Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-21, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mars 2012síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 21. mars 2012 · Nr. 35 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Pætur Albinus Árligu fimleikaframsýningarnar hjá Støkk verða 22., 24. og 25. mars. Hóskvøldið 22. mars kl. 18 verður framsýning við børnum undir skúlaaldur, leygardagin 24. mars kl. 15 og sunnudagin 25. mars kl. 15, eru liðini eitt sindur meira blandað. Eins og undanfarin ár hevur felagið nógvan fjølbroyttan fim­ leik at vísa fram, m.a. foreldur og børn, børn undir skúlaaldur, vanligu liðini 1. -10. flokk, kvinnur, blandað lið við kvinnum og monn­ um, kappingarlið í reiðskapi og estetisk kappingarlið. Undir fram­ sýn­ingin verða merki og ídnis­ prógv handað. Allar dagarnar verður skipað fyri páskareggjatombola. Eisini kann kaffi og okkurt aftur­við keypast úti í gongini. Atgongu­ merkjasølan byrjar ein tíma undan framsýningini. albinus@sosialurin.fo Tríggjar fimleikaframsýningar hjá Støkk Fimleikur Nú verða árligu fimleikaframsýningarnar hjá Støkk. Felagið hevur 600 íðkandi limir, sum fara at sýna fram á trimum framsýningum, allar í ítróttarhøllini í Runavík Pætur Albinus Við einum hattrikki í dystinum setir Lionel Messi nýtt met í FC Barcelona. Hann hevur nú skotið 234 mál í reyð-bláa búnanum, og er tað fleiri enn nakar annar leikari hevur gjørt fyri felagið. Cesar Rodriguez átti gamla metið við 232 málum. Messi, sum hevur skotið 54 mál í hesum kappingarárinum, brúkti bara 314 dystir at skora tey 234 málini. Cesar Rodriguez brúkti 354 dystir at skora síni 232 mál. Við 5-3-sigrinum er FC Barcelona nú fimm stig aftanfyri Real Madrid, men oddaliðið úr høvuðsstaðnum hevur møguleikan at økja um munin til átta stig aftur, tá ið teir í kvøld vitja Villarreal. albinus@sosialurin.fo Messi meistar­ ligt met Fótbóltur Heimsins besti fótbóltsleikari, Lionel Messi, hevur nú skotið flest mál nakrantíð fyri FC Barcelona Lionel Messi Lissabon skal hýsa CL-finaluni UEFA kunngjørdi á tíðindafundi í gjár, at finalan í Champions League í 2014 skal spælast á Estadio da Luz í portugisiska høvuðsstaðnum, Lissabon. Leikvøllurin, sum er heima­vøllur hjá Benfica og rúmar 65.000 áskoðarum, bleiv endurnýggjaður í 2004 undan EM- enda­spælinum. EM-finalan bleiv somuleiðis spæld har. Á tíðindafundinum í gjár boðaði UEFA eisini frá, at finalan í Europa League hetta sama árið verður spæld á nýggja Juventus Stadium í Torino. albinus@sosialurin.fo Estadio da Luz leikvøllurin hjá Benfica