Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mars 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. mars 2012 · Nr. 35 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 sterkt øl Áki Bertholdsen Tann fyrsti apríl verður ein søguligur dagur í føroyskum rúsdrekkapolitikki. Tá verður aftur loyvt at bryggja og selja sterkt ølk í Før­oyum, sum er sterkari enn 5,8%. Men eftir sum 1. apríl er ein sunnudag, mugu føroy­ ingar brynja seg við toli heilt til mánamorgunin, áðrenn tað ber til at fáa fatur á sterku dropunum. Rúsan hevur eyðvitað eis­ ini fyrireikað seg til dagin. Men hon leggur varliga út. – Vit hava gjørt av at byrja í smáum og so at økja um úrvalið, so hvørt høvið býðst, eftir at vit hava loddað dýpið tað mesta hesum árinum at vita, hvussu føroyingar taka ímóti tí nýggja, sterka øl­inum, sigur Rúni Herup Olsen, sum er innkeypari í Rús­uni. Tískil hevur Rúsan 15 sløg av sterkum øli á hillini mána­ morgunin 2. apríl. 11+4 Talan er um 11 sløg av út­ lendsk­um øli. Men tey bæði føroysku bryggjaríðini hava eisini spent seg út og Føroya Bjór og Okkara hava hvør síni tvey sløg av sterkum øli klár. Rúsan hevur annars skyldu at selja tað ølið, sum verð­ur bryggjað í Føroyum. Men tá ið avgerð skuldi takast um, hvørji útlendsk sløg, tey skulu fáa at selja, hava tey tey lagt dent á, at tal­an er um dygdarøl. Tískil var tað nokk so sjálv­sagt at vit hava fingið okk­um nøkur sløg av belgisk­ um og niðurlendskum dygd­ ar­øli. Men tað slepst ikki uttan um góða gamla Elefantin, tí í Rúsuni hava tey næstan merkt tað sum eitt fólkakrav, at tey fingu Elephantøl at selja. – Elefanturin er tað ølið, nógv flest hava spurt eftir, so tað sleppa vit ikki uttan um, sigur Rúni Herup Olsen. – Hann hevur sína søgu her á landi og tað er ein farri av afturhvarvi yvir honum, so honum sluppu vit ikki undan. Tað er eisini Elefantinum, Rúsan hevur bílagt mest av. Tískil fara tey at selja Elaphant øl í blikkum, sum einans verða seld í pakkum við seks Elafantum í hvørjum pakka. Av øllum hinum sløg­ unum ber til at keypa eina og eina øl. Dygdarøl úr Belgia og Niðurlondum – Annars hava vit valt okkum nøkur sløg av belgiskum og 15 sterkar øl í Rúsuni Hóast tað bara er ein góð vika til tað er loyvt at selja sterkt øl í Føroyum, er enn ikki greitt, hvussu nógv av­ gjald skal leggjast á ølið. Jørgen Niclasen, lands­ stýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt uppskot fyri Løg­ tingið um avgjaldið. Men tað kemur ikki til fyrstu viðgerð fyrrrenn fríggja­dagin. Síðani skal tað í nevnd og so skal tað aftur fyri Løg­ tingið. Tað merkir, at tað fer at ríða um snarið at fáa løgtingið at samtykkja av­ gjøldini áðrenn 1. apríl. Og fyrrenn tað er av­ greitt, ber ikki til at selja ølið, sigur Rúni Herup Olsen, inn­keypari í Rúsuni. Hann sigur, at fyrrenn tað er greitt, hvussu avgjald­ ið verður, ber ikki til at tolla vøruna, so alt ølið liggur nú í onkrum pakkhúsið og bíðar eftir politiska myndug­leik­ anum. Hann harmast um, at politiski myndugleikin hev­ ur borið so seint at, hóast málið hevur verið kent tað mesta av einum árið. Og hetta er eitt lutfalsliga einfalt mál. Tað kemur rættiliga tvørt fyri hjá Rúsuni, at avgjaldið er ikki ásett enn, so tætt uppi undir evstamarki. Rúsan skuldi gera fald­ arar við upplýsingum um ølið, men tað bar so ikki til at seta prísirnar í faldaran og tað harmast tey um í Rúsuni. aki@sosialurin.fo Ríður um snarið við sterkum øli SELJA STERKT Mánadagin annan apríl verður aftur loyvi til at selja sterkt øl í Føroyum og Rúsan hevur brynjað seg út við 15 sløgum av sterkum øli, sum eru upp í 11,3% Í Rúsuni hava tey næstan merkt tað sum eitt fólkakrav, at tey fingu Elephantøl at selja Rochefort er heilt kent ølslag og tey fær Rúsan trý sløg av tann 1. apríl. Tað eina slagið er 11,3% og verður fyribils sterkasta ølið, sum verður at fáa í Rúsuni Trappe Dubbel og Trappe Quadrupel verða eisini at finna á hillini í Rúsuni. Chimay er kent belgiskt øl, sum Rúsan nú fær at selja. Tey gera trý sløg av øli í stubbafløskum, reytt, blátt og hvítt og rúsan fær øll trý sløgini