Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mars 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. mars 2012 · Nr. 35 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Tað er serliga ein umfatandi effektivisering og sparing í rakstrinum, saman við einari øktari sølu, sum hevur vent einum halli á 15,7 milliónum krónum í 2010, til eitt avlop á 9,3 milliónir í 2011. Tað er ein framgongd í rakstrinum á snøggar 25 milliónir krónur. – Tað er serliga innan um­ siting og lønarútreiðslur, at vit hava spart, men tað er rætt at siga, at vit hava hugt eftir øllum konti og skorið av har, sum tað hevur verið forsvarligt, sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri. Hesar sparingar hava merkt, at raksturin hevur ver­ið smáar 19 milliónir krónur bíligari í 2011 enn hann var í 2010. Hetta hóast olju­útreiðslurnar øktust við umleið 10 milliónum krónum seinasta ár. – Sparingar saman við økt­ ari sølu hava skapt úrslitið fyri 2011, sum má roknast nøkt­andi, sigur Rúni Vang Poulsen. Tað er serliga á danska og norðureuropeiska mark­n­ aðinum, at Smyril Line satsar upp á at økja um søluna. – Serliga Týskland er áhuga­vert, og tí miða vit í stóran mun eftir at røkja tann marknaðin, sigur Rúni Vang Poulsen. Betra tænastuna Norröna er eitt serstakliga snøgt skip, og síðani Rúni Vang Poulsen gjørdist stjóri hava royndir verið gjørdar at betra um tænastuna. Ser­ liga hevur verið hugsað um børnini, har nógv hevur verið gjørt burtur úr. Eisini verður stórur dent­ ur lagdur á tónleikaliga und­ irhaldið umborð, har kend­ir føroyskir tónleikarar undir­ halda um kvøldarnar í barr­ unum. Og nú verður farið eitt stig longur at betra um tæn­ astuna umborð. – Eitt nú fáa vit eina nýggja matstovu, e i t t so­nevnt steak-house, sum skal økja um møguleikarnar hjá teimum ferðandi at velja tað kulinariska upplivilsi, sigur Rúni Vang Poulsen. Eitt annað, sum dentur verður lagdur á í summar, er ein ítróttabarr. – Tað hendir nógv á ítrótta­liga økinum í summar, ikki minst OL í London, so tað er upplagt at bjóða okk­ ara kundum at fylgja við í hesum ítróttahendingum, sigur Rúni Vang Poulsen. Og so skal gerast enn meira fyri børnini. – Vit hava longu sum er undirhald fyri børnum, sum vit hava gjørt royndir við í fjør, og hetta undirhaldið ætla vit at útbyggja í ár, sigur Rúni Vang Poulsen. Sær ljósari út Tá tað snýr seg um fram­tíð­ ina, sær ljósari út hjá Smyril Line. Í november í gjør varð kapi­talgrundarlagið hjá fe­lag­ num betrað við 40 milliónum krónum, og samstundis er gjaldførið komandi árini betrað við 150 milliónum krónum. Og tað fær stjóran at vera bjartskygdan. – Framtíðar útlitini hjá Smyril Line eru góð. Felagið arbeiðir við framhaldandi rakstrarsparingum, og nógv verður gjørt við at økja søl­ una av ferðaseðlum, sigur Rúni Vang Poulsen. Fyrst í árinum gjørdi Smyril Line eitt søluframtak saman við Politiken fyri at fáa ferðafólk til Føroya, og hetta framtak eydnaðist sera væl. – Vit hava selt hundrað yvir­náttingar á hotellum í Tórs­havn á páskum, og í heila tikið hevur hetta sølu­ framtakið hepnast sera væl, sigur Henny á Líknargøtu, sølu- og marknaðarleiðari á Smyril Line. Og sambært stjóranum er ikki óhugsandi, at líknandi til­tøk verða endurtikin seinni í ár. – Nú hevur hetta tiltakið ikki ávirkan á roknskapin í fjør, men tað er als ikki óhugs­ andi, at vit fara at fremja líknandi tiltøk seinni í heyst, sigur Rúni Vang Poulsen. Fyribils hevur Smyril Line tikið eitt megnar stig rætta vegin við góða úrslitinum í roknskapinum fyri 2011. Stór fram­gongd hjá Smyril Line roknskapur Eitt av feløgunum, sum kann vísa á eina stóra framgongd í roknskapinum í fjør í mun til árið fyri, er Smyril Line. Frá einum tapi í 2010 á meiri enn 15 milliónir, vísir roknskapurin fyri 2011 eitt avlop á góðar 9 milliónir krónur Rúni Vang Poulsen hevur megnað at vent gongdini frá einum undirskoti í 2010 á 15,7 milliónir til eitt avlop í 2011 á 9,3 milliónir krónur Rúni Vang Poulsen hevur megnað at vent gongdini frá einum undirskoti í 2010 á 15,7 milliónir til eitt avlop í 2011 á 9,3 milliónir krónur Fakta Ársroknskapurin 2011 2010 Nettosøla …………………………224.603 …………216.749 Bruttovinnigur …………………91.789 ……………84.046 Starvsfólkaútreiðslur ……………-44.195 …………-51.757 EBIDTA ………………………………47.594 …………32.289 Avskrivingar ………………………-20.690 ……………24.447 EBIT ……………………………………26.904 ………………7.842 Úrslit av kapitalpørtum ………………651 …………………635 Fíggjarútreiðslur, netto …………-18.294 …………-24.189 Ársúrslit ………………………………9.261 ……………-15.712 Støðisogn tilsamans ……………514.437 …………530.003 Ogn í umferð …………………………72.851 ……………30.751 Ogn tilsamans ……………………587.288 …………560.754 Eginpeningur ……………………136.107 ……………86.846 Langfreistað skuld ………………384.330 …………389.321 Stuttfreistað skuld ………………66.851 ……………84.587 Skyldur tilsamans ………………587.288 …………560.754 Framtíðar útlitini hjá Smyril Line eru góð