Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mars 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. mars 2012 · Nr. 36 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Nú skal greiða fáast á, hvussu vanligt diabetis 2 er í Føroyum. Hetta er tað slagið av suk­ursjúku, ið eisini verður nevnd gamlamanna-sukur­ sjúka. Samstundis verður roynt at fáa greiði á, hvør er í vanda fyri at fáa gamla­ manna-sukursjúku. Á hesum sambandi er Deildin fyri Arbeiðs-& Al­ mannaheilsu farin und­ir eina stórfingna gransk­ ing­arætlan, har heili 3.200 føroyingar verða bodnir at vera við í verkætlanini. Talan er um føroyingar í øllum aldri og kring alt land­ið. Nýskapandi Pál Weihe, granskari, sigur, at slíkar kanningar eru part­víst gjørdar áður. – Men hendan gransk­ ing­in í Føroyum er kortini nýskapandi, tí tað hendir ikki ofta, at ein so stórur partur av eini tjóð er við í eini granskingarverkætlan, sigur hann. Granskarin sigur, at tað eru tvey endamál við kann­ ingini. – Í fyrstu atløgu er hetta ein liður í at kanna før­ oysku fólkaheilsuna. Í hesum sambandi er enda­málið stutt og greitt at fáa staðfest, hvussu nógvir føroyingar hava diabetis 2. Pál Weihe sigur, at tað skal ikki undirmetast at fáa greiði á hesum, tí dia­ betis 2 er ein sjúka, sum skal takast í álvara. – Nógv fólk hava dia­bet­ is 2 í áravís, uttan at vita av tí. Tað er ein stórur heilsu­ vandi, tí verður sjúkan ikki viðgjørd og kemur undir eftirlit, kann hon elva til nógvar fylgissjúkur. Pál Weihe sigur, at suk­ursjúka er blivin ein fólkasjúka, sum er í eks­ plo­sivum vøkstri um all­an heim og tískil er tað eitt týðandi átak fyri fólka­ heilsuna at fáa staðfest, hvussu støðan er. Men tá ið vit vita, hvussu støðan er nú, ber til at gera nýggjar kanningar um nøkur ár at vita, hvussu gongdin er. Finna vanda­ bólkarnar Eitt annað endamál við granskingini er at kanna, hvussu nógv fólk eru í vanda fyri at fáa sukur­ sjúku. – Sukursjúka kemur so líðandi. Men áðrenn fólk fáa sjálva sjúkuna, eru tey fyrst á einum undanstigi til sjúkuna. Pál Weihe sigur, at tað góða hjá teimum, sum eru á undanstiginum til at fáa sukursjúku, er, at tey kunnu bakka inn aftur av eggini og forða fyri at tey fáa sjálva sjúkuna. – Tað kunnu tey gera við at broyta lívsvanar, klænka seg o.s.fr. Men hann vísir eisini á, at gransking, tey longu hava gjørt, bendir á, at Samanhangur er ímill­ um sukursjúku og dálk­ ingarevni úr tvøsti, spiki og øðrum sjómati. – Eitt endamál við hesi kanningini er, at fáa hetta enda­liga staðfest ella av­ sanna, sigur hann. Pál Weihe sigur, at kann­ ingin hevur avgjørt altjóða áhuga, helst í tí partinum av heiminum, har tað enn er vanligt at brúka DDT og annað eiturevni. Hann leggur afturat, at gransking, sum hendan, er ógvuliga viðkomandi, tí sukursjúka er ein av fremstu, ”friðarligu heilsu­ brotsmonnunum”, sum koma so sníkjandi inn á fólk . Ein av fremstu drep­ aru­num, er høgt blóð­ trýst, sum ikki verður viðgjørt. Men ein annar stórur drepari er sukursjúka, sum fólk kunnu hava í áravís, uttan at vita av tí. Avleiðingin er, at kropp­urin gongur spakuliga til grund­ ar við æðrakálking, eygna­sjúkum, nýrasjúkum, sjúk­um í nervalagnum og øðr­um. – Men tað góða við hes­ um slagi av sukursjúku er, at verður tað staðfest tíð- liga, eru útlitini heilt góð við at broyta lívsstíli og við heilivági, leggur hann afturat. GRANSKING Umfatandi gransking við altjóða áhugað, skal nú avdúka, hvussu nógvir føroyingar hava sukursjúku og, hvør er í vanda fyri at fáa sjúkuna Granskingarverkætlanin, sum skal fáa greiði á støðuni viðvíkjandi sukursjúku í Føroyum, kostar fimm milliónir. Pál Weyhe, granskari, sigur, at danska Miljøstyrelsen hevur játtað góðar tvær milliónir til verkætlanina og Granskingarráðið hevur játtað eina lítla millión krónur. Men verkætlanin kostar fýra milliónir, so nú leita tey eftir teirri síðstu milliónini. Tilsamans eru 3200 fólk boðin at vera við í kanningini og tey eru í øllum aldri og kring alt landið. Fyribils hava tey verið í Suðuroy, í Norðoyggjum og í Eysturoy og kanna fólk. Í næstum fara tey í Sandoy og í Vágar og tað stóra hálið, sum verður at kanna streymoyingar, verður avgreitt í heyst. Tey vænta at vera lidnar við allar kanningarnar á nýggjárinum, men so skal úrslitið greinast og tað vænta tey at vera liðug við sum næsta ár líður. 5 milliónir Telja føroyingar við nýggjari fólkasjúku Diabetis 2 er ein sjúka, sum skal takast í álvara Sukursjúka er blivin ein fólkasjúka, sum er í eksplosivum vøkstri um allan heim Fólkasjúka Sukursjúka er ein nýggj fólkasjúka, sum er í seksplosivum vøkstri. Nú skal nýggj gransking fáa greiði á, hvussu umfatandi trupulleikin er í Føroyum, sigur Pál Weihe, granskari