fríggjadagur 23. mars 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. mars 2012 · Nr. 36
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Vorðið sum leik
manna hugskot
V
it báðir, Ólavur, hava
við takksemi rokk
ið reypsaldur, og við
hálvari øld á baki í vega
gerð, bæði her á landi og
burturi í londum, fór eg sum
fyrrverandi serkønur við for
vitni undir at lesa um hetta
sanna kolumbusaregg, sum
Ólavur fær at bresta fyri
nev, og sum bæði vit tekno
kratar og okkara fólkavaldu
í mansaldrar hava bølst om
aná.
Eg skal ikki her endurgeva
alla greinina, men bara seta
upp eitt dømi um, hvørja
ávirkan hugskot Ólavs kann
fáa bæði á verandi og kom
andi ferðslu og ferðavinnu
í Føroyum:
Dømi:
Hugsa vit okkum, at ein van
ligur persónbilur við 10 kr
í einvegisgjaldi á hvørjum
kubbaskrásetingarplássi fer
av flogvøllinum til Viðar
eiðis, verður samlaði kost
naðurin 70 kr fyri at fara
um
Vágatunnilin,
Leyn
artunnilin,
Sundabrúnna,
Norðskálatunnilin, Leirvíkar
tunnilin,
Norðoyatunnilin
og tunlarnar norður um
fjøll og somu upphædd aft
ur á flogvøllin, t.e. 140 kr til
samans ella 260 – 140 = 120
kr minni enn bara at koyra
gjøgnum báðar undirsjóvar
tunlarnar við verandi prís
um.
Fyri størri akfør verður
einvegisgjaldið
sett
sam
svarandi niður í mun til tær
10 krónurnar fyri smærri
bilar, og er ikki neyðugt at
útgreina,
hvørja
ávirkan
hetta fær á Føroya vinnulív..
Samstundis far Ólavur í
minsta lagi 100 mió. kr um
árið lagdar í serstakan út
byggingargrunn.
Seta vit upp ein sam
andrátt av tí, sum fyribils
hevur ligið á láni at gera,
verður upphæddin, tað meg
ørminnist, talan hevur verið
um, bæði fyri líkt og ólíkt,
Suðriartunnilin tó undan
tikin, nøkulunda henda:
Samandráttur:
Verandi vegalongd, við
tunlum og øðrum føstum
sambandi millum oyggja: Út
móti 500 km
Vegir eftir at gera:
Uml. 20 km Kostnaður:
uml. 240 mió. kr
19 verandi tunlar. Longd:
41,752 km. Av hesum eru
11,126 km undirsjóvartunlar
17 tunlar at gera.
Longd: uml. 60 km. Av
hesum eru uml. 30 km
undirsjóvartunlar
Kostnaður av tunlunum:
uml. 2010 mió. kr.
Til samans:
uml. 80 km. Kostnaður
uml. 2250 mió. kr.
Arbeiðið at gera teir verandi
tunlar, sum enn eru brúkbarir
uttan
broytingar,
byrjaði
fyrst í1970-árunum og endaði
við Hovstunlinum í 2007, t.e.
eftir slaka hálva øld.
Eftir Ólavsa sera áhuga
verdu og veruleikanæru met
ing kann nevnda útbygging
fremjast eftir 2250/100 =
uml. 23 árum.
Viðmerkingar:
Tunnilin
Sandoy-Suðuroy
hevði einsamallur eftir mínari
meting kostað millum 2 og 3
milliardir og má tí í nøkur ár
afturat umhugsast væl og
virðiliga til betri tíðir; men
ætlaði Sandoyartunnilin fer
kortini at draga Suðuroynna
um hálva sigling og einar 20
km nærri at samlaða megin
økinum.
Einar 100 mió. um árið
– ella fleiri ferðir so nógv
til ávísa verkætlan – er væl
gjørligt, um vissa er fyri, at
ávis upphædd, sum her er
víst, longu kann vera tøk fyri
hvørt árið. Tað, ið um ræður,
er at koma í gongd í fastari
skipan, fíggjað úr føstum
vegakervisgrunni, og havi eg
enn tað álit á mínum gamla
arbeiðsplássi,
Landsverk
frøðingsstovninum, at hann
við sínum 74 ára royndum
er bestur til at umsita
nevnda grunn og tað arbeiði,
sum fíggjast skal úr hesum
grunni.
Elstu
smølu
og
lágu
tunlarnir, 3.2x3 m, svara so
illa til nútíðar krøv, at teir
ikki ikki skulu hava kubba
skráseting, haldi eg. Tað
kann bíða, til nýggir tunlar
verða opnaðir.
Tá øll henda útbygging
er at enda komin, kann
talan verða um at taka
gjaldið av, t.e. um landið tá
er so mikið væl fyri, at tað
kann rinda hald av sam
ferðslukervinum.
Niðurstøða:
Eg
haldi
hetta vera Føroya Løgtingi
eina væl gongda leið, sum
eg vil mæla til sum skjótast
at fara undir at snøgga til og
raðfesta.
Framhaldandi at tosa og
kjakast ár út og ár inn um
tað sama ráðaloysi ber stutt
sagt ikki til, um ung og fús
fólk eftir útbúgving skullu
venda heim aftur at virka og
búgva her á landi.
At enda haldi eg tað vera
sera harmiligt, at tær árligu
240 mió. kr frá bilavgjøldum
sum í uppruna vóru ætlaðar
samferðslukervinum,
og
sum Anfinn Kallsberg tók
fram á pallborðsfundi í
Klaksvík nú henda dagin,
ikki runnu Anfinni Kallsberg
til hugs, meðan hann sjálvur
var løgmaður; men tøkk fyri
áminningina - betur seint
enn ikki!
Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin
skulu sendast til teldupostadressuna:
post@sosialurin.fo
Viðmerking til grein hjá Ólavi Hátún um víðkan av samferðslukervi Føroya
Eftirlønaravbjóðingin í Føroyum er framvegis
nærum líka óloyst sum altíð. Vit vita, at vit eru
minst eitt ættarlið aftan fyri tað, vit skuldu verið,
tá ið tað viðvíkur eftirlønarskipanum. Ella sagt
øðrvísi: Skipað eftirløn hjá øllum skuldi verið
staðsett fyri minst 25 árum síðan. Avleiðingin er, at
nú fara fólk frá við eftirløn, og hava bara tað, sum
fólkapensjónin og Samhaldsfasti kunnu geva. Verri
er, at hetta verður støðan í nógv ár. Vit hava heilt
einfalt ikki tikið málið í nóg stórum álvara, meðan
vit framvegis høvdu tíðina í okkara parti. Vit eru tí
í tíðarneyð, og tað merkir samstundis, at vit eru í
penganeyð.
”Einki er ómøguligt hjá tí, sum ikki skal gera tað
sjálvur”. Tað kann verða staðfest so dyggiliga, nú
Løgtingið hevur endavent øllum grundvøllinum
undir teimum eftirlønarskipanum, sum vit hóast
alt hava í Føroyum. Hetta eru eftirlønarskipanir,
sum fakfeløgini hava allan heiðurin av, og sum
tey við samráðingum hava fíggjað fyri sínar limir,
so at teir skulu hava fíggjarliga trygg ellisár og
trygdarnet undir sær, kemur sjúka á gátt. Vit tosa
her um lívlanga íløgu, sum verður fíggjað hvønn
einasta mánað, og sum er líka týdningarmikil sum
sjálv lønin. Hetta er heilagt!
Kortini ber tað til hjá politikarum okkara
at fullkomuliga at endavenda øllum við einum
pennastroki. Hvussu ber tað til, at tað, sum onnur
hava bygt upp, og sum er so viðbrekið, kann verða
tæða sundur so skjótt og so harðliga. Svarið má
vera: ”Tað rakar ikki meg!”. Og tað er rætt svar, tá
ið tað viðvíkur teimum, sum taka hesa avgerðina –
politikarunum.
Løgtingslimir eru løntir eftir sáttmála hjá
Tænastumannafelag Landsins í 34. lønarflokki
og við eftirlønarrætti sambært hesum sáttmála.
Sjálvandi nakað nógv betri. Tað er so, at fyri
hálvt starv, fær ein løgtingslimur fulla løn í 34.
lønarflokki og fulla eftirløn. Hesin sami politikarin
vinnur sær fullan eftirlønaraldur eftir bara 16
árum, har aðrir tænastumenn skulu brúka 37 ár.
Tænastumannaskipanin verður av røttum hildin at
vera tann allar besta skipaninin, nakað starvsfólk
kann fáa. Í øllum førum tá ið tað viðvíkur trygd í
starvinum og eftirløn. Tá ið so politikarar okkara
hava hesa skipan, men falda hana við 2, 3 ella 4,
ja so er ikki endi á, hvussu góð hon er – og fyri at
tað ikki skal vera lygn, so er einki inngjald til hesa
skipan. Bara útgjald!
Alt hetta leiðir okkum aftur til, at hjá hesum
fólkavaldu umboðum okkara, sum sjálv hava
lóggivið seg fram til hesar sersømdir, ber valla til
við opnum sinni at skilja og enn minni virða stríðið
hjá vanligum fólki fyri sínum eftirlønum. Allar tær
broytingar, sum eru gjørdar í eftirlønarskipanini
við skatti á inngjøld osfr. hava als onga ávirkan á
løgtingslimin ella landsstýrisfólkið. Tí har er einki
inngjald at skatta. Har er bara útgjald, grundað á
sjálvgjørda lóg.
Tað er ein lærdómur til øll okkara í hesum
málinum. Standa vit uttanfyri og hyggja inn, er
tað forkastiligt at hugsa sær, at fólkavaldu umboð
okkara loyva sær hesar sersømdir og aðrar við,
samstundis sum tey taka við báðum hondum frá
teimum uttanfyri. Soleiðis hugsa vit tó ikki, tá ið
vit standa innanfyri og hyggja út.
So bílig og lættkeypt er sálin!
Magnus
Tausen
Stjóri fyri
Nám
EYGA
MÁLIÐ
Tað rakar ikki meg!
Heini
Olsen
Á Miðføstu 2012