mikudagur 21. mars 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. mars 2012 · Nr. 35
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðvikan
13. partur
Tað var annars ikki so lætt hjá
fólki undir krígnum. Nógv vøra
var skamtað. Men vit fingu tó tað
neyðturviliga. Men til dømis var
einki fínt mjøl at fáa. Tað var altíð
rugur blandaður uppí. Eg minnist,
at mann kundi ikki baka hvíta
køku úr tí. Men var kryddarí í, so
var tað fínasta slag. Breyðini blivu
eisini góð av hesum mjøli.
Tað vóru eisini bretskir her
menn í Gøtu. Her bygdu teir eisini
barakkir. Ein dagin var eg hjá
skraddaranum, har eg lærdi at
seyma. Vindeygað vendi niðaneftir,
nú síggi eg at teir gera venjingar. Eg
hyggi út og haldi meg kenna ein av
teimum. Eg síggi, at hann kennir
eisini meg. Tá var hetta ein av
teimum, sum eg kendi frá tíðini eg
arbeiddi í Havn hjá Wensil Petersen,
sum áður greitt frá. Hann æt Jack.
Men hann hevði ikki loyvi at hava
nakað saman við bygdarfólkinum
undir venjing. Tað kundi heldur
vera, tá ið teir høvdu frí.
Eitt summarið hoyggjaðu vit
yviri í Norðragøtu, har vit áttu jørð.
Vit arbeiddu á tí stykkinum, sum
varð kallað niðri á Vombini. Begga,
elsta dóttirin, var tá lítil. So kemur
eitt tanks har. Tað steðgar. Eg og
Begga skuldu yvir til Syðrugøtu
eftir reipum. Eg hevði ein lítlan
leyp á herunum. So spyrja teir meg,
hvar eg skal. Tá dugdi eg so mikið
av enskum, at eg kundi greiða frá
tí. Hann bjóðaði sær til at koyra
okkum báðar vegir, so vit báðar
hava verið í einum tanksi. Fittir
vóru teir.
Onkur av hermonnunum kom at
keypa í handlinum hjá okkum. Tá
búðu teir í húsunum á Fløttinum í
Syðrugøtu. Har búði í hvussu er ein
offiserur. Hann sum eg arbeiddi
saman við, korporalurin Arcie
Laing, var har og passaði offiserin
upp. Hann plagdi at koma út her í
handilin at keypa. Tað var nokk so
stuttligt at hitta hann aftur.
Tað vóru nokk so nógvir bretar
sum giftust við føroyskum gentum.
Nakrir búsettust eisini í Føroyum.
Ein teirra, Harry Potts, giftist við
Turid í Bartalstovu, og tey búsettust
í Syðrugøtu.
Harry sigldi nógv ár sum væl
umtóktur kokkur við Kjølbro-trol
arum. Turid er 91 ára gomul og býr
í Gøtubrá.
Vanlukkan á Gøtuvík
Eg minnist eisini vanlukkudagin
í 1944. Ein bátur var á útróðri og
tað kom so ringur sjógvur á teir á
heimveg út fyri Borðoyarnesi, at
báturin fórst við trimum monnum.
Teir vóru Poul Kristoffur, beiggin
Dánjal í Beitinum og Petur Greger
sen í Guttastovu. Tveir vóru funnir
aftur, men tann triði kom ikki aftur
í aftur. Eg minnist eisini, hvat ið eg
gjørdi, tá eg fekk boðini um hetta.
Vit áttu eitt torvhús uppi í Geilini
á leið har húsini hjá skraddaranum
vóru. Eg var har, tí teir høvdu ført
torv norðan úr Haga. Eg var farin
at hjálpa teimum at fáa torvið inn.
Begga var eisini við mær tá. Hetta
vóru skakandi boð at fáa.
Poul Kristoffur var komin inn
til okkara um heystið at spyrja, um
hann ikki kundi fáa tveir garnmørar.
Hann hevði ein slíkan hug at fáa
garnatálg, segði hann. “Og eg ætli
mær inn til allar bøndurnar at biðja
um tveir garnmørar, tí so verður tað
ein drýlur burtur úr”. Tað fekk hann
eisini. Hann átti onga jørð sjálvur.
Eg eri fegin um, at eg fekk gjørt
honum henda seinasta beinan.
Eg var eisini við til jarðarferðina.
Sum eg minnist tað, so stóðu báðar
kisturnar uppi á einum bili. Eg
haldi, at tað var bilurin hjá Hans í
Bartalstovu.
Stríggið var
Men annars gekk lívið sína gongd.
Tað var gott at vera her í Gøtu, men
tað var ordiliga stríggið. Tað var
altíð nógv at gera.
Tá vit høvdu fingið triðja barni,
tá kemur Birita vermóðir ein dagin
til mín og sigur, at systir hennara,
Marin Sofía, spyr, um hon ikki
kundi koma út her at búgva eisini.
Einar sonur hennara, sum búði inni
hjá henni, var nervasjúkur, so hon
hevði tað ikki so gott har.
So segði eg ovfard: “Hvat søgdu
tygum?” Hon svaraði aftur: “Eg
kundi ikki nokta henni tað, men
tað skuldi sjálvsagt verið tú, sum
svaraði fyri hesum”. Marin Sofía
kom so her at búgva, men hetta
bleiv ov nógv fyri meg.
Mamma kom so her, og hon tók
Jórun, næstelsta av børnunum, við
sær til Streymnesar. Tað var ikki
meira enn 14 mánaðir millum Jórun
og Jákup. Vit fingu fleiri børn, og
Jórun var í Streymnesi, til hon var
10 ár. Tá helt eg, at tað var synd fyri
mammu, at hon skuldi fara upp
hvønn morgun at gera hana í stand
at fara í skúla. Eg helt, at hon skuldi
kom heim aftur. Jórun hjálpti mær
eisini so væl við teimum yngru
børnunum. Hetta dugdi hon so sera
væl. Vit fingu 8 børn í 13 ár, so har
var stutt ímillum, og sjálvandi var
tað strævið. Marin Sofía fór seinni
heim aftur til sín sjálvs.
Einar var serligur
Einar, sonur Marin Sofíu, var sera
upptikin av tí søguliga Tróndi í Gøtu,
hetta sæst eisini av eftirnavninum,
Tróndargjógv, hann fekk sær. Hann
hevði eisini yrking í bløðunum um
Trónd. Hann var eisini eitt sindur
av einum granskara. Tað er ein søga
um ein bónda í Norðragøtu, sum
fór burtur í haga ein sunnudag.
Hann datt oman og doyði og kundi
tí ikki fáa kristna jørð. Hann var
tískil jarðaður í haganum Úti í
Líð, sum er uttarlaga á Gøtuvík,
norðragøtumegin. Ein túgva har
hevur verið søgd at vera grøvin. Her
fór Einar eina ferð at grava fyri at
vita um hann fann mannabein. Tað
fann hann ikki, men tað varð sagt,
at hann kom niður á steinsett.
Einar hevði eisini evni at skriva. Ì
1947 skrivaði hann eina sera áhuga
verda grein um abba sín, Gamla
Heina, sum var føddur um 1856, og
sum komið verður aftur til seinni í
hesi røð.
Her skrivar Einar eisini, at hann
skrivaði nógv niður av tí, sum abbin
fortaldi honum. Um onkur í ættini
kennist við hetta, kundi tað verið
áhugavert at frætt.
Hensia: Koyrdi í tanks
undir krígnum
Nú heldur røðin við Hensiu Jacobsen fram við trimum pørtum afturat.
Í hesum parti greiðir Hensia frá, hvussu tað var undir krígnum
Her eru tey í Niklasmørk í hoyna og fáa drekka ímillum avseturnar. V.f. eru Elita,
systir Hensiu, Hensia, Poul Andreas, Ragnar hjá Bjartu, Lena og Birita hjá Jákupi,
framman fyri eru Símun Louis hjá Michael og Gunnar hjá Bjartu
Vinskapur í krígstíð. Palli,
skraddarin, høgrumegin, saman
við bretskum hermanni í Gøtu
Hensia var við til jarðarferðina hjá hjá Dánjali og Poul Kristoffuri