fríggjadagur 23. mars 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. mars 2012 · Nr. 36
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
x factor
Allir tríggir dómararnir í ársins
X Factor-kapping hava boðað
DR frá, at teir ikki ynskja at
halda áfram sum dómarar
Finalistarnir skulu allir syngja tveir sangir í part.
Teir báðir, sum fáa flest og næstflest atkvøður,
sleppa at syngja sangin, tey hava skrivað.
Tað sleppur tann við fægst atkvøðum ikki
Rólant Waag Dam
Herning: Í roynd og veru
kundi X Factor-finalan í
kvøld verið uttan Svein.
Tann dagin, Sveinur skuldi
til sokallaða pre-audition,
har sangararnir syngja fyri
fólkunum handan X Factor
fyri fyrstu ferð, var hann
sjúkur.
– Satt at siga ætlaði eg
ikki at fara, tí eg hevði fepur.
Tá eg so kortini fór, hevði eg
ongantíð roknað við, at eg
fór at standa í finaluni sum
eg geri nú, sigur Sveinur, ið
ikki heilt kann dylja, at hann
er bilsin um at vera komin so
langt.
– Men nú havi eg eina
góða kenslu í búkinum og
eg gleði meg at standa á pall
inum, leggur Sveinur skjótt
aftrat.
Smá mál bera langt
Í X Factor hevur Sveinur
alla tíðina sett sær smá mál.
Í fyrstu atløgu skuldi hann
bara koma víðari, síðani var
málið at sleppa til sokallaða
boot-camp’in, síðani live-
showini og undan seinasta
fríggjakvøldi var málið at
sleppa í finaluna.
– Nú vóni eg so, at eg ikki
fái fægst atkvøður, tí tað
eru bara tey bæði, sum fáa
flest og næstflest, ið sleppa
at framføra sangin, tey hava
skrivað. Og eg vil sleppa at
framføra sangin, Rasmus
Balsner og eg hava gjørt. Eg
fari næstan so langt sum at
siga, at tað er synd, um eg
ikki sleppi tað, tí sangurin er
so góður, sigur Sveinur smíl
andi. Hann letur tó ongan
iva vera um, at hann meinar
tað.
Samstarv við
Carpark North
Sangurin, Sveinur og Søren
Balsner hava gjørt, ber heitið
»Flying with both Feet on
the Ground«.
– Sangurin snýr seg um at
vera trúgvur í móti tær sjálv
um, at hava bæði beinini á
jørðini, men kortini duga at
sveima, greiðir Sveinur frá,
sum er fegin um samstarvið
við tónleikaran úr kenda
danska bólkinum Carpark
North.
– Áðrenn vit møttust,
høvdu vit gjørt okkum okk
ara tankar hvør í sínum lagi.
Tá vit so hittast, vísir tað seg,
at vit hava hugsað akkurát
tað sama. Og tað verður ein
sangur við plúmm í, tí vit
kunnu ikki hava eina konsert
frammanfyri 15.000 fólkum
og so rura tey í svøvn, ger
Sveinur greitt.
Tvørtur í móti hevur 31
ára gamli trummuleikarin
í hyggju at gera ein rimmar
veitslu á pallinum.
– Sangurin, vit hava
gjørt er feitur. Hysteria,
sum eg eisini skal syngja,
er sum skaptur til eina
arenakonsert
sum
hesa og tit kunnu gleða
tykkum til sangin, tá eg
fari at framføra við einum
kendum tónleikara, sigur
Sveinur, sum er serstakliga
spentur til í kvøld.
– Eg gleði meg ótrúliga
nógv at framføra í kvøld,
tí eg elski at standa á pall
inum. 15.000 fólk í salinum
og tvær milliónir hyggjarar,
tað verður fantastiskt
rolant@sosialurin.fo
Eg havi eina
góða kenslu í búkinum
og eg gleði meg at
standa á pallinum
Niels Uni Dam, tónleikari og
tónleikaummælari, sær fleiri
fyrimunir við Sveini enn við
hinum finalistunum og metir
tí, at Sveinur kann vinna
finaluna í X Factor.
– Hann er mín favorittur
til at vinna. Sveinur er ikki
størsta talentið, tað er Ida.
Line hevur víst mest av
finalistunum og hevur yvir
raskað mest positivt. Men
Sveinur hevur tann fyri
munin, at hann er einsamall-
ur
harri
móti
tveimum
damum. Sostatt fær hann
nógvar atkvøður frá konu
fólkum. Haraftrat stendur
hann seg væl og við sínum
stíli fær hann møguliga
eisini nakrar atkvøður frá
rockfjøldini.
Aldurin
hjá
Sveini (31, blðm.) merkir, at
hann er royndur og tískil
eisini tilvitaður um, hvat
hann vil. Síðst men ikki
minst hevur Sveinur eitt
ógvuliga gott sangskrivara-
bakland í eitt nú Marius
(Ziska, blðm.), so tað kann
verða øgiliga spennandi at
vita, hvat er komið burtur
úr, nú luttakararnir skulu
framføra eitt egið lag í kvøld,
metir Niels Uni.
Mong øtast kanska yvir,
at finalistarnir í kvøld skulu
framføra eitt lag, teir sjálvir
hava gjørt seinastu vikuna.
Hetta sær Niels Uni ongan
trupulleika í.
– Hevur tú professionel
fólk kring teg, so er tað eingin
trupulleiki. At skapa eitt gott
lag krevur evni, íblástur og
arbeiðsinnsats. Eg tori eisini
at gita, at tey øll hava arbeitt
saman við einum lagasmiði
longri enn tað seinastu vik
una, sigur Niels Uni.
rolant@sosialurin.fo
Sveinur vinnur í kvøld
sveinur
rokkar
finaluna í hús
finalan – Eg gleði meg ótrúliga
nógv at framføra í kvøld, tí
eg elski at standa á pallinum.
15.000 fólk í salinum og tvær
milliónir hyggjarar, tað verður
fantastiskt, sigur Sveinur, sum
lovar eitt rokkbrak í kvøld