fríggjadagur 23. mars 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. mars 2012 · Nr. 36
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
Nýggja flogfarið hjá At
lantsflog varð í gjár handað
føroyska flogfelagnum á há
tíðarhaldi í Hamburg í Týsk
landi.
Eitt ferðalag úr Føroyum
var í Hamburg, við løgmanni
Kaj
Leo
Johannesen
og
landsstýrismonnunum
Jo
han Dahl, Jørgen NIclasen og
Jacob Vestergaard á odda.
Og tað var ein fegin og err
in stjóri í Atalntsflog, sum tók
ímóti nýggja flogfarinum.
– Hetta er ein sera stórur
dagur, tað kennist sera væl, og
tað er ein serlig kensla, tí tað
hava verið lagdar so nógvar
kreftir í hesa verkæltanina
hjá nógvum starvsfólkum í
felagnum og hjá Airbus og
hinum feløgunum, sum eru
partar í verkætlanini. Talan
hevur verið um eina langa
ferð – og nú eru vit komin til
ta ultimativu upplivingina,
nú vit fara á flog við nýggja
flogfarinum, sigur Magni
Arge, stjóri í Atlantsflog.
Stjórin heldur, at við keyp
inum av hesum Airbus flog
farinum, so er eitt kapittul í
søguni hjá Atlantsflog end
að.
– Men samstundis fara
vit undir tað næsta kapitlið,
sum er at seta flogfarið í
flúgving. Síðani fara vit at
fyrireika okkum til, hvussu
vit skulu seta flotan saman
í framtíðini, sigur Magni
Arge.
Airbus verður nú tað
nýggja grundarlagið, sum fe
lagið fer at byggja sítt virk
semi á. Gamla grundarlagið
var British Aerospace.
Magni Arge dylur ikki
fyri, at hann hugsar um fleiri
fløgfør av hesum slagnum.
– Tá vit hava sæð, hvussu
hetta flogfari virkar, so fara
vit víðari. Tað er altíð tað
fyrsta flogfarið, sum tað
tunga takið. Tá skulu vit finna
fram til, hvussu flogfarið
skal dimensionerast, hvussu
stórir motorarnir sklu vera,
hvussu stór kabinan skal
vera. Tá tú kemur til nummar
tvey, so sigur tú bara, at vit
skulu hava eitt kopi av tí
fyrra, sigur Magni Arge.
Men hann er tó ikki heilt
vísur í, nær næsta Airbus-
flogfarið kemur.
– Um vit hvødu eina
lønandi verkætlan framman
fyri okkum, so kundu vit tikið
næsta flogfarið beinanvegin..
Men tað loysir seg ikki, um
vit ikki hava ein lønandi
rakstur, sigur hann.
Nýggja flogfarið kostar
um 250 milliónir. Tað er
Íleggingargrunnurin,
sum
letur
høvuðsfíggingina,
meðan felagið sjálvt fíggjar
umleið ein triðing, meðan
BankNordik fíggjar restina.
Um felagið so er ført fyri
at útvega sær fígging til
enn eitt flogfar er ein onnur
søga. Men tað eru eisini aðrir
møguleikar, tí tað ber væl til
at langtíðarleiga flogfør, sum
Atlantsflog hevur nógvar
royndir við.
– Men tá fáa vit ikki eitt
skraddaraseymað
flogfar,
sum hetta, sigur Magni Arge.
Nú nýggja flogfarið er
komið í flotan hjá Atlantsflog,
er eitt annað leigað flogfar
latið aftur. Felagið hevur
nú tilsams fýra flogfør, trý
av teimum gomlu British
Aerospace.
Ætlanin er at hava hesi
trý flogførini í øllum førum í
eitt ár afturat. Eitt av hesum
flogførunum er leigað til 2013,
og tá tann leigusáttmálin
gongur út, verður tað latið
aftur. Magni Arge sigur, at
tey hava ikki brúk fyri nógv
meira enn einum flogfarið
um dagin um veturin.
Hóast nýggja flogfarið
er munandi størri, enn tað
gamla og tekur munandi
fleiri fólk, so nýtir tað ikki
meira brennievni, enn tað
gamla flogarið, so har verður
ein týðulig sparing roknað
út á hvørt setur, og tað fer at
geva ein bíligari rakstur.
Nýggja flogfarið kann
flúgva munandi longri, klárar
heilt yvir til eystursíðuna á
USA og niður til Kanarisku
oyggjarnar.
Tann fyrsta rutan til eitt
fjart ferðamál, sum liggur
longri burtur enn gomlu
flogførini kláraðu at flúgva,
er tí Barcelona. Tann næsta
verður
helst
Kanarisku
oyggjarnar um veturin. Enn
er eingin ítøkjulig ætlan um
at flúgva til New York, men
tað er hugsandi.
– Men ikki í ár. Hinvegin
so hugsa vit nógv um at hava
gott samband til Keflavíkar,
tí haðani er rutusambandið
sera gott, sigur Magni Arge.
eirikur@sosialurin.fo
Meira á s. 20 og 21
10 fyrimunir við
Airbus 319
• Kabinan er munandi
størri, bæði hægri,
breiðari og longri
• Tað er skjótari at flúgva,
kann flúgva 911 km/t,
meðan BAe ikki kunnu
flúgva meira enn 800 km/t
• Regulariteturin verður
betri. Atlantsflog hevur
gjørt stóra íløgu í nýggja
innflúgvingarskipan
• Ljóðviðurskiftini eru mun
andi betri. Veingirnir
eru undir skrokkinum,
tað gevur minni óljóð
• Flapsini hoyrast als ikki
inni í flogfarinum
• Umstøðurnar hjá kabinu
starvsfólkinum eru
munandi betri. Tey
hava sjálvi verið við til
at innrætta køkin
• WC'ini eru rúmligari
• Sjónvarpsskíggjar – bæði
til kunning og møguleiki
er fyri at síggja film.
• Kann flúgva dupult
so langt sum BAe
• Letur upp fyri fleiri
ferðamálum
Fyrsti Airbussurin komin
FLOGFERÐSLA Nýggja flogfarið hjá Atlantsflog gevur nýggjar møguleikar. Spania er
komið í ferðaætlanina. Kanarisku oyggjarnar koma helst seinni í ár – og seinni kanska
New York eisini. Ætlanin er sum frá líður at skifta øll flogførini til Airbus
Hóast nýggja flog
farið er munandi størri,
enn tað gamla og tekur
munandi fleiri fólk, so
nýtir tað ikki meira
brennievni, enn tað
gamla flogfarið
Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, klippir snórin og
so er klárt at flúgva fyrsta túrin heim til Føroya
Mynd: Álvur Haraldsen