fríggjadagur 23. mars 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 23. mars 2012 · Nr. 36
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Føðingar
8. mars bleiv Emilia stórasystir. Lítlasysturin var 54 cm
long og vigaði 3930 gr. Foreldrini eru Sigvald Zachariassen
og Anna Maria Rasmussen, Tórshavn.
8. mars kl 17.10
fingu Angelica og
Rúni Djurhuus ein
son á Landssjúkra
húsinum.
Hann var 56
cm langur og
vigaði 4550 g
16. mars fingu Hertha og Martin Kúrberg, Eiði, eina
dóttur. Hon vigaði 3650 gr og var 52 cm long.
26. februar fingu Katrin og Høgni Olsen, Argir, ein son.
Hann vigaði 3950 gr og var 53 cm langur.
8.mars fingu Flor og Elian á Ørg, Moyobamba, Peru, ein
son. Hann vigaði 3700 gr og var 51 cm langur.
10. mars fingu Hedevig Sofía Dalsgaard og Allan G. Tungá,
Tórshavn, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3375
gr.
11. mars fingu Jenny M. Lundsbjerg, Fuglafirði, og Kim
Nónsgjógv, Leirvík, eina dóttir. Hon var 53 cm long og
vigaði 3650 gr.
14. mars fingu Rannvá Jacobsen og James við Brúgv,,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4010
gr.
15. mars fingu Cherry og Rúni Simonsen, Hoyvík, ein son.
Hann var 56 cm langur og vigaði 3750 gr.
nøvn
Ein av gestunum í sendingini
Mælt í sjónvarpinum leygar
kvøldið kl. 22.00 verður Hanus
Hansen, reiðari úr Klaksvík
Listamaðurin og tónleikarin Helgi Midjord
gevur nýggja fløgu út, har bóklingurin í útgáv
uni er málningaframsýning. Útgávumóttøka
verður í Tutl fríggjadagin kl. 16.30.
“Å,å, å, å så kunne Anders
And ikke rigtig finde ud af
livet og det er der så mange,
som ikke kan, fordi han
havde ikke Georg Gearløs op
findsomhed, fætter Højbens
held eller Joakims penge-
forstand.”
Hesi orðini komu fram
fyri
meg
einaferð
stutt
eftir at Henning Bøgesvang
var komin til Føroya at
vera prestur. Tey komu úr
útvarpinum og vóru send frá
eini gudstænastu í Klaksvík
og røddin var nýggj. Nýggir
tónar vóru at hoyra av
prædikustólinum, heilt aðrir
tónar enn teir eg var vanur
við, har prestur vanliga gekk
frá Kefasi til Pilatus og villtist
í torskildum skriftstøðum frá
Paulusi.
Tað varð snakkað um
hann, hendan nýggja prestin
í Klaksvík í míni heimbygd
Oyndarfirði og kanska varð
tað snerkt eitt sindur. Kirkj
an var alvorlig í mínum upp
vøkstri og stuttleiki hoyrdi
ikki kirkjuni til. Vit høvdu
sitið grav alvorlig í kirkjuni
í Oyndarfirði og tey einastu
sum høvdu hug at smílast
vóru sakleys børn, og gjørdi
tey tað ov hart, so varð havt
at teimum. Kirkjan var totalt
óegnað í tí skapi hon hevði í
sekstiárunum fyri eitt DAMP
barn sum meg og eg hevði
mangan verið orsøk til, at
Jesupápi græt sáran og tað
var eg keddur um.
Og nú var nýggjur prest
ur komin til Klaksvíkar við
nýggjum vindum og sam
bært honum var Gud slett
ikki so gravalvorligur longur.
Gud var gleði og gleði eru
eisini stuttligar søgur og
enntá onkur vittigheit. Og
knappliga var tað loyvt at
smílast og enntá grína eitt
sindur í kirkjuni. Eg var stutt
sagt skakaður og glaður. Eg
hevði vitað hetta djúpt inni
í hjartanum, men hevði ikki
lov at úttrykkja tað í orðum.
Nýggi presturin gjørdi
nakað við meg og pápa
dámdi væl at hoyra nýggja
lagið úr kirkjuni, sum lá nógv
tættari tí, hann kendi innan
í sær sjálvum, hetta at um
støðurnar í lívinum kundu
vera ymiskar, men sjálvur
grundtónin í gleðiboðskap
inum var glaður og lívsjátt
andi kærleiki.
Tað váraði á prædikustól
inum í Christiankirkjuni og
aðrastaðir við í Norðoyggj
um.
Og Henning blásti nýtt
lív í Jesus úr Nazareth, ið eg
sambært mínum barnalær
dómi, kendi meg samsekan
í, at hava neglt á eitt træ,
krossfest og dripið 2000 ár
áðrenn nakar byrjaði at tosa
um Jústinus, í tí versiónini,
ið akkurát nú í skrivaðum
orðum
sendir
Henning
Bøgesvang ein heitan tanka,
nú hann endiliga er vorðin
vaksin.
Og Henning blásti nýtt
lív í bíbliusøguna. Eg hevði
tikið so hjartaliga synd í
manninum, sum lá á børu
við Betesda brunnin og ikki
slapp niður í brunnin, tá ið
Guds andi í einglalíki lotaði
og rørdi lekjandi vatnið. Tann
lamni slapp ikki fram at, tí
tey sum høvdu betri førleika
sluppu undan honum.
Bøgesvang vendi hesum
á høvdið og tók Jesu orð
bókstaviliga og ivaðist í um
maðurin vildi vera frískur.
Kanska var tað behagiligari
at liggja við grunnin og fáa
olmussu. Tað eru so nógv,
sum hava sín samleika, sín
identitet í sjúku, og verða
tey grødd, tá er einki eftir í
lívinum.
Í fyrstuni hoyrdi eg hann í
útvarpinum, síðan tosaðu vit
í telefon, tað gjørdist til onkra
blaðgrein og vit hittust. Hesin
maður kom at broyta mítt lív.
Í 1996 sendi hann konuna og
meg út í stóra heim. Hann
hevði sjálvur verið prestur
í Sjómanskirkjuni og hann
helt okkum verða vælegnaði
sum hjálparfólk. Vit endaðu í
Singapore og hann kom aftan
á. Og undir heitu tropusólini
var vinarlagið kvitterað við
sjeytummaseymi. Tað gjørd
ist tætt og er óskalað enn.
Henning er ein trúgvandi
prestur, tað er ikki nøkur
sjálvfylgja og trúgvin gjøg
numseyrar
hansara
lív.
Hann er við tí góða orðin
um og hann er ikki nakar
breyðprestur,
hann
livir
við lív og sál í kallinum. Og
tú hoyrir hann ikki endur
senda prædikur. Hann skriv
ar fyrst í vikuni og sum dag
arnir ganga verður prædikan
snikkað til og tá ið sunnu
morgunin er komin, er hann
til dystin fús, og stendur á
prædikustólinum fullur av
orku og væl fyrireikaður.
Tað er ikki longur síðan
enn í seinastu viku, at hann
bergtók
fullsettu
kirkj
una í Oyndarfirði við eina
jarðarferð. Tann dagin var
skyldmaðurin Pauli í Skúl
anum borin út og eg kundi
ikki lata vera við at hugsa:
“Hvar fær hann hesa orkuna
frá, sum er heilt óviknað,
síðan eg fyrstu ferð hoyrdi
hann røða um Anders And
frá Walt Disney í útvarpinum
á sinni.
Henning er ein góður
vinur og hann er eitt heilt
menniskja, og tað merkir at
pláss er eisini fyri lýtum. Tað
er fjálgt at vita sær, at hann
nú býr í Søldarfirði. Eg støkki
inn á gólvið av og á og tað er
deiligt at vitja tey bæði, Sol
veig og hann.
Nú er longu tíð at gevast
og hví blívi eg við?
Jú, hetta má aftur at. Tað
var ein fongur fyri føroysku
fólkakirkjuna, at Henning
fekk hugskotið at søkja
prestastarv í Føroyum sum
ungur og tað var ein Guds
lukka, at hann fall til og bleiv
verandi. Og lívsverk hansara
er í mínum eygum heilt klárt,
at hann hevur megnað at
kasta ljós á, at Jesus ikki bara
er eitt sorgarnavn. Tað er
eisin pláss fyri gleði í kirkjuni
og ein, sum er í Gudi, hann
behøvist ikki at vera tristur
og stúrin alla tíðina. “Sorrig
og glæde, de vandrer til hobe,
medgang og modgang de
følges på rad,” yrkir Kingo og
tí snýr tað seg um at fáa tað
besta burtur úr og gleðast
hvørja ferð høvið býðst.
Henning
hevur
tikið
keðiliga hamin av Gudi, og
tað eri eg honum takksamur
fyri.
Hjartaliga tillukku við
degnum og vit síggjast.
Heilsan
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Henning Bøgesvang
fyllir sjeyti