fríggjadagur 23. mars 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. mars 2012 · Nr. 36
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
11. mars hevði Maller
Jacobsen 10 ára
starvsdag á Vegadeildini
hjá Klaksvíkar kommunu.
Konsert við floytuspælaranum Michalu
Petri og gittarspælaranum Ólavi
Jakobsen verður í Norðurlandahúsinum
sunnudagin kl. 16.00.
TØKK
Rás2 og Fólkaheilsuráðið
gjørdu í februar mánaði
í fjør eitt heldur óvanligt
samstarv, sum breyt upp úr
nýggjum. Samstarvið snúi
seg um, at ein Heilsuløta
varð send tríggjar ferðir um
dagin hvønn gerandisdag
á Rás2. Í Heilsuløtuni var
fimleikaløta, sum Beinta
Danielsen og Elsa Maria Bæ
rentsen stóðu fyri, og prát
við fólk um heilsu og kost,
og hesum partinum tóku
Mirjam Pætursdóttir, Eydna
Skaale og Rannvá Fossaberg
sær av.
Hesa tíðina frá februar í
fjør og til 15. mars í ár, tá ið
Heilsuløtan endaði, hava
268 fólk verið í sendingini og
tosa um persónliga heilsu og
sunna lívsførslu. Eisini hava
kostfrøðingar
hjá
Fólka
heilsuráðnum givið góð ráð
um kost.
– Hetta er eitt gott dømi
um, at tað privata og al
menna hevur gingið hond
í hond í eini áhugaverdari
verkætlan, sum hevur sett
fokus á matvanar og motión,
sigur Birgir Waag Høgnesen,
marknaðarleiðari á Rás2.
– Tað er ikki óhugsandi,
at vit kundu gjørt slík sam
størv aftur, sigur hann.
Gjørdu Heilsuløtu í eitt ár
Birgir Waag Høgnesen, marknaðarleiðari á Rás2,
og Pál Weihe, formaður fyri Fólkaheilsuráðið,
takka hvørjum øðrum fyri samstarvið
Fólk frá Fólkaheilsuráðnum og Rás2,
sum hava staðið fyri Heilsuløtuni
Ellen Margrethe Jelstrup
Nolsøe andaðist á Lands
sjúkrahúsinum
týsdagin
20. mars, 71 ára gomul.
Kistan fer úr kapellinum
á Landssjúkrahúsinum í
dag (fríggjadagin) klokkan
17. Jarðarferðin verður úr
Havnar kirkju leygardagin
klokkan 12.
Jana Debes av Oyri andaðist
sunnudagin 18. mars, á
Mørkini, 90 ára gomul.
Jana Eskilda Poulsen, fødd
Ellingsgaard av Eiði andaðist
19. mars á Klaksvíkar Sjúkra
húsi, 91 ára gomul.
Justinus (Jústines) Háskor,
ættaður úr Svínoy búsitandi
í Tórshavn, andaðist á Lágar
garði sunnudagin, 86 ára
gamal.
Anna Simona Midjord, fødd
Dam, búsitandi á Argjum
andaðist á Landssjúkrahús
inum fríggjadagin 16. mars.
Michael Mouritsen, ættaður
úr Mykinesi búsitandi i
Tune i Roskilde, andaðist
hósdagin 15. Mars á Hospice,
70 ára gamal.
Tryggvi
Ragnarsson
í
Klaksvík andaðist á Ríkis
sjúkrahúsinum mikudagin
14. mars, 62 ára gamal.
Niels Jakob Müller, ættaður
úr Vági, búsitandi í Sisimiut
andaðist fríggjadagin 16.
mars, 72 ára gamal.
Dagný Joensen í Gásadali
andaðist
á
Landssjúkra
húsinum hóskvøldið 79 ára
gomul.
Andlát