Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-19, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mars 2012síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. mars 2012 · Nr. 34 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Tilvildin til frambrot ella afturstig Frank Davidsen Óivað hevði tað verið huga­ ligari hjá sandingum, um til­vildin fyri 70 árum síðan var í teirra parti, soleiðis at   Sand­oyar Floghavn lá í Søltu­vík, men ístaðin fyri so gjørdi tilvildin tað soleiðis, at flog­havnin  kom at liggja í Vág­um. Og hvat í henda søguliga avgerð íð varð tikin fyri 70 árum síðan hevur havt at siga fyri Vágar, tað er næstan óneyðugt hjá mær at siga frá. Eitt kunna vit øll verða samd um, at varð eingin flogvøllur í Vágum, so var eingin undir­ sjóartunnil.   Hinvegin var hepni við Sandoynni soleiðis at flogvøllurin var lagdur í Søltuvík, so var Sandoyggin ein spegilsmynd av Vágoynni í dag, har flogvøllurin er nógv tað størsta arbeiðsplássið. Vinnulívið hevur tað eftir umstøðunum gott, og nógvar barnafamiljur støðast í heim­ bygdunum, eins og fleiri barna­familjur flyta til Vágar. Havi mangan hugleitt um hvussu Vágoyggin hevði sæð út, um nú flogvøllurin hevði ligið í Sandoynni í staðin fyri. Kanska Vágoyggin í staðin fyri hevði verið ein spegils­ mynd av Sandoynni, soleiðis at vit framvegis í 2012 høvdu ferjusamband í staðin fyri fast samband. Og Í staðin fyri fólkavøkstur hevði fólki flutt av Vágoynni, so støðan í dag hevði verið meinlík tí støðu Sandoyggin er í dag. Mín persónliga meining er, at hevði samhaldsfesti ikki verið bulurin undir tí før­oyska samfelagnum sein­ astu hálvu øldina, so hevði okk­ara samferðslukervið ikki verið í nær námind av hvat tað er í dag. At tað júst vóru atløgu­ viður­skitini íð vóru atvoldin til, at bretar frávaldu at byggja flogvøll á Sandoynni, tað má sigast at verða lagnunar speisemi, í og við at oyggin hervið gjørdist eftirbátur, mótvegis Vágoynni, Eysturoy og Norðoyggjum. Jú víst eru nógvar og kost­naðarmiklar íløgur gjørd­ar viðvíkjandi atløgu­ við­ur­skiftunum í Skopun og Gomlurætt. Tað er so sanni­liga einki løgið í tí tekur man tey heilt óvanligu atløgu­viðurskifti íð gera seg galdandi í Skopun. Havi uppliva tað sum smádrongur fyri nógvum árum síðan og eisini síðan sæð Skopun ein vetrardag og teir eru nógvir sovorðnir dagar, tá tað stendur um húsbrot og tú stendur bergtikin og hugsar við tær sjálvum, at tað má verða sjómannsskapur og hartil ein lokal vitan út um alt mark, at tað yvurhøvur ber til at røkja hesa rutu á vetrartíð, og í so vánaligum veðrið. At ferjulegan á Gomlurætt bleiv so kostnaðarmikil var or­saka einum politiskum Oftan verða miðlarnir, og kanska serliga bløðini, hart­ aðir fyri mangt og hvat. Fremst fyri er grafiska út­ sjóndin, myndir, yvirskriftir og uppseting. Síðani kemur sjálvur teksturin at lesa. Eru fyrstu viðurskiftini ikki  í lagi, so verður lítið lisið inni í blaðnum og slettis ikki tað, sum stendur aftast. Yvir diskinum í SMS komi eg í tankar um, at meðan bløðini dragast við skrift og rættstaving, er avbjóðingin hjá loftmiðlunum at fáa tal­una at ganga natúrliga fyri opnari mikrofon og út í hvørja stovu. Sum um hon kom úr vælsmurdu kvørnini hjá Otto Reinert og ikki staccato og vakuumpakkað, hvørt fyri seg, sum í kliniska Hjal­l­inum í SMS. Tað gognur ikki altíð so væl. Men vit eru so von við at hoyra kubbutan upp­lestur, ið ryggbrýtur rútm­una í móðirmálinum og brádd­l­iga kann fara sum í skotriðum eftir døgurða­ borðinum, ella sum rópt varð eftir einum hundi í túninum. Upplestur er ikki sum at skriva tað. Fyrr helt eg bæði bløðini, Dimmu og Sosialin. Vøran og útberingin vóru í topp. So datt mest sum alt niðurfyri og nú eri eg so kargur, at eg keypi bara annað blaðið, einaferð um vikuna, tá eg keypi inn í Miklagarði, fríggja­dag eftir arbeiðstíð. Oftast er tað Sosialurin fyri eina prangandi forsiðu. Sjáld­ an er tað Dimma, tí flagg­ skipið, Punktum.fo, hevur so púra mist flogið. Hetta vikuskiftið hefti eg meg við eina smámynd, sum álinju orðabókin hjá Sprot­ anum sigur fyri tumb­nail, á forsíðuni á Sosialin­um.  Ein púra verulig ævintýramynd, sum Høgni Heinesen hevur tikið av Rakel Helmsdal við marionettdukkum, sum sæst omanfyri. Og mín sann um tað ikki er starvsfelagin Dorit, ið hevur vitjað í Kara­ vella Marionett-Teatur, sum er eitt einkvinnuleikhús við 13 marionettleikarum, sum Rakel hevur undir hond og fót. Tað mest áhugaverda í sam­røðuni er tó ikki ítøkiliga dukkusjónleikarahúsið, men íbygdi kritikkurin av skúla­ skip­anini, sum Rakel leggur á blik: – Vit skulu fortelja tær góðu søgurnar, ikki bara greina tær og petta tær sund­ur. Og vit skulu loyva børnunum at fortelja teirra egnu søgur. Børn hava eitt innara ríkidømi, sum skúlin kann draga fram heldur enn køva, tí kreativiteturin er lívs­neyðugur fyri bæði læringina og lívið, staðfestir Rakel Helmsdal. Hin søgan í sama blaði er nýggj røð við nøkrum so sjáld­samum sum fortelj­ andi granskarum av Fróða­ skaparsetri Føroya. Hetta er fantastiskt. Ein heil opna við frásagnum av tí annars so afturlatna Setrinum. Und­ir heitinum Vitan & Vísindi lovar Sosialurin tíggju g r e i n a r , har vísindafólk nú skriva um evni, tey granska í. Fyrstur er havfrøðingurin og Eiðismaðurin Knud Simon­ sen, sum býr í Kvívík, og er lektari á Setrinum. Fyri fyrstu ferð í almenna rúminum síggja vit nákvæmar lit­ myndir av havbotninum kring Føroyar og fáa eins ná­kvæmar frásagnir um, hvussu hesar myndir blíva til. Tí tær verða ikki gjørdar sum snap­shot, løtumyndir, ella skund­myndir. Alt skal geva meingin, tað er mítt fyrsta krav til søgur og miðlar av øllum handa slag. At samfelagsligar tænastur sum skúli og gransking á henda hátt venda aftur til miðlarnar og kunnu vella upp úr blaðteigunum, er besta samfelagsliga afturbering, eg í løtuni kann hugsa mær. Tað er sum at lesa Halgubók: – Kasta breyð títt út á vatnið; tí at langa tíð eftir skalt tú finna tað aftur. Prædikarin 11,1. Takk fyri góða Viku­skiftis­ tænastu, Sosial­urin. Birgir Kruse birkblog.blogspot.com Vikuskifti yvir diskinum At ferjulegan á Gomlurætt bleiv so kostnaðarmikil var or­sakað einum politiskum spæl­ið, sum sandingar ongan lut eiga í