Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mars 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. mars 2012 · Nr. 36 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tiðindi Í summar verður seinasta árið, at hjúnini Karin og Árni Brattaberg, sum reka Sirri í Vági, taka ímóti ull. Tey hava seinastu 15 árini tikið ímóti 500 tonsum av ull. Dømdur fyri at hótta fútan Randi Jacobsen – Alt, sum eg sigi, verður tulk­ að sum hóttanir. Orðini komu frá mann­ in­um, sum mikudagin sat í lands­rættinum, ákærdur fyri at hava hótt fútan og eitt starvsfólk hjá Stats­advo­ katinum. Maðurin varð í august í fjør dømdur fyri at hava stungið varafútan og fyri brot á vápnalógina, tí hann hevði skotið við eini ólóg­ ligari byrsu móti einum skipi í Havn. Tann dómurin var hálvt annað ára fongsulsrevsing, men av tí at hann sat so leingi varðhaldsfongslaður, verð­ur hann í august í ár lið­ugur at sita tann dóm­in. Dómin situr hann í Dan­ mark, og hann kom til Før­oya til landsrættarfundin miku­ dagin við tveimum vaktar­ fólkum í danska fongslinum. Hetta var eitt annað mál, sum snúði seg hóttanir. Aftur handtikin Beint áðrenn skuldi koma fyri seg í rættinum í fjør, varð maðurin latin leysur, men tað gingu bara fáir dagar, so varð hann aftur handtikin og skuldsettur fyri hóttanir. Hesar hóttanir, sum vendar vóru móti fútan­um, dømdi Føroya rættur hann fýra mánaða fongsuls­revs­ ing. Maðurin kærdi henda dómin beinanvegin, og tí var málið fyri í landsrættinum nú. Hóttanir móti fútanum skulu setast í samband við dómin fyri at stinga vara­ fútan og fyri brot á vápna­ lógina. Maðurin hevur alla tíðina havt ta fatan, at tað hevði verið betri fyri hann, um hesi mál vórðu viðgjørd hvør sær. Hann helt tað ikki vera rætt, at ein danskur dómari skuldi døma hann í vápnamálinum, tí vápnalógin er strangari í Danmark enn í Føroya. Manniliga hevur hann stríðst fyri hesum, úrslita­ leyst. Ein roynd aftrat Hann kom heim úr Danmark í fjør upp undir ólavsøkuna og setti í seg at gera eina roynd aftrat at fáa málini skild sundur. Eisini vildi hann hava at vita, hvør hevði ábyrgdina. Fyrst ringdi hann til Stats­advokatin, har hann fekk at vita frá einum advo­ kat­fulltrúa, at hon júst hevði fingið málið upp í hendurnar. Hann hevði tá sagt, at hann var til reiðar at koma til Danmarkar at tosa við hana. Kvinnan visti, hvat maðurin hevði gjørt, og tá ið hann var heldur harðmæltur, boðaði hon leiðslu síni frá, hvat var hent. Sama dag fór maðurin í øðrum ørindum á politi­støð­ ina, og í móttøkuni hevði hann kravt at sleppa at tosa við fútan. Men fútin vildi ikki tosa við hann. Var heldur harðmæltur Tá hevði maðurin rópt og langað nevnan í skivuna. Tað skiltist av mongu vitnunum av politistøðini, at tey hildu mannin vera hótt­ andi. Skrivstovukvinnan hevði biðið politistar vera hjá sær, tí hon visti, at maðurin fór at koma. Maðurin hevði rópt í mót­tøkuni, at um fútin ikki vildi tosa við seg, var hann noyddur at fara heim til hennara, og hann legði líka í, um maður hennara og børn vóru til staðar. Fútin var illa við, tá ið hon frætti hetta. Øll hesi vitnini vóru for­ fard og summi eisini bangin fyri, at maðurin kundi finna uppá at gera tað sama við fútan, sum hann hevði gjørt við varafútan. Fútin ringdi seinni til mann­in at vita, hvat hann vildi, og tá hevði hann millum annað sagt, at fekk hann strangari revsing í lands­rættinum, fór hann “at gera ein Brimvík”. Hann meinti ikki annað enn tað, at so hevði hann farið umborð á ein bát og siglt til Danmarkar, segði hann í rættinum. Onk­ur á politistøðini helt, at hann hevði sagt Breivik, men tað passaði ikki, segði mað­urin. Kanska kom henda mis­hoyr­ ingin í av, at hetta var stutt eftir vanlukkuna á Utøya. Ræðast mannin Tann ákærdi maðurin helt ikki, at hann á nakran hátt hevði hótt, men sum skiltist á vitnunum ræðast tey meira ella minni mannin. Maðurin skilti ikki, at øll orð hansara altíð vera tikin sum hóttanir. Hinvegin helt ákærin, at maðurin, sum fleiri ferðir áður er dømdur fyri at hótta almenn starvsfólk í tænastu, mátti at havt lært at vara sín munn. Hevði hetta verið ein maður, sum ongantíð áður hevði verið í slíkum lótum, var tað ikki so álvarsligt. - Men hesin maðurin er ikki nakað óskrivað blað, segði ákærin. Eins og tá ið málið var í Føroya rætti, kravdi ákærin mannin dømdan seks mán­ aða fongsulsrevsing, og vejin kravdi frídøming. Dómarnir hildu dóm­in í Føroya rætti vera hósk­andi, fýra mánaða fongsuls­revs­ ing. Og eins og í Føroya rætti varð maðurin frídømdur fyri at hava hótt starvsfólkið hjá Statsadvokatinum í tele­ fonini. Tá ið rættarfundurin var av, varð maðurin settur í ein bil og koyrdur á flogvøllin. Aftur í fongsul í Danmark. Maðurin, sum í fjør varð dømdur hálvt annað fongsulsrevsing fyri at hava stungið varafútan, varð mikudagin dømdur fýra mánaða fongsulsrevsing aftrat. Hesa ferð fyri at hava hótt fútan Vilja varð­ veita Reynir Nú er ætlanin at stovna eitt áhuga­ felag, sum skal virka fyri at varð­ veita gamla M/B Reynir, og í gjár­ kvøldið var fundur á komm­unu­skriv­ stov­uni á Oyrar­ bakka. Um fleiri fólk hava hug at teljast upp í vinarskarðan hjá Reyni, er Sunda kommuna sinnað at hjálpa til við at fáa Reynir fluttan úr Vestmanna í Sunda­ lagið. Nýggjur komm­ unu­ lækni Arnhold Olavsson Jensen, serlækni í almennum medi­ sini, er settur í fast starv sum komm­ unulækni á Tvør­ oyri. Arnhold Olavs­ son Jensen er 37 ára gamal og búsitandi á Tvøroyri. Nýggi kommunulæknin á Tvøroyri hevur lisið til lækna í Keyp­ mannahavn og fekk prógv í 2003. Síðan hevur hann nomið sær serútbúgving í almennum medisini í Føroyum. Arnhold Olavs­ son Jensen byrjar sum kommunu­ lækni á Tvøroyri tann 1.mai. hótti Maðurin hevði rópt í mót­tøkuni, at um fútin ikki vildi tosa við seg, var hann noyddur at fara heim til hennara, og hann legði líka í, um maður hennara og børn vóru til staðar. Fútin var illa við, tá ið hon frætti hetta Fyrrverandi politikarin Kári á Rógvi hevur kært Norðlýsið fyri Fjølmiðlanevndina, tí blaðið í eini oddagrein millum annað kallaði hann »oraklið av øllum«