Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mars 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 23. mars 2012 · Nr. 36 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 x factor Linda Andrews verður at síggja í X Factor í kvøld, tá hon fer á pallin saman við fleiri øðrum fyrrverandi luttakarum fyri at fagna, at kappingin hevur koyrt í fimm á – Hugsið tykkum, um vit kundu sløkt øll sjónvørp í Føroyum. Eg haldi, at tað hevði verið heilt fantastiskt og persónliga vil eg fegin trýsta á tann knøttin, sigur Blachman undan X Factor-brakinum í kvøld Hví fórt tú við Sveinur? Eg vil sløkkja Føroyar SPENTUR Eg visti X Factor var stórt, men hetta er størri enn eg roknaði við. Eg hevði eitt ótrúliga gott arbeiði áðrenn X Factor, men tónleikurin er tað, eg vil og tað er fantastiskt Mynd: DR Linda Andrews kennir betri enn nakar annar til støðuna, Sveinur er í júst nú. Hon hevur verið í gjøgnum X Factor-maskinuna, tá hon sigraði í 2009. – Tað er ein ógvuliga óver­ulig støða, Sveinur er í nú. Alt er so kompakt og so kon­sentrerað kring hann. Sveinur livir í eini lítlari verð, har alt snýr seg um X Factor. Samstundis hendir alt møgu­ ligt rundan um hann, sum hann ikki megnar at sodna. Tí skal Sveinur fokuserað uppá tað, hann skal í kvøld og einki annað, metir Linda. Og sambært songkvinnuni er fokus lyklaorðið hjá Sveini. – Sveinur skal læsa av. Tú megnar ikki at fyrihalda teg til alt kortini. X Factor er tað størsta miðlashowið í Danmark. Tað kann væl vera, at tú heldur, at tað ikki var tað, tú meldaði teg til, men soleiðis er tað bara. Tí skal Sveinur fokusera og minnast til, hví hann valdi at fara við av fyrstan tíð, sigur Linda, ið hevur góðar vónir fyri Svein í kvøld. – Eg trúgvi, at hann hevur góðar møguleikar, tí hann syngur væl og er einsamallur við sínum stíli. Men Sveinur skal av álvara markera seg. X Factor er ein sangkapping, men tað er sanniliga eisini ein sjónvarpskapping. Tí ræður um at hava sjónvarpstokka og vit skulu merkja hansara persónligheit gjøgnum sjón­ varpsskíggjan, sigur Linda Andrews. rolant@sosialurin.fo Thomas Blachman hevur hartað øll og alt í X Factor í ár. Dómarar, luttakarar og sjálvt áhoyrarar og hyggj­ ar­ar hava fingið turt uppá. Í vikuni fingu Føroyar og før­oy­ingar so av at vita. »Vi skal have sort skærm til Færøerne« gjørdi umstríddi dóm­arin greitt í donskum miðlum. – Svarti skermurin var svartur humor. At tit ikki skilja, at Blachman hevur humor, er mær mær ein gáta. Tit skilja alt, eg sigi utt­an humor, men tað er ikki undar­ligt, tí eg sigi nógv skila­góð ting. Men tað hjálpir nógv at hava humor við. Tað hevur fleiri løg, fortelur Blachman skemt­ andi, tá vit spyrja hann til hans­ara speisku útsagnir. – Tá eg sigi, at eg havi tosað við leiðsluna í DR og gjørt av, at vit skulu sløkkja fyri skermunum í Føroyum, so er tað ótrúliga stuttligt og ótrúliga arrogant. Hugsa tær, um vit kundu tað. Hugsa tær, um vit kundu sløkt tykkara sjónvørp. Eg haldi, at tað hevði verið heilt fan­tastiskt og persónliga vil eg fegin trýsta á tann knøttin, argar Blachman víðari. – Tíverri er tað ikki so lætt at klippa handan kaðalin av, men tit mugu for ólukk­an síggja tað stuttliga í hesum, sigur Blachman, sum ikki meinar tað so ilt hóast alt. Gev Sveini eitt hotell Hóast prik og eisini okkurt álvarsorðið við á vegnum, dylir Blachman ikki yvir, at honum dámar væl Svein. – Sveinur er bæði fittur og hevur talent. Eg ynski eisini, at hann hevur sína bestu framførslu í kvøld, ið fær meg at siga: »Hatta er feitt«. Men verður tað nakað lort, hann kemur við, so verið eg ikki so ógvusligur sum vanligt, tí kvøldið í kvøld er ein veitsla, sigur Blach­man, sum vónar at Ida fer at vinna X Factor. – Sveinur vinnur í øllum førum í Føroyum. Og so mugu tit geva honum eitt hotel, har hann kann syngja. Í Keyp­mannahavn hevði hann so ongantíð vunn­ið, men nú eru vit í Herning og hvør veit hvat hendir her, sigur X Factor- dóm­arin Blachman. rolant@sosialurin.fo Hon er bæði stuttlig og arrogant, sigur Blachman um útsøgn sína um at sløkkja sjónvarps­ signalið til Føroya Mynd: Rólant Waag Dam