fríggjadagur 23. mars 2012síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Fríggjadagur 23. mars 2012 · Nr. 36
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ársaðalfundur 2012
www.banknordik.fo
Ársaðalfundurin hjá Pf. BankNordik verður hildin fríggjadagin
30. mars 2012 kl. 17.00 á Hotel Føroyum, Tórshavn
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum
Atgongumerki og atkvøðuseðlar skulu bíleggjast gjøgnum heimasíðu bankans,
www.banknordik.fo, ella á høvuðsskrivstovu bankans á telefon 330 330. Seinasta freist
fyri bílegging av atgongumerki og atkvøðuseðlum er mánadagin 26. mars 2012 kl. 16.00.
Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, hava tygum møguleika at geva
skrivliga full trú. Á heimasíðu bankans, www.banknordik.fo, umframt á høvuðsskrivstovu
bankans í Húsagøtu 3 í Tórshavn, er eitt fulltrúarskjal, sum kann nýtast í hesum sambandi.
Um so er, at tygum ynskja hetta, ber til at geva nevnd bankans fulltrú at møta og atkvøða
tygara vegna.
Við bílegging av atgongumerki og atkvøðuseðlum skal førast prógv fyri, at viðkomandi er
partaeigari. Fyri partaeigarar hvørs partabrøv ikki eru skrásett við navni, verða útgivin
atgongumerki og atkvøðuseðlar ímóti ávísing av eini ikki meira enn 5 daga gamlari útskrift
frá VP Securities A/S ella frá tí kontuførandi peningastovninum (depotstaðið) sum skjalprógv
fyri partabrævaognina. Við útskriftini skal fylgja skrivlig váttan um, at partabrøvini ikki eru
ella verða avhendað til onnur áðrenn aðalfundurin er hildin.
Ársroknskapurin 2011 og fundarskrá
við fullfíggjaðum uppskotum
Ársroknskapurin 2011 við grannskoðaraátekning og ársfrágreiðing umframt fundarskrá við
full fíggjaðum uppskotum liggja frammi á høvuðsskrivstovu bankans í Húsagøtu 3 í Tórshavn
og www.banknordik.fo í seinasta lagi 8 dagar áðrenn aðalfundin.
Partapeningur, atkvøðurættur og
kontuførandi peningastovnur
Partapeningur bankans er kr. 200.000.000 býttur sundur í partabrøv á kr. 20.
Uppskotið, ið er sett fram undir grein 6 a)1, kann samtykkjast við í minsta lagi 2/3 av bæði
greiddum atkvøðum og tí á aðalfundinum við atkvøðurætti umboðaða partapeninginum.
Um uppskot 6 a)1 verður samtykt, kann uppskotið, ið er sett fram undir grein 6, a)2
samtykkjast við í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðum og tí á aðalfundinum við
atkvøðurætti umboðaða partapeninginum. Um uppskot 6 a)1 ikki verður samtykt, verður
uppskot 6 a)2 harumframt bert samtykt um minst 2/3 av partapeninginum er umboðaður á
aðalfundinum.
Uppskotini, ið eru í sett fram undir grein 6, a)3–8 kunnu samtykkjast, um bert ein partaeigari
atkvøður fyri teimum.
Uppskot, ið verða sett fram undir øllum øðrum punktum á dagsskránni, kunnu samtykkjast
við einum vanligum atkvøðumeiriluta.
Í viðtøkum bankans eru hesar ásetingar um atkvøðurætt:
8.2. Atkvøðurætt á aðalfundinum hava partaeigarar, sum í seinasta lagi 5 dagar undan
aðalfundinum hava biðið um atgongumerki og atkvøðuseðil.
8.3. Hvørt partabræv gevur eina atkvøðu. Uttan mun til hvussu stóran part ein partaeigari eigur
tilsamans av partapeninginum, kann hann fyri egin partabrøv ella sum fulltrú fyri aðrar
partaeigarar ikki atkvøða fyri meiri enn svarandi til 10 % av partapeninginum tilsamans.
Ongar avmarkingar eru fyri fulltrúir til nevndina. Uttan mun til hvussu stóran part teir eiga
tilsamans av partapeninginum, kunnu partaeigarar innan fyri sama samtak, soleiðis sum
hetta hugtak er ásett í lóggávuni, ikki saman atkvøða fyri meiri enn svarandi til 10 % av
partapeninginum tilsamans.
8.4. Partaeigarar hava rætt til sjálvir at luttaka á aðalfundinum, saman við einum ráðgeva ella við
fulltrúa, ið kann atkvøða hansara vegna, ímóti at løgd verður fram skrivlig og dagfest fulltrú,
ið er givin fyri eitt tíðarskeið, sum ikki er longur enn eitt ár.
9.2. Á aðalfundinum verða øll mál avgjørd við vanligum atkvøðumeiriluta, uttan so at
partafelagslógin ella hesar viðtøkur krevja serstakan meiriluta.
Uppskot um broytingar av viðtøkum bankans og uppskot um sjálvbodna avtøku og
samanlegging kunnu bert samtykkjast, um uppskotið verður samtykt við í minsta lagi 2/3 av
bæði greiddum atkvøðum og tí á aðalfundinum við atkvøðurætti umboðaða partapeninginum
og treytað av, at minst 2/3 av partapeninginum eru umboðaðir á aðalfundinum.
9.3 Uppskot frá Fíggingargrunninum frá 1992 um broyting av ella fráfalli av quorum-kravinum
í pkt. 9.2 kunnu samtykkjast við í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðum og tí á
aðalfundinum við atkvøðurætti umboðaða partapeninginum. Avmarkingar í pkt. 8.3 og pkt.
9.2 viðvíkjandi atkvøðu og fulltrú eru í hesum førum ikki galdandi.
Pf. BankNordik hevur gjørt samskipanaravtalu við VP Securities A/S. Partaeigarar bankans
kunnu velja Pf. BankNordik sum kontuførandi stovn við atliti til at útinna tey fíggjarligu
rættindini gjøgnum Pf. BankNordik.
Pf. BankNordik
Nevndin
Fundarskrá:
1. Frágreiðing nevndarinnar um virksemi bankans í farna ári
2. Framløga av ársroknskapi við grannskoðaraátekning til góðkenningar og
ársfrágreiðingin 2011
3. Avgerð um nýtslu av avlopi ella rindan av halli sambært góðkenda ársroknskapi
4. Val av nevndarlimum
5. Val av grannskoðara / grannskoðarum
6. Uppskot frá nevndini og Fíggingargrunninum frá 1992
a) Broytingar í viðtøkunum
b) Heimild til nevndina at lata bankan ogna sær egin partabrøv
7. Ymiskt
Viðv. punkti 2 og 3
Nevndin skjýtur upp, at aðalfundurin tekur undir við ársroknskapinum sambært
ársfrágreiðingini 2011 og góðkennir nýtslu av avlopi ella rindan av halli.
Viðv. punkti 4
Nevndin mælir til afturval av fylgjandi nevndarlimum: Klaus Rasmussen, Jens Erik Christensen
og Nils Sørensen.
Nevndin mælir til val av Bent Nauer sum nýggjan nevndarlim í bankanum.
Um fleiri upplýsingar ynskjast um kandidatuppskot nevndarinnar, verður víst til heimasíðu
bankans, www.banknordik.fo.
Viðv. punkti 5
Nevndin mælir til afturval av Nota, Løggilt grannskoðarafelag Pf. og PWC Danmark, sum
eksternar grannskoðarar bankans.
Viðv. punkti 6, a)
Umframt uppskotið um at leggja afturat „Amagerbanken (Pf. BankNordik)“ sum eitt
hjánavn, sum ein avleiðing av, at felagið yvirtók teir sunnu partarnar av danska bankanum,
Amagerbanken, í juli 2011, eru øll uppskotini til broytingar ein avleiðing av nýggju føroysku
partafelagslógini (lóg nr. 73 frá 31.05.2011), og eru fylgjandi (víst verður til viðtøkurnar):
Fíggingargrunninum frá 1992 skjýtur upp:
a)1 at vikið verður frá kravinum um viðtøkuføri í viðtøkum bankans pkt. 9.2 í sambandi við, at
ársaðalfundurin viðger uppskot nevndarinnar a)2
Nevndin skjýtur upp:
a)2 sum ískoyti til verandi hjánøvn, at „Amagerbanken (Pf. BankNordik)“ verður fevnt av
hjánøvnum felagsins.
a)3 at skifta út verandi áseting 6.3 við fylgjandi „6.3 Eykaaðalfundur verður hildin eftir avgerð
hjá aðalfundinum, nevndini ella grannskoðaranum, ella eftir áheitan frá partaeigarum, ið eiga í
minsta lagi 5% av partapeninginum. Áheitanin frá partaeigarunum skal skrivliga latast nevndini
við tilskilan av evni, sum ynskist viðgjørt.
Boðast skal til eykaaðalfundar innan 14 dagar eftir, at áheitanin er móttikin.“
a)4 at skifta út verandi áseting 6.4 við fylgjandi „6.4 Nevndin boðar til aðalfundar við lýsing í
Dimmalætting og í einum ella fleiri av hinum føroysku bløðunum. Lýsingin verður sett í bløðini
við í mesta lagi 5 viku og í minsta 3 viku freist.“
a)5 at skifta út verandi áseting 7.1 við fylgjandi „7.1 Partaeigari hevur rætt at fáa ávíst evni
viðgjørt á ársaðalfundinum. Uppskotið skal vera latið felagnum seinast 6 vikur áðrenn
aðalfundin. Er uppskotið komið seinni enn 6 vikur áðrenn aðalfundin, kann nevndin tó avgera, at
uppskotið er komið í so góðari tíð, at uppskotið kortini verður viðgjørt á ársaðalfundinum.“
a)6 at skifta út verandi áseting 7.2 við fylgjandi „7.2 Í seinasta lagi 3 vikur undan aðalfundinum
og fram til og við aðalfundardagin verður á heimasíðu felagsins lagt fram avrit av innkallingini
við dagsskrá, fullfíggjað uppskot og skjøl, sum verða løgd fram á aðalfundinum, upplýsingar
um atkvøðu- og kapitalviðurskifti, sum hesi eru, tá innkallað er, umframt oyðubløð, sum skulu
nýtast við fulltrúa- og brævatkvøðu.
Ársfrásøgn verður send øllum partaeigarum, ið eru skrásettir við navni, og sum hava sett fram
áheitan um tað.“
a)7 At broyta „ársroknskap“ og/ella „roknskap“ í grein 7.3.2, grein 7.3.3, grein 13.2 og grein 14.1
til at vera „ársfrásøgn“.
a)8 at skifta út verandi áseting 8.1 og 8.2 við fylgjandi: „8.1 Rættur partaeigarans at luttaka á
aðalfundi og at atkvøða í sambandi við partabrøv síni verður ásettur í mun til tey partabrøv,
sum partaeigarin eigur skrásetingardagsetingina. Skrásetingardagsetingin er ein vika, áðrenn
aðalfundurin verður hildin.” og “8.2 Hvør partaeigari, sum hevur rætt at luttaka á aðalfundi, jvb.
§ 8. 1, og sum ynskir at luttaka, skal seinast 3 dagar undan aðalfundinum biðja um atgongumerki
og atkvøðuseðil til aðalfundin.“
Viðv. punkt 6, b)
Uppskot frá nevndini um at geva nevnd bankans heimild fram til 30. mars 2017 at lata bankan
ogna sær egin partabrøv.
Nevndin skjýtur upp, at slík heimild verður givin við fylgjandi orðing:
„Aðalfundurin gevur nevndini heimild til – fram til 30. mars 2017 – at lata bankan – til ognar
ella til pant – ogna sær egin partabrøv upp til eitt samlað áljóðandi virði svarandi til íalt 10 % av
partapeningi bankans, smb. § 198 í partafelagslógini. Tá bankin ognar sær egin partabrøv til ognar,
má keypskursurin ikki víkja frá børskursinum við meiri enn 10 prosentum.“