Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mars 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. mars 2012 · Nr. 35 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Viðmerking til Innrás av bíligari arbeiðsmegi Justin Philbrow Í brævi til Føroya Løgting og Landsstýrið sigur Fiski­ mannafelagið: "Vit eru vitni til, at okkara lívsgrundarlag spakuliga verður tikið undan okkum…" og sipar til, at tað er tann bíliga arbeiðsmegin, sum fer avstað við arbeiðinum. Áhugavert hevði verið at vitað, hvør hevur mist arbeiði grundað á bílig útlendsk arbeiðsmegi? Er tað nakar ella hvussu nógv? Hvat fyri skipabólkar er talan um? Sum so nógv annað, sum er lagt út til fólk at øsa seg um, verður tað frá fjøl­miðlum, politiskt propa­ ganda, fakfeløg ella egnaran, so er kakið alt ov ofta baserað og vent til kenslurnar uttan, at koma við ella hugsa um øll fakta. Tí man kundi líka so gott havt øvugta áheitan til landsstýrið: ger tað heldur møguligt at hava útlendskan arbeiðsmegi (við lægri løn, um tað skal vera) umborð - so kanska tað blívur møguligt hjá fleiri føroyingum at hava arbeið á sjónum (og landi). Um mann gjørdi tað kundu møguliga hesar avleiðingar verið: 1.) Flotin sleppir út at fiska - sum nú er er tað oftani torført at fáa støðug fólk við skipum, í summum bólkum í hvussu so er. 2.) Flotin verður kappingar­ førur við alheimin - vit mugu skilja, at dunnu hyl­urin hjá okkum kapp­ ast við alheimin og ikki klaks­víkingar móti havn­ arfólkum ella línu­flotin móti trolara­flotan. 3.) Varðveita serkunnleikan - um skipini ikki sleppa frá kai grundað manglandi arbeiðsmegi ella um flotin ikki gerst kappingarførur so missa vit hann. Einfalt. Um vit fáa støðug og kappingarfør arbeiðsmegi so hava vit møguleika at varðveita allan tann ald­ar­ gamla serkunnleika, sum føroyingar hava, bæði tá ið tað kemur til fiska­rí, sjómansskap, fiska­hag­ reiðing og at dríva skip/ reiðarí. Um vit steingja okkum inni, sum summi leggja upp til, so er ikki óhugsandi at fleiri og fleiri skip leggjast grundað á 1.) manglandi støðug arbeiðs­ megi 2.) manglandi kappingarføri 3.) og sum frálíður, mangl­ andi serkunnleika Summi meina at hetta hendir longu nú. Eg eri ikki serfrøðingur á økinum og hetta er skrivað, ikki sum eitt persónligt álop á nakran, ei heldur sum kapitalistur mótvegis arbeiðaranum, men sum ein áheitan um, at kjakið um framtíðar møguleikar og avbjóðingar her á landi, vera sakligar og frameftirrættað. Vit mugu hyggja sakliga eftir heildini og gera av, hvat fyri rák eru í búskapinum, arbeiðspláss og arbeiðis tilfeingi – bæði lokalt og runt um okkum – og greina hví tað er so. Síðani greina hvat fyri møguleikar hetta opnar fyri her hjá okkum, við tað serliga vit hava at bjóða uppá ella ynskja at bjóða uppá. Bara sum eitt einfalt dømi, tá ið hugsað verður um ar­beiðs­megi: vit síggja næstan dagliga at fiskimenn (baði ungir og eldri, dekkarar sum yvirmenn) vilja sleppa úr fiskivinnuni, oftani leita teir sær arbeiði antin á landi ella til aðra vinnur, sum t.d. í oljuvinnuni. Hetta er eitt rák. Hví er tað so? EIN partur av svarinum er, at hesir menn trívast ikki í vinnuni. EIN grund til at yvirmenn ikki trívast er, at tað er byrða omaná byrða at reka skip, tá ið so at siga hvørja fer skipið kemur til kai skulu teir til at ringja runt, at lokka fólk um­borð, og tá ið so nógv útskifting er, er ringt at fáa góða hagreiðing, arbeiðs­ lag og trivna umborð. Hetta slítast teir upp av. Hjá dekk­ arum sum veruliga eru í vinn­uni tí teimum dáma tað, er júst sami trupulleiki, høga útskiftingin merkir at somu men mugu taka ar­ beiðsbyrðuna og upplær­ ingina ferð eftir ferð. Hetta gerst ov tungt hjá teimum í longdini.  Bara hetta rákið í sær sjálvum, fyriuttan at hyggja upp á oljuprísir, lønarlag, automatiseringar, lógarkrøv, fiskastovnar og nógv annað, sum ”hóttir” fiskimannin, ger, at vinnan er í niðurgongd. Møguliga kundi ein opn­ ing av arbeiðsmarknaðin fingið vend á hesum? Sum sagt, eg eri ikki serfrøðingur, men tað mugu vit taka upp og tosa sakliga um og finna útav, hvat og hvar vit skulu satsa. Í hvussu so er fer ein afturlating av arbeiðsmarknaðin bara at skunda undir at fleiri skip hava verri við at fáa manning og rentabilitet í og harvið fáa mønustingin. Við at fáa eitt sakligt kjak um hetta, kundi hugsast at limirnir hjá Fiskimannafelagnum kundu fingið eina framtíð - í tað vinnu teir eru í. Um viljin ikki er at taka hetta upp sakliga og í álvara, og tillagingar ikki vera gjørdar so stendur samfelagið til at missa nógv – ikki bara Fiskimannafelagið. Lýsingartorgið Arbeiði Sølufólk søkjast Møguleiki at vinna pening, evt við síðuna av føstum starvi. Tú leggur sjálv/sjálvur arbeiðstíðina til rættis. Ring og hoyr nærri. 226603 Býli í Føroyum Íbúð ynskist til keyps Vit søkja eftir íbúð til keyps í Tórshavn. Umleið 70 fermetrar ella størri. Prísur 1,2 mill. Kr. Skriva til Sosialurin, Box 76, 110 Tórshavn, Bill.mrk. 210312 Íbúð til leigu 52m2 til leigu til einlig frá 1/4 fyri 4500 kr/mðn v/olju. Íbúðin er við Grønl.v. í Havn. Køkur, stova,2 kømur,baðirúm og gongd. hildurN@email.fo Ìbúð søkist Tilkomi par søkjir íbúð í Havn, skal hava min. 2 kømur. Eru friðarlig, fara væl um, og gjalda rættstundis. telefon. 322158 og 522158 Hús ynskjast til leigu Hús ynskjast til leigu í Havn 212444 ella 581432 Hús á Eidi Fitt eldri hús til leigu frá 15.aug. ella e. aftalu. 423589 ella 004561467521 aftaná kl 18.00 Íbúð ynskist Kvinna í 50 inum søkir íbúð í Havn, skal hava 2-3 kømur. Eri friðalig og fari væl um, sum um tað er mítt egna. Tlf 591039 íbúð søkist Vit eru eitt par (ikki roykjarir), sum leita eftir eini íbúð í Tórshavn. Um tygum hava eina íbúð til leigu. vinarliga ring á 258829 258829 Íbúð søkist Eg sóknist eftir eini íbúð í Havn. Max kr 5.500 212350 Býli uttanlands Sól og summar í Alanya! 2 luxusíbúðir á 110 m2 v/ svimjihyli,luftskipan,øllum hentleikum.Nær við strond,gongugøtu v.m.Frá 2000 kr/viku fyri 4-6 fólk. 287580/317580 Íbúð til leigu á Amager 2-ver íbúð til leigu frá 1. juni. 57m2, nýggjur køkur, nýtt ves, 2 altanar. Tætt við metro og Amagercentrið. 7500 pr mdr við vatni og hita. 42738393 Fundir Aðalfundur 2012 Árgja Ròðrarfelag Aðalfundur verður leygardagin 31 mars kl.17.00 í neystinum hjá AR á Argjum Skrá sambart lógum felagsins. Nevndin Matur tilboð nýslaktað svínakjøt tilboð við frýskum svínakjøtið, pakkað og datomerkt á góðkendum sláturvirkið. vit leverað um alt landið. www. grisa-steik.com. 375259 221259 276811 Sjavs Sjavskapping á Strondum leygardagin 31 mars kl 17.30 Vinnaraparið fær sjavstúrin við Norrønu ókeypis frá 19 - 23 apríl. Spælt verður í skúlanum ( fimleikahøllini ) Strálan Sjavskapping á Strondum leygardagin 24.mars kl 16. í skúlanum á Strondum. Vinnaraparið fær ókeypis ferðaseðil sjavstúrin við Norrønu 19 - 23 apríl. Strálan Tónleikur Keyboard til sølu Eitt 3ára gamalt Tyros 3 keyboard við 80 GB. hardiski, til sølu fyri 14.000 kr. Áhugaði kunnu ringja til 267617 Ymiskt loppumarknaður Loppumarknaður við restlagri av nýggjum skóm til kvinnur, menn og børn fyri 50 kr parið. Brekkutún 3 Hoyvík, leygardagin 24 mars kl. 10 Loppumarknaður Loppumarknaður í Brekkutúni 3,Hoyvik. Restlagur av nýggjum skóm til sølu fyri 50 kr parið. Skógvar til kvinnur, menn og børn. Gerið kvetti. til salg Vaskemaskinen tørretumbler for 6500kr spisebord og 4 stoler for 1000kr emmajunga klapvogne for 3500kr tøjskab med spejl for 1500kr.