Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-21, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mars 2012síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 21. mars 2012 · Nr. 35 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Tað er líkt til, at feløgini vilja gera okkurt við prísirnar fyri at­ gongu­merki í Effodeildini. For­ mað­urin í tí eina teimum stóru høvuðs­staðar­feløgunum, Sámal Ímundarsson úr B36, sigur, at teir longu hava tingast nógv um at laga prísin til, og at hetta hevur verið uppi at vent bæði tey kappingarárini, hann hevur sitið sum formaður. – Vit hava tosað nógv um at seta prísin niður fyri at fáa fleiri áskoð­arar. Harímillum er tann møgu­leikin at seta prísin niður aftura á eitt nú á 60kr., sigur Sámal Ímundarsson og vísir á, at hann als ongar trupulleikar hevur við at geva pensjónistum 20% í avsáttri, men at hann má hava nevndina við sær. Sámal metir tað hava týdning, at teir fara eftir at geva ávísum bólkum betri treytir. Felagið hev­ ur eitt nú verið í samband við Herbergið, sum fegnir vilja hava nøk­ur árskort, soleiðis at gistandi teirra hava okkurt stuttligt at fara til í gerandis­degnum. Vilja vísa vegin Sámal Ímundarsson fegnast um, at hann hevur havt sera gott samstarv við nýggja HB- formannin, og at hann gjarna vil hava teir við upp á eina slíka broyting. – Tað rætta er, at tú hevur somu treytir til dystir hjá B36 og HB. Hetta er ikki alneyðugt, men tað rætta, heldur hann. Spurdur, um hann ikki kennir tað sum eina ábyrgd, nú felag hansara telist millum tey størstu í landinum og er verandi føroyameistari, at teir áttu at víst vegin, svarar Sámal: – Vit vilja altíð gjarna vísa vegin. Eg og flestu okkum kenna tað sum ein stoltleika at vísa vegin, vísa á nýggj ting og betra tey. So tað kann væl vera, at vit fara eftir hesum. Hann metir tó, at tað er trupult hjá einum felagi, ið bara hevur sjálv­bodna arbeiðsmegi at seta slík til­tøk í verk, og at Fótbóltssamband Føroya, sum hevur nógv fólk full­tíðar­sett, eigur at vísa vegin á hes­um økinum. HB vil vera við Finnbogi Arge er nýliga settur sum nýggjur formaður í hinum stóra høvuðsstaðarfelagnum, HB, og hann er púra opin fyri at tosa um at seta prísin niður. – Eg má viðganga, at hetta ikki nakað vit hava tosað um yvirhøvur. Eg havi sitið so stutt sum formaður, so tað kann vera, at teir hava tosað um tað áðrenn. Vit hava viðgjørt tað fíggjarliga, loyvisbrøv og annað, sigur hann, og heldur fram: – Tað er greitt, at vit skulu opti­ mera tingini, og hatta er helst eitt gott hugskot – tað, at bjóða pen­ sjón­istum lægri prís. Eg kann ikki siga hvat HB heldur, tá ið eg ikki havi tosað við nevndina, men vit skulu royna at fáa fleiri fólk til dystir, og tað kann vera eitt gott hugskot at seta prísin niður á pensjónistum og á tann hátt fáa fleiri áskoðarar, sigur Finnbogi Arge. – Eg havi ikki fingist við hendan tankan fyrr, men hetta vil eg fegin taka upp, nú tað er vorðið aktuelt, sigur HB-formaðurin at enda. albinus@sosialurin.fo Atgongumerki HB og B36 vilja vísa vegin Formenninir í teimum báðum stóru høvuðsstaðarfeløgunum eru púra opnir fyri at taka atgongumerkjaprísin til viðgerðar í nevnd. – Eg havi ikki fingist við hendan tankan fyrr, men hetta vil eg fegin taka upp, nú tað er vorðið aktuelt, sigur formaðurin í HB, Finnbogi Arge Ein pensjónistur úr Tórshavn, sum ynskir at vera dulnevndur, men Sosialurin veit navnið á, kærir sína neyð. Hann er bara ein aldr­aður glaður fótbóltsjeppari, sum við eftirlønarinntøku sínari hevur trupult við at fáa endarnar at røkka saman, nú hann hyggur at øllum fótbóltsdystum í Havn og harvið má av við upp ímóti 600 krónum um mánaðin. – Eg eri í Gundadali hvønn ein­asta sunnudag og tað kostar mær 80 krónur hvørjaferð. Tað burdi ikki kostað so nógv fyri pensjónistar, sigur hann avgjørdur og hyggur uppgevandi burt. Hann veit eisini um aðrar pen­sjónistar, sum kæra somu neyð, og meta tað heldur gagna feløg­unum, um teir seta prísin niður, heldur enn at tað kostar teim­um. Sambært teimum er tað nevniliga fleiri pensjónistar, sum halda seg við hús vegna høga atgongumerkjaprísin. Pensjónistar kæra sína neyð inum á atgongumerkjum hava feløgini til fulnar gagnnýtt og ongan­tíð bjóðað eitt atgongumerki fyri lægri enn tað hámark, ið Fót­ bólts­samband Føroya hevur sett teimum – nevniliga kr. 80,00. Eingin heimild Fótbóltssamband Føroya umboðar øll feløgini í landinum og hevur sum kunnugt bara ásett eitt hámark fyri, hvat eitt felag kann krevja inn fyri eitt atgongumerki eina og sama dag. Tað er líkt til, at Fótbóltssamband Føroya ikki kann gera meira enn tað sama. Sambært Christiani Andreasen, FSF-forseta, hevur FSF nevniliga neyvan heimild at áleggja feløg­unum, hvat atgongumerkini til teirra dystir skulu kosta. Tað merkir, at um pensjónistar og onnur við serligum tørvi á serligum treytum skulu fáa avsláttur, mugu feløgini sjálvi taka stig til hetta. Hvat ger fyrimyndin? Christian Andreasen er forseti fyri eitt fótbóltssamband, sum gjarna skal vera slóðari og fyri­mynd á slíkum økjum, men heldur ikki til landsdystirnar hjá før­oyska fót­ bóltslandsliðnum fáa pen­sjón­istar atgongumerki bíligari. Men tað er tað ein orsøk til, heldur hann. – Vit hava sett prísin týðiliga niður til landsdystir. Eitt nú kostaði tað bara kr. 100,- at hyggja at dyst­ inum ímóti Italia, vísir hann á. Hann fegnast tó um, at feløgini eru sinnaði at bjóða pensjónistum avsláttur. – Hugsanin, at pensjónistar fáa atgongumerki bíligari, er ein positiv hugsan. Vit vilja hava fleiri áskoð­ arar til dystir, og um tað kann vera við til at økja um áskoðaratalið, so er tað útmerkað, sigur Christian Andreasen og vil ikki vísa aftur, at Fótbóltssamand Føroya eisini fer at arbeiða við at finna ein serprís til pensjónistar. – Tað er eisini ein positiv hugsan, slær hann fast. albinus@sosialurin.fo FSF hevur bara ásett eitt hámark fyri, hvat eitt felag kann krevja inn fyri eitt atgongumerki. Tað er líkt til, at Fótbóltssambandið ikki kann gera meira enn tað sama Hjá einum pen­sjónisti er tað bíligari at sita væl til­rættis í einum stórum donskum fót­bóltsbygningi og hyggja at Dame N'Doye, Dennis Rommedahl og Martin Jørgensen, enn tað er at sita undir opnum himli í Fuglafirði Mynd: Álvur Haraldsen