Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-21, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mars 2012síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. mars 2012 · Nr. 35 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Pætur Albinus Tað var H71, sum alt fyri eitt setti seg á dystin, og seint, men trygt, bygdi oman á leiðsluna. H71 hevði lúrt av, at Filip Jojic er stórspælandi í løtuni við eitt nú heili 16 málum ímóti KÍF leygardagin, og valdu teir at taka hann fullkomiliga burturúr spælinum við at mansverja hann. H71 lat spælið ganga skjótt og á tann hátt pilka klaksvíksverjuna sundur, og komu teir ofta at standa púra leysir. Tíggju minuttir fyri hálv­leik rann H71 av álvara frá Team Klaksvík og vann ta løtuna 8-2, soleiðis at teir vóru á odda heili 20-11 í hálvleikinum. Eingin vandi Í seinna hálvleiki helt H71 fram við at økja um leiðsluna. Teir skiftust við at spæla seg ígjøgnum og lata Bogdan Florea skjóta útifrá, og megn­aði Team Klaksvíks-verjan ikki at gera nakað við hvørgan av pørt­unum. Tá ið seinni hálvleikur var hálv­ runnin, var H71 á odda 32-18. Eitt nú innskifti ungi Bogi G. Davidsen spældi ein ógvuliga góðan dyst. Álops­spælið hjá klaksvíkingum var alt ov fløkt til at kunna fanga eina væl spælandi hoyvíksverju á skeiva beininum, og hóast H71 dovn­aði nakað sum dysturin leið, máttu gestirnir bara staðfesta, at teir ikki høvdu nakað at gera í Hoy­ víks­høllini hetta kvøldið. H71 vann dystin 34-24 og liggja teir nú væl fyri í stríðnum um at vinna sær seinna plássið í FM-finaluni. Teir eru bara tvey stig aftanfyri VÍF og hava leikt tveir dystir færri. Team Klaksvík er við tapinum framvegis á einum deildum 5. plássi saman við StÍF. Týðandi dystur í kvøld Í kvøld fær H71 vitjan av Neist­ anum, sum seinasta dyst gjørdi full­kom­iliga av við argasta kapp­ ingar­neytan hjá H71, nevniliga VÍF, við at vinna heili 43-33. Um H71 megnar at vinna á Neistanum, eru teir javnir við VÍF á stiga­talvuni, og megna teir harnæst eisini at vinna ímóti Kyndli í høllini á Hálsi sunnudagin, er tað brádliga H71, ið er einsamalt á 2. plássi. albinus@sosialurin.fo H71 - Team Klaksvík 34-24 (20-11) H71: Bogdan Florea (7) Bogi G. Davidsen (6) Dánjal Tórgarð (4) Hans Kári Hansen (4) Hallur Biskopstø (3) Rógvi Sørensen (2) Esbern Patursson (2) Poul Kjartan Dam (2) Sigmundur Nolsø (2) Høgni Djurhuus (1) Sigmundur Dahl (1) Útvísingar: 1 x 2min. Team Klaksvík: Filip Jojic (9) Dánjal Kjærbo (5) Hanus Norðberg (3) Sámal Olsen (2) Suni Clementsen (2) Jákup P. Ziskason (2) Vilhelm Vilhelmsen (1) Útvísingar 4 x 2min. H71 hóttir av álvara Hondbóltur Við 34-24-sigri á Team Klaksvík mánakvøldið er H71 nú av álvara inni í FM-stríðnum. Teir spæla týðandi dyst ímóti Neistanum í kvøld Pætur Albinus Í gjár legði U23-landsliðið hjá kvinn­um leiðina til Veliko Tarnovo í Bulgaria, har tær luttaka í Challenge Trophy. Tær eru farnar undir venj­ingar­nar fram ímóti dyst­ unum næstu dagarnar, sum verða spældir í Sporthalle Vasil Levski. Hósdagin spæla tær ímóti Estlandi, fríggjadagin ímóti Malta og leygar­ dagin ímóti Ísrael. Kappingin er skipað í tveir bólkar, og hittast bólkavinnararnir í final­uni. Í hinum bólkinum eru Bulgaria, Lettland, Moldova og Armenia. Venjarar hjá føroyska U23-lands­ liðnum eru Claus Rasmussen og Harald Bjørgvin. Teir hava úttikið hesar leikarar til kappingina: Erla Eliasen, Neistin Bjarta Osberg Johansen, Kyndil Birita Mortansdóttir, Kyndil Bára Hansen, Neistin Turið Arge Samuelsen, Kyndil Marjun Falkvard Danberg, Neistin Lovisa Lassen, Stjørnan Helga Eyðunsdóttir Kjærbo, VB Judit Hansen, Stjørnan Liljan Djurhuus, VÍF Viviann Petersen, VÍF Tóra Seloy, VÍF Agnas Olsen, VÍF Eir Martinsdóttir Berg, Neistin Linda Davidsen, VÍF Brynja Høj, Neistin U23-landsliðið í eldin hósdagin Hondbóltur Føroyska U23-landsliðið hjá kvinnum luttekur næstu dagarnar í Challenge Trophy í Bulgaria. Fyrsti dystur verður hósdagin ímóti Estlandi Mynd: Álvur Haraldsen Føroyska U23-landsliðið hjá kvinnum