mikudagur 21. mars 2012síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. mars 2012 · Nr. 35
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Atgongumerki
Ovurprísir týna
fótbóltsglaðir
pensjónistar
Fótbóltur Atgongumerkjaprísir: 20-, 30- og heilt upp í 50%. Hetta er tað, ið pensjónistar fáa
í avsláttri til eitt atgongumerki til ein fótbóltsdyst í londunum rundan um okkum. Í Føroyum
eru fótbóltsfeløgini líkasæl um pensjónistarnar og fáa teir ongan avsláttur yvirhøvur
Pætur Albinus
Tú nærkast í stórum spenningi fót
bóltsvøllinum og gleðir teg at síggja
liðið, tú hevur stuðlað alt lívið.
Komin heilt at vøllinum hittir tú
ábyrgdarpersónin, ið – sum vanligt
er – krevur pening fyri at tú skalt
hyggja at dystinum, og afturfyri
fært tú eitt atgongumerki og eina
leikskrá handaða. Tú gongur víðari,
leitar tær eftir einum plássi og alt
er vent mótvegis tí spennandi fót
bóltsdystinum, tú hevur sett tær
fyri at hyggja at.
Einki er óvanligt í hesum. Men
tað, sum kanska er ov vanligt í
hesum, er, at felagið, sum krevur
peningin frá tær, er fullkomiliga
líkasælt við hvussu gamal tú ert
og hvørjum treytum tú livir undir.
Uttanlands er tað púra vanligt, at
eldri, lesandi og rørslutarnað fáa
avsláttur heilt upp til hálvan prís.
Okursprísir
Ein miðalprísur fyri eitt atgongu
merki til ein dyst í donsku Super
liguni er 120 krónur, men ert tú
pensiónistur, fært tú hetta sama
atongumerkið
fyri
75
krónur.
Tað merkir, at tað hjá einum pen
sjónisti er bíligari at sita væl til
rættis í einum stórum donskum
fótbóltsbygningi og hyggja at
Dame N'Doye, Dennis Rommedahl
og Martin Jørgensen, enn tað er at
sita undir opnum himli í Fuglafirði
og hyggja at Jákupi Mikkelsen og
hinum.
Tað loysir seg kanska betur at
fara á eitt risa stadion í Onglandi
at hyggja at eitt nú Manchester
United, har bíligasta atgongumerkið
kostar 250 krónur, men ert tú pen
siónistur, fært tú tað fyri hálvan
prís – nevniliga fyri 125 krónur.
Í Noregi eru tey ikki júst so góð
við pensjónistarnar og geva tey
bara pensjónistunum umleið 20%
í avsláttri, men í Føroyum eru tey
eftir øllum at døma líkasæl og geva
ongan avsláttur yvirhøvur. Ert tú
yvir 16 ár, skalt tú rinda 80 krónur.
Frítt spæl
Í regluverkinum hjá Fótbóltssam
bandi Føroya finnur tú bara eina
áseting, sum sigur, at »Hámarks
prísurin fyri landskappingardyst/
ir í vaksnamannadeildini sama
dag er kr. 80,00 og fyri steypakapp
ingardyst/ir í vaksnamannadeildini
sama dag er kr. 60,00.«
Eftir seinastu dagføringina av
hesari ásetanini er loyvi enntá givið
til at somuleiðis krevja kr. 80,00
fyri ein steypakappingardyst, og
er tað kanska sjálvsagt, at feløgini
gera tað, tí tað er líkt til, at feløgini
kenna tað eins og frítt spæl, at Fót
bóltssamband Føroya einans ásetir
ein hámarksprís.
Frælsið at sjálvi ráða yvir prís
– Vit hava sett prísin týðiliga niður til landsdystir. Eitt nú kostaði tað bara kr. 100,- at
hyggja at dystinum ímóti Italia, vísir Christian Andreasen, forseti í FSF, á.