mikudagur 21. mars 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. mars 2012 · Nr. 35
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lagt til rættis: Árni Joensen
Ein
kanning,
sum
bleiv
gjørd fyri tveimum árum
síðani, staðfesti, at tað er
búskaparliga skilagott at
leggja ein elkaðal úr Íslandi
inn á meginlandið, og nú
hevur ein nýggj kanning víst,
at tað er uppaftur skilabetri
nú enn tá.
Á einari ráðstevnu hjá ís
lendska verkfrøðingafelag
num nú um dagarnar hevði
elfelagið Landsvirkjum fýra
uppskot um, hvar á evro
peiska meginlandinum kað
alin skal koma upp á land.
Eitt uppskot er, at hann skal
upp á land á vestursíðuni á
Skotlandi. Ein tílíkur kaðal
verður
1.000
kilometrar
langur. Eitt annað uppskot
er at leggja hann til skotsku
eysturstrondina, og tá verður
teinurin 1.170 kilometrar. Tað
triðja uppskotið er at leggja
hann heilt til niðurlendsku
strondina, og so verður hann
1.900
kilometrar
langur.
Fjórða uppskotið er at leggja
kaðalin til Noregs. Tá verður
teinurin 1.250 kilometrar.
Í Íslandi hevur verið eitt
sindur av orðaskifti um hug-
skotið at selja londunum inni
á meginlandinum elorku, tí
summi stúra fyri, at tað fer at
avmarka møguleikarnar fyri
ídnaðarútbygging í Íslandi.
Men á ráðstevnuni hjá verk
frøðingunum segði stjórin
í
Landsvirkjun,
Hörður
Arnarson, at ætlanin er bara
at senda avlopsstreym inn á
meginlandið.
Stjórin bað íslendingar
hugsa um málið, so støða
kann takast um tvey ella trý
ár.
Umhugsa elkaðal til meginlandið
Innan tvey ella trý ár fara íslendingar at taka støðu til, um teir skulu
leggja ein elkaðal inn á evropeiska meginlandið - fram við Føroyum
Norðurlendskt stríð um
vælferðarsamfelagið
Teir svensku sosialdemokratarnir hava søkt um patent
upp á tað norðurlendska vælferðarsamfelagið
Tað norðurlendska vælferð
arsamfelagið er kent um
allan heimin, men nú hava
sosialdemokratarnir í Svøríki
tikið eitt stig, sum kann enda
sum eitt norðurlendskt stríð
um, hvørjir politikarar løgdu
lunnar undir okkara skipan
við ókeypis heilsuviðgerð,
almannatrygd og skúla.
Tað er svenski politikarin
Inger Segelström, sum hevur
fingið patentið skrásett hjá
svensku myndugleikunum.
Inger Segelström er ikki bara
svenskur politikari, men eis
ini aðalskrivari í Samak, sum
er felagsskapurin hjá teimum
norðurlendsku sosialdemo
kratunum.
Teir donsku sosialdemo
kratarnir hava tó ongar
ætlanir um at krevja patent
upp á ta norðurlendsku væl
ferðarskipanina. Aðalskriv
arin, Lars Midtiby, sigur, at
flokkurin vil fegin taka lut í
einum orðaskifti um søguna
og framtíðina hjá teirri norð
urlendsku vælferðarskipan
ini, men heldur ikki meiri.
Men ein dani er í hvussu
er ikki fegin um tað svenska
stigið. Bertel Haarder, fyrr
verandi innanríkis- og heilsu
málaráðharri og formaður
í donsku sendinevndini í
Norðurlandaráðnum,
vil
snøgt sagt ikki góðtaka, at
sviar taka patent upp á ta
norðurlendsku skipanina.
– Taka teir svensku sosial
demokratarnir ikki hatta
málið aftur innan næsta
fund í Norðurlandaráðnum,
fara teir at fáa av at vita frá
hinum
flokkunum,
sigur
Haarder við kringvarpið DR.
Eftir hansara tykki ber tað
ikki til at taka patent upp
á tað, sum hann kallar eitt
"politiskt vørumerki".
Hörður Arnarson er stjóri í Landsvirkjun
Mynd: Morgunblaðið
Bertel Haarder vil
hava sviar at taka
patentmálið aftur
Mynd: Polfoto
TØKK
TØKK