæði, Tór Marni Weihe og
Guðrun í Jákupsstovu, løgdu hart
út á flokstinginum hjá Tjóðveldi um
vikuskifti tá ið tey reistu umstrídda
málið um samkynd hjúnalag. Men
tey fingu tað, tey komu eftir