mikudagur 21. mars 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 21. mars 2012 · Nr. 35
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Nám, Mentamálaráðið, Før
oyska málnevndin, Dimma
lætting, Sosialurin og Kring
varp Føroya fara sunnudagin
at handa eina móðurmáls
virðisløn. Orsøkin til, at
virðislønin verður handað
júst sunnudagin 25. mars er
tí, at hesin dagur er føðingar
dagur V. U. Hammershaimbs
–
faðirin
hjá
skriftmáli
okkara – og tí er dagurin
kosin føroyskur móðurmáls
dagur.
Tá fer Bjørn Kalsø, land
stýrismaður í mentamálum,
at handa Móðurmálsvirðis
lønina 2012 í Fútastovu í
Havn. Samstundis verður
opið hús í grannahúsunum,
Nýggjustovu, har Hammers
haimb vaks upp.
Tað eru omanfyrinevndu
stovnar,
sum
skipa
fyri
degnum
og
virðislønini.
Fyriskipararnir siga, at nú
skal móðurmálið setast í
miðdepulin ein fastan dag,
móðurmálsdagin.
Hesin
dagur er settur at verða 25.
mars, sum er føðingardagur
Hammershaimbs.
Nám hevur á undirvís
ingarportalinum Snar gjørt
temasíðu
um
Hammers
haimb, og Dimmalætting
og Sosialurin hava hesa
vikuna greinar um faðirin
at móðurmáli okkara, Ham
mershaimb. Eisini er nógv
tilfar at finna um V. U. Ham
mershaimb á ymsum netsíð
um, eitt nú wikipedia.
Forlagið Sprotin, Bóka
deild Føroya Lærarafelags,
Landsbókasavnið og íslends
ka aðalkonsulátið, sum held
ur til í Fútastovu, stuðla eisi
ni verkætlanini.
Sunnudagin
25.
mars
klokkan 15 verður almenn
samkoma
í
Fútastovu
í
Gongini í Havn og eisini í
Nýggjustovu, har Hammers
haimb búði og hevði bond í
báðar ættir, hóast føddur í
løgmansgarðinum á Steig í
Sandavági.
Umframt at landstýris
maðurin
í
mentamálum,
Bjørn Kalsø, fer at handa
Móðurmálsvirðislønina 2012,
fer Landsbókasavnið at skipa
fyri framsýning av skjølum
í sambandi við Hammers
haimb, og Eirikur Linden
skov, sum býr í Nýggjustovu,
fer at greiða frá um tey bæði
grannahúsini í Gongini og
ættina hjá Hammershaimb.
Hetta fyrsta árið, Móður
málsvirðislønin verður hand
að á henda hátt, og er ætlanin
at varpa ljós á føroysku
miðlarnar og tað góða mál
og samskifti, sum har er.
Áðurnevndu
seks
partar
hava í semju gjørt av, hvør
fær Móðurmálsvirðirslønina
2012 og tær 25.000 krónurnar,
sum fylgja við.
Nógv er sagt og skrivað
um Hammershaimb, og nú
er ætlanin at varpa nýtt ljós
á týdningin at brúka eitt gott
og livandi mál í almenna
rúminum.
Nám heitir í sambandi
við móðurmálsdagin sunnu
dagin á skúlarnar um at
varpa ljós á Hammershaimb
og móðurmálið. Nám vil hava
skúlarnar at hava hetta í
huga, ikki bara í móðurmáls
undirvísingini, men í øllum
lærugreinum.
– Grundsjónarmiðið er at
vit seta okkum fyri, at hvør
dagur er móðurmálsdagur,
sigur Nám í skrivi til skúlar
nar.
Móðurmálsvirðisløn latin á
føðingardegi Hammershaimb
MÓÐURMÁL Fyri at varpa ljós á móðurmálið verður móðurmálið
sett í miðdepulin ein fastan dag um árið, móðurmásdagin,
sum verður hildin 25. mars, tá ein móðurmálsvirðisløn verður
handað. Grundsjónarmiðið er, at hvør dagur er móðurmálsdagur
Nám vil hava skúlarnar at hava
móðurmálsdagin í huga, ikki bara í
móðurmálsundirvísingini, men í øllum
lærugreinum
Grundsjónarmiðið
er, at hvør dagur er
móðurmálsdagur
Nám
heitir í
sambandi
við móður
málsdagin
sunnudagin
á skúlar
nar um at
varpa ljós á
Hammers
haimb og
móður
málið
Fakta
Venceslslaus Ulricus
Hammershaimb
Føddur 25. mars í 1819
í Sandavági.
Uppvaksin í Gongini í
Havn
Kallaður faðirin hjá
okkara skriftmáli
1854 gav út fyrstu
føroysku mállæruna
1855 prestur í Kvívík
1862 prestur á Nesi
1863 lat nýggja
prestagarðin á nesi
byggja
1867 próstur á Nesi
1878 flutti til
Danmarkar
Doyði 8. apríl í 1909
Høvuðsgøtan í Havn, Gongin,
í farnum øldum. Myndin
er tikin um sama mundið,
sum Hammershaimb seldi
Nýggjustovu í 1896.
Húsini vinstrumegin
eru Nýggjastova, húsini
høgrumegin eru Fútastova
V. U. Hammershaimb varð
føddur 25. mars í 1819. Hann
doyði 8. apríl í 1909 – stutt
eftir 90 ára føðingardagin