Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mars 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 21. mars 2012 · Nr. 35 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 sterkt øl Rúsan er eitt sindur av­ markað, tá ið hon skal gera av, hvørji sløg av øli, skulu fáast til keyps í Føroyum. Tað mesta verður inn­ flutt úr Danmark. Men Før­ oyar eru ein ógvuliga lítil marknaður og tað verður alt ov kostnaðarmikið, eis­ ini flutningi, at fáa smaár sendingar av blandaðum øli til Føroya. Øll, sum selja øl í Dan­ mark eru eisini limir í Dansk Retursystem og tey sløg­ini, sum eru umfatað av teirri skipanini, eru ikki loyvd at flyta av landinum. – Hesi sløgini kunnu bara seljast í Danmark og tað forðar Rúsuni í at út­ vega rætt­iliga nógv sløg av øli, sigur Rúni Herup Olsen. Nú tað aftur verður loyvt at bryggja og selja øl í Før­oy­um, sum er sterkari enn 5,8%, ætla tey bæði før­oysku bryggja­ríð­ ini sær eis­ini upp í part. Bæði Føroya Bjór og Okkara hava hvør sínar tvær sterkar øl, sum eisini verða seldar í Rúsuni, tá ið hon letur upp mánadagin, 2. apríl. – Hetta er ein dagur, vit hava bíða eftir síð­ani 1907, sigur Annika Waag, virkis- og góðsku­leiðari á Føroya Bjór. Hon sigur á tey á Føroya Bjór hava lagt stór­ an dent á, at leita eftir geri, humlu, malti. – Vit hava eisini gjørt nógv burtur úr at leita í gomlum uppskriftum fyri at fáa tann rætta smakkin. Og ikki minst hava tey hugsað nógv um, hvussu ølið skuldi kallast. Men tað gav seg næstan sjálvt, tí Før­ oya Bjór hevur allar sínar dagar havt veðr­in sum bú­ merki. Styrki og treiskni – Veðrurin er ímyndin av styrki og treiskni og tað hava vit havt nógv brúk fyri, sigur Annika Waag. Hon sigur, at nú Før­oya Bjór kemur við tveim­ um sterk­um ølum, hava tey verið trúgv ímóti upp­run­anum. Onnur ølin er Træ­vet­ urin, ella Tripple Ram, sum er 8.5%. Hetta er ein øl, sum tey hava roynt seg við í Dan­ mark og sum gekk góða mót­tøku. Hin ølin er ein Golden Ram, sum er ein sterkur veðrur upp á 10%, so tað er ein veðrur, sum stútar hart. Tað er ein øl eftir belgisk­ari fyrimynd, sigur Annika Waag. Ølirnar frá Føroya Bjór rigga væl aftur við mati, tann myrki Træveturin er fínur afturvið sterkum mati, myrkum kjøti og ræst­um mati. Tann gylti veðrurin hósk­ ar seg væl aftur við ein­um góðum ostaborði, ljós­um kjøti, kalvafiski og laksi. – Tað eru øl, sum verða betri av at verða goymd. Annika Waag sigur, at seinni fara tey so at lodda dýpi at vita, hvat annað, tey skulu finna upp á. Portari og Tróndur Eisini Okkara á Velbastað hev­ur tvær nýggjar øl á hillini. Í fyrsta lagi hava tey gjørt av at styrkja Portaran upp í 7,9%. Men hin ølin er Okkara Tróndur, sum verður 7,6%. Enn heldur Petur Peter­sen á Okkara, at tað er ov tíðliga at siga so nógv um tað nýggja ølið, men hann leggur afturat, at tey hava eisini ymiskt annað í kvitt­ anum, men tað er ov tíðliga at siga nakað um tað enn aki@sosialurin.fo Fýra nýggjar føroyskar øl Hetta er ein dagur, vit hava bíða eftir síðani 1907 Fáa ikki innflutt fleiri sløg av øli Nú fer eisini at bera til at keypa tvey sløg av Leffe í Rúsuni niðurlendskt trappist øli, sum er serliga kent dygdar­ gott. – Tað er øl, sum bara sjey kleystur hava loyvi at bryggja og tað verða heilt ser­lig krøv sett til dygdina. – Vit hava gjørt av vit fara at selja trý merki av øli, tvey úr Belgia og eitt úr Niður­ londum. Fyrst er at nevna Cimay, sum er belgiskt øl. Tey gera trý sløg av øli í stubba­fløsk­ um, reytt, blátt og hvítt og rúsan fær øll trý sløgini. Tey eru ávikavist 7%, 8% og 9%% sterk, men eru ann­ ars ymisk í smakki. Eitt annað belgiskt øl, Rúsan fær, er Rochefort, sum er kraftigari, myrkari og søtari. Eisini Rochefort hev­ur trý sløg av øli, sum tey nevna 6,8 og 10 og Rúsan fær øll trý sløgini. Tey eru ávikavist 7,5%, 9,2% og heili 11,3%, sum er sterk­asta ølið, Rúsan fær. Triðja trappist ølið, Rúsan fær er tað niðurlendska La Trappe, har tey fáa tvey sløg, Dubbel, sum er 7% og Quadrupel, er 10%. At enda fær Rúsan tvey sløg av belgiska slagnum, Leffe, nevniliga Leffe Blond, sum er 6,6% og Leffe Bruin, sum er 6,5%. aki@sosialurin.fo