mikudagur 21. mars 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 21. mars 2012 · Nr. 35
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
Komandi partur
Í komandi parti greiðir Hensia meira frá bóndaskapi og
Naena greiðir frá abbasystrunum í Barbustovu.
Tann yngsti beiggi abba var Jógvan,
f. 13. februar 1868. Hann gifti sær
Lakjufestið til. Kona hansara, Ma
lena Fredrikka Trondesen, doyði í
barsilssong við fyrsta barni teirra,
Malena Sofía, fødd 1893. Hon tók
ikki við festinum, tí hon giftist við
bónda á Viðareiði, Niels J. Matras.
Jógvan giftist uppaftur við Mariu,
sum var úr Skálabotni.
Her skal greiðast eitt sindur frá
teirra børnum:
Johannes Mikael Mikkelsen, f.
1898, uppkallaður eftir abbanum,
Havna-Jóannes. Hann festi garðin
og giftist við Lenu Petersen úr
Ólastovu í Syðrugøtu.
Inga f. 1899, var ógift. Inga var
ein ógvuliga dugnalig seymikona.
Tey vóru nógv, ið heittu á Ingu, tá ið
eitt pent plagg skuldi seymast, ella
hon klipti til fyri tey, sum seymaðu
pløggini heima.
Ikki man tað hava verið nógv,
hon hevur fingið fyri sítt arbeiðið í
teimum vánaligu 30-árunum. Inga
var hjartagóð og ógvuliga ættar
kær.
Inga, og Martin, f. 1912, fluttu til
Havnar. Heim teirra í Grønlandi
var altíð opið fyri familju og
vinfólki úr Gøtu. Inga seymaði, til
hon var komin langt upp í árini.
Hon seymaði mær og systrunum
kjólar til einar páskir. Teir vóru
vakrir, myrkareyðir við hvítum
blondikraga.
Edvard, f. 1903, giftist við Sonnu
Olsen úr Tøvuni við Gøtugjógv. Tey
fluttu yvir undir Gøtueiði. Tey vóru
ógvuliga blíð at koma inn til. Tá var
nógv sild at fáa á Skálafjørðinum,
og tað var góð inntøka í tí. Tí fluttu
tey úr Syðrugøtu. Edvard doyði av
sjúku í 1948, 45 ára gamal. Sanna
giftist uppaftur við Andrias Øre úr
Beitinum í Syðrugøtu.
Edvard seldi húsini til Poul Huus,
systkinabarn pápa. Poul var skipari,
so hann átti radio. Tað var langt
ímillum húsini, har eitt radiotól var.
Í bardagaárunum kundu vit hoyra
jólaheilsur úr Danmark. Hetta var
stórt upplivilsi, tí einki samband
var annars millum londini. Tá ið so
jólaheilsanirnar komu, fór maður
av húsi at lurta eftir jólaheilsanum
í teimum húsunum, har eitt radiotól
var. Tað var ofta hjartanemandi at
hoyra hesar heilsanirnar. Eg plagdi
at fara oman til Poul at lurta. Tá var
fyrra kona Poul á lívi. Eisini høvdu
vit eitt serliga gott forhold til húsið
har, tá ið Sanna, seinna kona Poul,
kom av Hvítanesi. Hon og Sigurd,
maður mín, høvdu verið spælibørn
saman har, og tað var hugnaligt at
vera saman við teimum, gestablíð
sum tey vóru. Í dag býr abbasonurin
Poul Huus Sólstein har.
Lærari í Leirvík í 43 ár
Petur, f. 1901, giftist við Kathrinu
Zachariassen úr Jákupstovu
í
Norðragøtu. Petur fór til skips 14
ára gamal saman við bróðurinum
Jóhannesi. Hann var til skips í 7
ár. Teir vóru sum oftast bestir at
fiska. Tað lá ógvuliga væl fyri hjá
Barbustovumonnunum at fáa fisk.
Petur fór tveir vetrar á háskúla,
tí hann hevði sett sær fyri at læra
til lærara. Tað vóru nógvar um
sóknir til læraraskúlan hetta árið, tí
var sera spennandi at fara til upp
tøkuroyndina. Petur visti, at bert
tey dugnaligastu høvdu vón um
at verða tikin við. Konoy, lærarin í
Gøtu, læt hann koma at undirvísa
nakrar dagar í skúlanum har fyri
soleiðis at leggja honum lag á, og
Petur stóð royndina. Hann gekk á
læraraskúla frá 1923-26. Hann fekk
beinanvegin lærarastarv í Leirvík,
men har var einki skúlahøli.
Óli hjá Guttormi sat í bygdaráð
num og fekk hann konu sína Elspu
at lata Peturi báðar stovurnar til at
undirvísa í, og hetta helt áfram í 4
ár. Petur segði seinni, at hetta vóru
hansara bestu dagar í Leirvík. Elspa
og Petur vóru systkinabørn, og man
tað hava gjørt sítt til, at hon hevur
latið sær lynda onga stovu at hava.
Tá ið hann í 1969 legði frá sær,
hevði hann verið lærari í Leirvík í
43 ár.
Nú fluttu Petur og konan til
Havnar, tí at nú vóru flestu børnini
búgvandi í Havn.
Elspa Sofía, f. 1905, giftist við
Anthon Hansen frá Vejle, har tey
búsettust.
Oliver, f. 1906, vaks upp “fyri
oman Oyrina” í Syðrugøtu. Hann
fórst við “Verdandi” í 1944.
Petra, f.1914. Hon doyði longu í
1927 av syrgiligari vanlukku.
Ærin bjargaði Jógvani
Sagt verður frá, at Jógvan eina ferð
fekk boð um eina ær, sum var farin
av haga. Hon var komin inn norðuri
á Oyri. Hann fór avstað eftir ærini,
men tá ið hann var á veg eysturum
aftur, brast kavaódn á av ringasta
slag, so hann ikki sá fram um nøs
ina. Hann bleiv greiður yvir, at
hann, staddur uppi millum fjalla,
ikki kundi halda leiðina áfram.
Hann fær sær skýli aftur undir ein
um steini. Har sat hann alla náttina,
meðan kavaódnin leikaði í við ærini
tætt inn at sær og kíndi henni um
snáina. Hetta var hansara bjarging.
Hitin frá ærini gjørdi, at hann ikki
frysti í hel hesa náttina. Hann kom
at hava stóran alsk til hesa góðu ær.
Hann koyrdi hana ongantíð aftur í
hagan.
Á gomlu húsini á Lakjuni var
nokk so lágt niður til túni á tí síðuni,
har koyggjureisingin var. Mær
er fortalt, at tá ið grasið síðkaði á
tekjuni, fór ærin uppá tekjuna at
eta tað. Jógvan hjúklaði um ærina
á allan hátt, til hon doyði 16 ára
gomul.
Duldi dreymurin
Omma fortaldi okkum, at ein bóndi
á Lakjuni, Jógvan, læt nýggjan bát
byggja. Um náttina kom maður til
hansara í dreymi og sigur “hasin
báturin verður líkkista tín”. Árini
gingu. Jógvan segði ongantíð nøkr
um frá dreyminum. Ikki var sørt,
tá ið hann var á útróðri, og illveð
ur kom á teir, at hann hugsaði, um
hetta mundi fara at verða lagnu
dagur hansara. Men eina náttina
var stórur uppgangur, og báturin
hjá Lakjubóndanum bleiv tikin út
av brimi. Um morgunin lá hann sum
pinnabrenni á sandinum. Um nátt
ina kom maðurin frá dreyminum
aftur og segði: “Skam fái tú, sum
dreymin duldi”. Hevði hann ikki
gjørt tað hevði hann verið feigur.
Jógvan á Lakjuni
Naena Danielsen heldur áfram at greiða frá síni ætt í Barbustovu.
Hesa ferð er tað um abbabeiggjan Jógvan á Lakjuni
Lakjuhúsini eru uttast f.v., har tveir menn standa frammanfyri. Húsini við tveimum vindeygum er gamla
Bartalstova. Beint aftanfyri er handilin hjá Absalon Jacobsen, seinni hjá Jóan Elias Gregersen
Mynd: Norðoya Fornminnissavn
Jógvan á Lakjuni saman
við soninum Martin
Gomul mynd av Syðrugøtu