mánadagur 19. mars 2012síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 19. mars 2012 · Nr. 34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Havnarmyndin GHM
í besta blóma
Harmoniorkestrið GHM er
ein havnarmynd. Tað hevur
tað verið síðani 1922, og
tað fer tað eisini at verða í
framtíðini. Ein havnarmynd,
sum fleiri ættarlið hava
fegnast um, og sum vit gleða
okkum til at njóta í fram
tíðini.
GHM stendur fyri Georg
Hansens Minni, tí danski
bakarin Georg Hansen var
ein týðandi kveikjari í før
oyskum
tónleikalívi
fyri
rúmari øld síðani. Hann
savnaði fólk um tónleik og
tónleikaupplivingar og lærdi
ungfólk í Havn at spæla upp
á ymisk ljóðføri.
Tónleikurin fór tá at ljóma
um tann lítla hugnaliga
býin. Burtur úr tíðini komu
nógvir evnaríkir tónleikarar,
og ljómlið av ymsum slag
vórðu sett á stovn, bæði stór
og smá. Óivað hevur William
Heinesen í hesi tíðini fingið
sín íblástur til tað kenda hug
takið glataðu spælimennin
ir.
Bakar Hansen var ein
slóðari fyri føroyskum tón
leikalívi. Tá havnarmenn
stovnaðu sær nýtt orkestur
tann 14. mars í 1922, vildu
teir seta honum ein varða,
meðan hann enn var á lívi.
Tí nevndu teir sítt orkestur
”Georg Hansens Minni”.
Í besta blóma
GHM hevur hesi 90 árini
síðani verið fastur táttur í
mentanar- og undirhaldslív
inum í Havn; stundum eisini
úti um landið og enntá uttan
lands við. Orkestrið hevur
sjálvsagt havt bæði góðar
dagar og minni góðar dagar,
men ikki ringar dagar. Hóast
áhugin hevur verið upp og
niður eins og limatalið, so
hevur látið í GHM síðani
fyrsta dag.
Lat meg so skunda mær
at sláa fast, at GHM er í
besta blóma nú á níti ára føð
ingardegnum. Býarins har
moniorkestur hevur sjáldan
ella ongantíð verið so stórt
og fjølbroytt sum í dag. Vit
kunna uppliva bæði smá og
stór tónleikaavrik, alt eftir,
hvat høvið er, og skráin í dag
prógvar, at tykkara orkestur
smæðist ikki at taka við
nýggjum avbjóðingum.
Tað er eisini vegurin
framá. Eg googlaði hesar bók
stavirnar GHM nú ein dagin,
og har komu fram nøvn av
øllum møguligum slag um
allan heim, men eitt fann eg
ikki. Tað var kelinavnið, sum
kappingarneytar brúktu um
GHM fyrr í tíðini – Gamlir
Havnar Menn.
Nóg ungfólk og
flest kvinnur
Eg skilji væl, at tað ikki
er at finna í dag. Tí er tað
nakar, sum gongur ímóti tí
skeivu fólkagongdini í Før
oyum, so er tað júst GHM.
Í
samfelagsorðaskiftinum
hava vit ampa av, at tey
ungu støðast ikki, soleiðis
at javnvágin millum aldurs
bólkarnar skeiklast við teim
um fylgjum, sum tað kann
hava.
90 ár er høgur aldur, men
hann sæst ikki á tykkum,
tí tit eru í dag ein ung og
spelkin havnarmynd, sum
ríkar okkara bý.
Orkestrið telur 60 leikarar.
Av teimum eru 20 tilkomin,
frá 20 árum og uppeftir, men
tey, sum eru millum 15 og 20
ár, eru heili 40 í tali. Og fara
vit so til býtið millum kynini,
so líkist GHM heilt burturúr,
tí her eru kvinnurnar í
meiriluta. So hatta skemtið
um, hvat GHM var fyri nak
að, tað heldur ikki ein tumma
í dag.
GHM
vil
rúma
bæði
ungum og vaksnum og leggur
seg eftir góðum venjingum,
so hvør leikari kennir seg
ríkaðan og fegin vil støðast.
Sosial átøk hava ikki minsta
týdningin í hesum viðfangi.
Býarins
harmoniorkestur
virkar alsamt fyri at fáa fleiri
leikarar, fjølbroyttari sam
anseting og nýggj ljóðføri at
geva orkestrinum upp aftur
betri førleika og ljóð. Tað er
sera hugaligt.
Til lukku og góðan byr
Eg fari vegna Tórshavnar bý
ráð og mentamálanevndina
at ynskja tykkum hjartaliga
til lukku við føðingadegnum.
Tórshavnar býráð hevur slík
ar dagar tann sið eftir føri
muni at geva góðar gávur
sum viðurkenning fyri avrik
og stuðul til framburð.
Eg hugsi, at tað eisini fer
at drýpa á tykkum í so máta
seinni í dag.
Havið eina góða konsert
og góðan byr.
Jógvan Arge heilsaði GHM á fagnaðarkonsertini í Læraraskúlahøllini í
dag. Formaðurin í mentamálanevndini í Havn segði, at GHM er í besta
blóma og hevur ongantíð verið so stórt og fjølbroytt sum á 90 ára degnum.
spælið, sum sandingar ongan
lut eiga í.
Tað má kennast løgið hjá
sandingum at tunlar eru
gjørdir, har nøkur fá húski
búleikast, meðan Sandoyggin
hevur verið við sviðið soð.
Ja sjálvt tæt 30-40 milliónir
íð politiskt vóru avtalaðar
árliga
á
fíggjarlógini
til
Sandoyartunnilin, tær vóru
brúktar til onnur endamál.
So persónliga skilji eg væl at
sandoyingar kenna seg for
fjónaðar av okkum norðan
fjørðs, sum kunna koyra av
Viðareiði til Gásadal, sam
stundis sum hugurin at
hjálpa sandoyingum
Koma vit so til kjakið
viðvíkjandi undirsjóartunl
unum so ber als ikki til at
samanbera Vágatunnilin við
Norðoyðatunnilin, tí meðan
Norðoyartunnulin
hevur
eitt lokalt fólkatilfeingi, so
hevur Vágatunnilin meira
enn 200.000 ferðandi um ein
tekur tey sum koma um Vága
Floghavn.
Góvu hesi fólkini ikki sítt
fíggjarliga ískoyti til Vága
tunnilin, so vóru vágafólk
noydd at gjalda fleiri hundr
að krónur fyri hvønn túr í
gjøgnum tunnilin. Men sum
fyrr sagt, so hevði eingin
tunnil
verið,
um
bretar
valdu vágoynna frá fyri 70
árum síðan. Sjálvsagt eiga
vit at virða tær útsagnir
íð kommunurnar í Vágum
hava ført fram, at ætlanint tá
Vágatunnilin varð útgoldin
so eiga vágafólk at kunna
koyra ókeypis í gjøgnum
tunnilin. Hinvegin so haldi
at tað mest demokratiska
hvørvítt um vágafólk skuldu
gjalda ella eí aftaná 2017,
er at gera eina nágreiniliga
kanning í millum vágafólk
hesum viðvíkjandi.
Skulu vágafólk ikki gjalda
aftaná 2017 so meti eg tað
er skeivt, at tað skal forða
fyri at øll onnur ferðsla frá
meginøkin ikki skal gjalda
nakað aftaná at tunnilin er
útgoldin.
Umleið 200.000 túsund
ferðandi koma árliga um flog
vøllin í Vágum. Meginpartin
av teimun ferðandi koma
til og frá flogvøllinum við
privatbili ella taxabili. Hvørja
ferð ein flogruta er ávegis,
sæst ein riðil av privabilum
og taxabilum koyrandi í móti
lívæðrina í millum Føroyar og
meginlandið, Vága floghavn,
fyri síðan at koyra inn á
meginøki aftur.
Hetta er ein samhaldsføst
skipan, har ferðandi úr øllum
landinum, eins og útlend
ingar gjalda fyri. Tí eigur
bummgjaldið at halda áfram,
óansæð um vágafólk fram
yvur skulu gjalda, ella koyra
ókeypis aftaná 2017.
Við tí ógvusligu ferðslu
íð dag og dagliga koyrur
gjøgnum Miðvág og part
av Sandavági, so hevði tað
kanska verið eitt hugskot, at
tá Vágatunnilin er útgoldin,
at partar av inngjaldinum
skuldi verið lagt til síðis til at
fíggja eina vegaføring uttan
um Miðvág og Sandavág .
Kanska ætlanin hjá Hald
ur Hansen, sála frá sekstiár
unum um ein tunnil til Vatns
oyrar frá Oyragjáarvegnum
hevði verið tað skilabesta
hesum viðvíkjandi.
Um barnið skal eíta ein
koyruvegur sambært Albert
Ellefsen,
ella
ein
undir
sjóartunnil er líkamikið. Við
eini ferðslu íð er fýra ferðir
so stór sum íbúgvaratalið í
Føroyum, so eiga vit sjálvsagt
at halda áfram við at krevja
gjald, alt annað vildi verið
burturvið.
Um tað er sum útrokn
ingarnar siga, at tað kemur
at kosta umleið 55 krónur
báðar vegir í gjøgnum hvønn
tunnil tá tunnlarnar eru
samanlagdir, so er prísurin
tann sami sum ein cigaret
pakki kostar.
Taka vit so málið um, at
tað kemur at raka vinnuna í
Vágum fíggjarliga, so er tøkn
in í dag so góð, at vinnubilar
í Vágum kunna fáa ein ser
kubba íð nulstillar gjaldið.
Sum fyrr sagt so lagaði
tilvildin tað soleiðis, at Vág
oyggin gjørdist vinnarin í
og við at bretar valdu Vágar
fram um Sandoynna. Latið
okkum tí saman við restini
av føroya fólki verða við til
at stuðla
Sandoynni í hesum álv
arsmálið, áðrenn tað er ov
seint.
90 ár er høgur aldur, men hann sæst
ikki á tykkum, tí tit eru í dag ein ung
og spelkin havnarmynd, sum ríkar
okkara bý